Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

t, at grind áður er deyð í Svínoy Nr. 166 - 2. september 2005 15 Hann sigur, at tá ið hval- urin á sinni gjørdi land- gongd, var nokso nógv brim í Svínoy. – Hann kom niðan gjøg- num eina møl, og eg leyp oman og skar hann á háls, sigur Jógvan. Spakir hvalir Og leygardagin hendi tað so aftur, og aftur hesaferð var Jógvan Joensen við á støðni. Tað var ein nátabátur, sum fann grindina á Svín- oyarvík, og tað gekk væl at fáa fatur á henni. Jógvan sigur, at teir høvdu bert ein sóknarongul niðri á støðni, men tað var eingin trupulleiki, tí hval- irnir vóru so spakir, at líkt varð til, at teir bíðaðu eftir tørni at vera tiknir, sum hann tekur til. – Ja, tað hevði ikki verið stórt øðrvísi, um teir vóru tamir, leggur hann aftrat. Ein lastbilur, sum er í oynni, hjálpti til at hála hvalirnar niðan frá, og alt gekk av tí besta. Hann heldur, at teir fimm hvalirnir, sum vórðu býttir millum grindamenninar og bygdarfólkið annars, vóru millum 4 og 6 skinn hvør. – Grindin kemur væl við, og nú so lítið fólk býr í oynni, hevur hvørt húskið fingið nógva grind. Vit eru glað fyri grindina. Vit hava kókað av henni, og hetta er óføra góð grind, sigur Jógv- an. Ein er eldri Jógvan Joensen er sum nevnt 81 ára gamalur. Hann er næst elsta fólkið í Svínoy. Eitt fólk er í oynni, sum er trý ár eldri enn hann. Spurdur, hvat hann hevur fingist við gjøgnum lívið, sigur Jógvan, at hann var sjómaður og sigldi við trolara síni bestu ár. – Pápi min, Jóannes, var bóndi, og vit høvdu ein 6 marka garð, sum tá var tann størsti í oynni. Festið bar einar 200 seyðir. Jógvan Joensen vaks upp saman við kríatúrum, og hann var eini 35 ára gamal- ur, tá ið hann fór at fáast við garðin burtur av. Teir fegnast um góða fongin. Jógvan Joensen stendur ytst til vinstru á myndini Yngri og eldri hjálpast til at skera upp Grind í góðveðri á Svínoyarvík. Eina slíka mynd hevur eingin núlivandi sæð áður