fríggjadagur 2. september 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Sverri Vilhelm, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi mikudagin 31. august, 79 ára gamal.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Karolina
Johannesen,
Tvøroyri,
andaðist
týsdagin 30. august, 87 ára gomul. Jarðarferðin
verður úr Tvøroyrar kirkju leygardagin 3. sep-
tember klokkan 13.00. Sungið verður úr sálma-
bókini. Tey, ið vilja minnast Karolinu kunnu lata
Missiónshúsinum á Tvøroyri eina gávu. Konta í
Føroya Banka.
Andlát og jarðarferðir
Í dag fríggjadagin 2. sep-
tember fyllur Halldóra Z.
Poulsen á Sandi 70 ár.
Halldóra er dóttir Marin og
Zacharias Zachariassen á
Sondum. Hon traðkaði sín-
ar barnaskógvar á Sondum,
og er hon næstyngst av
einum systkinaflokki upp á
12 børn.
Halldóra er gift við Ras-
musi, og tey eiga trý børn.
Sonni er elstur og hevur
amerikanska konu og er
trúboðari. Sonni og familj-
an hava starvast í frum-
skóginum í Papua Ny
Guinea sum trúboðarar í
mong ár. Svenning hevur
konu úr Leirvík og starvast
hjá Róland Vidtfelt, Svenn-
ing býr á Sondum á Sandi
og Evie er gift manni úr
Onglandi, og tey eru nýliga
flutt til Føroyar og fara at
búseta seg á Sandi.
Halldóra hevur duga væl
at halda hús, hon hevur ver-
ið virkin í brøðrasamkom-
uni og hevur starvast í
mong ár í handlinum og við
bókhaldið hjá Rólanti Vidt-
felt.
Halldóra hevur við sínum
stilla sinni altíð veitt um-
sorgan, har tørvur hevur
verið á tí.
Tað hava vit sanniliga
merkt tá móður okkara á alt
for ungum árum varð tikin
frá okkum. Hjá Tantu, sum
vit altíð hava kalla Hall-
dóru, var altíð troyst at
finna. Hjá Tantu og Rasmus
stóð hurðin altíð opin, og
vit eru tykkum báðum sera
takksom fyri tað, tit hava
verið og enn eru fyri okk-
um.
Nú Tanta verður sjeyti, er
hon enn líka løtt í sinni og
upp á tá, sum hon altíð hev-
ur verið. Har Tanta er, har
hendir altíð nakað, og ikki
er at gloyma teir góðu
drekkamunnarnar, sum hon
altíð ber á borðið, tá hugt er
inn á gólvið. Væl hevur
Tanta duga at loyst úr lagdi,
hvat tað so er. Hon dugur
sera væl til hendurnar.
Vit vilja ynskja Tantu
hjartaliga
tillukku
við
degnum og Guðs ríku sign-
ing í framtíðini, við tøkk
fyri tað hon altíð hevur
verið fyri okkum øll.
Annebeth
Halldóra Z. Poulsen á Sandi 70 ár
Leygardagin 3. september
kunnu hjúnini Elsa og
Jógvan Petersen, vanliga
nevndur Jógvan Sev, í
Kollafirði, halda gullbrúd-
leyp.
Dagurin verður hildin í
missiónshúsinum í Kolla-
firði millum kl. 10 og 14,
har tey ið ynskja at gleða
gullbrúðarparið eru hjarta-
liga vælkomin.
Elsa og Jógvan búðu
mong ár í Vestmanna, har
hann var maskinmeistari
hjá elfelagnum Sev. Jógvan
arbeiddi har, til hann legði
frá sær í august 1994, 63
ára gamal. Hóast tað eru
fleiri ár síðan Jógvan gavst
hjá Sev, verður hann fram-
vegis nevndur Jógvan Sev.
Jógvan er fuglfirðingur.
Foreldrini vóru: Martina og
Sámal Petur Petersen, hann
var ættaður av Viðareiði.
Elsa er ættað úr Klaksvík,
foreldur
hennara
vóru
Herdis og Hans Pauli
Klein.
Elsa og Jógvan giftust í
Havn í 1955 og búsettust í
Vestmanna, har tey búðu til
1989, tá tey fluttu til Kolla-
fjarðar.
Jógvan lærdi til el-in-
stallatør hjá Tofta Karl í
Klaksvík. Í 1953 kom hann
í starv hjá einum elektrik-
ara í Vestmanna, nevndur
Petersen. Teir vóru við í ar-
beiðinum av stóru vatn-
orkuútbyggingunum
hjá
Sev í Vestmanna í 50-un-
um. Í 1954 kom hann í
starv hjá Sev.
Jógvan er fittur í hond-
unum, kreativur og tiltikin
góður handverkari. Hann
hevur altíð góð hugskot.
Tað eru eisini nógv fólk,
sum millum ár og dag hava
notið gott av hansara evn-
um til at loysa ymiskar
trupulleikar og finna loysn-
ir - næstan líka mikið hvat
tað er, so hevur hann eina
loysn.
Honum hevur altíð dámt
væl at royna nakað nýtt og
spennandi,
hann
hevur
mangan staðið á skíðum,
bæði í kava og á vatnskíð-
um. Vind-surfing hevur
hann eisini roynt. Hann
hevur eisini verið nógv í
bjørgunum og fleyga fugl,
bæði í Vestmannbjørgunum
og í Settorvuni nærhendis
Viðareiði.
Elsa er framvegis virkin
innan fimleikin, sum altíð
hevur havt hennara áhuga.
Hon hevur í mong ár havt
ymisk kvøldskúlaskeið í
fimleiki ymsastaðni, sum
t.d. í Vestmanna, Kvívík og
Kollafirði. Hon er sjálv-
lærd, men hevur verið til
ymisk skeið í hesum sam-
bandi. Hóast hon er farin
upp um tey sjeyti, undir-
vísir hon pensionistum í
Kollafirði í fimleiki í
bygdarhúsinum.
Elsa var heimaarbeiðandi
meðan børnini vóru smá,
og gav hon sær góða tíð til
at vera um tey, vegleiða tey,
biðja við teimum og læra
tey úr Guðs orði.
Elsa og Jógvan eru bæði
virkin í samkomuni Zion í
Kollafirði, har tey hava sítt
andaliga heim. Tá jólatræið
í bygdini varð tendrað í
fjør, helt Elsa eina góða
talu.
Eisini vitjar hon á hvørj-
um ári hvørt hús í Vest-
manna, tá hon selur álma-
nnakkan "Ráðgevari mín",
við einum skriftbroti fyri
hvønn dagin.
Børnini hjá Jógvan og
Elsu eru: Marna, sum býr í
Danmark, Dánjal, sum býr
í Kollafirði, Hergerð, sum
býr í Gøtu, og Senøva, sum
býr í Havn. Barnabørnini
eru 9 í tali.
Elsa og Jógvan Petersen gullbrúdleyp
DANSUR
Komandi vikuskifti verð-
ur country tónleikur í
hæddini í Glitni - hugna-
liga
dansistaðnum
á
Skálatrøð.
Countrytónleikin hava
føroyingar veruliga tikið
til sín, og vanligt er at
fólk møta fjølment upp at
fáa sær ein svingandi
countryvals ella bert at
lurta eftir teimum eyð-
kendu
"countryslagar-
unum".
Nú býðst so høvi at
koma í Glitnir at njóta
vælumtóktan
country-
tónleik - livandi tónleik
frá byrjan til enda, í væl-
umtókta umhvørvinum í
Glitni.
»Her er gott at
dansa...«
Dansigólvið í Glitni er
helst millum tey bestu í
Føroyum, og við livandi
tónleiki
afturvið
er
møguleiki veruliga at fáa
"luft undir" dansiskógv-
arnar.
Ljóðviðurskifti
gera at tú fer í annan
heim, meðan tit fara leik-
andi løtt yvri dansigólv-
ið.
Fríggjakvøld og
leygarkvøld
Tey trý: Njál Reinert
Petersen, Mourits Mohr
og Sólva Ford, fara at
borðreiða
við
einum
slagara fyri og øðrum
eftir - bæði fríggjakvøld-
ið 2. og 3 september frá
kl.23.30, verður møgu-
leikin at fáa sær ein góð-
an upplyftandi country-
dans.
Hetta er ein gyltur
møguleiki
at
tvinna
hugaliga umhvørvið í
Glitni saman við góðum
tónleiki, so vit síggjast
vónandi í Glitni.
Country vikuskifti í Glitni
www.sosialurin.fo