Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 166 - 2. september 2005 – Eg eri 81 ára gamlur og veit bert einaferð um, at ein hvalur áð- ur hevur lagt beinini her úti; hesin hval- urin svam sjálvur upp á land, og tað var eg, sum skar hann á háls. Eg haldi, tað eru eini 30 ár síðan, sigur Jógvan Joensen, ið sigldi við trolara síni bestu ár, men sum síðan gjørdist bóndi í Svínoy SVÍNOY Orð: Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Helgi Mortensen Myndirnar, vit prenta á hes- um báðum síðunum í dag, eru søguligar, hóast tær eru spildurnýggjar og tiknar seinasta leygardag í Svínoy. Tað er Helgi Mortensen, sum hevur tikið og eigur myndirnar. Saman við øðrum var hann í Svínoy í føðingardegi seinasta vikuskifti, tá ið ein lítil grind legði beinini. Vit fregnaðust Sunnudagin, tá ið Sosial- urin frætti, at nakrir hvalir høvdu lagt beinini í Svinoy, ringdu vit fyrst á løgreglu- støðina í Klaksvík fyri at fregnast. Jú, teir høvdu hoyrt um, at nakrir hvalir – helst einir 5 í tali, høvdu svomið sær upp á land í Svínoy. - Men vit hava einki havt við hetta at gera, segði løg- reglumaðurin, vit tosaðu við. Í hesi løtu vistu vit einki um, hvørt grind áður er deyð í Svínoy. Tað kundi jú verið, at grind í sínari tíð er hildin til í oynni. Vit tóku telefonina og ringdu til eitt tilvildarligt telefonnummar í oynni, Eyðun Jacobsen. Hetta var um 18-tíðina seinasta sunnukvøld. Ein blíð kvinna tók telefonina og fortaldi, at húsbóndin var ikki inni, men bleiv aftur um 19-tíðina ella so. Vit fregnaðust eitt sindur um grindina. – Jú, nakrir hvalir eru deyðir, men legði kvinnan blídliga aftrat: Ringið aftur um eina løtu, tí Eyðun veit betur at siga frá. Hon fortaldi, at henni kunnugt hevði bert ein hvalur áður lagt beinini í Svínoy – og tað eru nógv ár síðan. Hittu mannin! Vit høvdu ikki tol at bíða. Leitaðu aftur í telefon- bókini, og nú duttu vit á navnið, Jógvan Joensen. Jú, Jógvan tók telefonina, og hann var bæði blíður og tíðindafróður. Hann visti at siga, at fimm hvalir høvdu lagt beinini í Svínoy. - Eg eri 81 ára gamlur og veit bert einaferð um, at ein hvalur áður hevur lagt beinini her úti; hesin hval- urin svam sjálvur upp á land, og tað var eg, sum skar hann á háls. Eg haldi, tað eru eini 30 ár síðan. Jógvan greiddi frá, at hóast hann var maðurin, sum einsamallur gjørdi enda á hvalinum, mundi meginparturin av bygdar- fólkinum fáa bæði tvøst og spik. - Hesin hvalurin var eini 4-5 skinn, so hann mundi røkka til meginpartin av fólkinum, sum tá var í oynni. Søgulig hending: Eingin minnis Her er lív í við atløgubryggjuna í Svínoy. Roynt verður at seta fast á hvalirnar Her liggur so fongurin, 5 hvalir, sum eru millum eini 4 og 6 skinn hvøn Hugagóðir menn eru nærum lidnir at skera upp