Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 166 - 2. september 2005 UTTAN ÚR HEIMI Ónýtilig hús Teir seinastu fýra mánaðarnar hevur eldur verið í trim- um íbúðarhúsum í París, og tað hevur kostað 38 børnum og 10 vaksnum lívið. Kortini hava teir fronsku politikararnir ikki tikið mál- ið upp fyrr enn nú. Nicolas Sarkozy, innanríkisráðharri, segði í gjár, ikki færri enn 976 íbúðarhús í París eru ónýtilig, og hann mælti til, at øll húsini verða stongd eina ferð med alla. Men hann segði einki um, hvussu myndugleikarnir ætla at hýsa teimum, sum so verða heimleys. Sambært blaðnum Libération eru 80 prosent av teimum ónýtiligu húsunum í landnyrðingspartinum av París, sum eisini er tann fátæki parturin av franska høvuðsstaðnum. At kalla øll, sum hava latið lív í eldsbrununum í París, vóru fátækir innflytarar úr ymsum afrikonskum londum, og Jacques Chirac, forseti, hevur sagt, at hvør einasti eldsbruni skal kannast til botns. Oljufelag lagt undir morð Ein kirkjusamkoma í Sudan hevur lagt sak ímóti kan- adiska oljufelangum Talisman Energy. Kirkjufólkið vil vera við, at kanadiska felagið hevur skipað fyri einari langari røð av lógarbrotum í Sudan. Sambært ákæruritinum snýr tað seg um etniska út- reinskan, morð, krígsbrotsverk, ognartøku, trælahald, burturflyting og neyðtøku. Sagt verður, at Talisman En- ergy samstarvaði við stjórnina í Sudan, og at felagið mælti stjórnini til at flyta fólk burtur úr økjum, sum felagið vildi sleppa at leita eftir olju í. Kanada og USA hava roynt at forða fyri, at málið skuldi enda í rættinum, men Denise Cote, dómari, sig- ur, at málið verður viðgjørt. Hon sigur, at altjóða sam- felagið hevur áhuga í, at tey, sum eru sek í fólkamorði og brotsverki ímóti mannaættini, verða revsað, og tí skal málið ganga sína gongd. Talisman Energy gavst við sínum virksemi í Sudan fyri tveimum árum síðani. Hann fær ikki endurgjald Í 22 ár sat Witton Dodge í einum fongsli í amerikanska statinum Florida fyri at hava neyðtikið eina kvinnu. Men herfyri prógvaðu DNA-kanningar, at tað var ikki hann, sum neyðtók kvinnuna. Witton Dodge, sum upprunaliga varð dømdur lív- langa fongsulsrevsing, og sum nú er 43 ára gamal, varð latin leysur alt fyri eitt. Fleiri leiðandi politikarar í Flor- ida bóðu hann um umbering samfelagsins vegna og lovaðu, at hann skuldi fáa endurgjald. Men so hendi ikki meiri. Witton Dodge gjørdi tí av at leggja sak ímóti statin- um við kravi um endurgjald fyri tey 22 árini aftan rim- arnar. Dómurin fall mikudagin, tá dómarin William Gary kunngjørdi, at sambært lógini kann Witton Dodge ikki leggja sak ímóti statinum Florida, tí staturin er vardur ímóti slíkum endurgjaldskrøvum. Skal saksøkj- arin hava endurgjald, mugu politikararnir taka stig til tess, segði dómarin. Dýrari enn Vietnam Hvønn mánað kostar kríggið í Irak amerikonsku skatt- gjaldarunum 5,6 milliardir dollarar ella 33,6 milliardir krónur. Tað er meiri, at kríggið í Vietnam kostaði. Umroknað til dagsins virði kostaði kríggið har amerikonsku skatt- gjaldarunum smáar 31 milliardir krónur um mánaðin í meðal tey átta árini, tað vardi. Hetta sæst í einari frágreiðing, sum stovnarnir Policy Studies og Foreign Policy in Focus hava skrivað. Teir vísa kortini á, at samanborið við amerikonsku brutto- tjóðarframleiðsluna var kríggið í Vietnam væl dýrari enn Irak-kríggið. Útreiðslurnar av Vietnam-krígnum svaraðu til 12 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, meðan tað tilsvarandi talið fyri kríggið í Irak er tvey prosent. Vit kunnu leggja afturat, at Policy Studies og Foreign Policy in Focus eru ímóti krígnum í Irak. Nógv bendir á, at sýr- iska stjórnin var uppií, tá ein fyrrver- andi libanskur for- sætisráðharri bleiv myrdur fyrr í ár. Tað kann koma sýriska forsetanum aftur um brekku MORÐ Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 14. februar doyði fyrrverandi libanski forsæt- isráðharrin Rafik Hariri av einari sterkari bilbumbu í Libanon. Illgruni var alt fyri eitt um, at sýrisku myndugleikarnir høvdu samband við morðið, og nú skrivar ísraelska blaðið Yediot Ahronot, at illgrunin er staðfestur. - Vit hava vissu fyri, at Bashar Assad, forseti, hev- ur blóðdálkaðar hendur, endurgevur blaðið eina am- erikanska trygdarkeldu fyri at siga. Morðið á Hariri elvdi til stórar mótmælisgongur í Libanon, og endin var, at Sýrialand tók sínar her- menn úr landinum. Síðani hava libansku myndug- leikarnir kannað morðið, og fleiri leiðandi menn í fregnartænastuni og for- setahirðini hava verið til avhoyringar. Sambært Yedi- ot Ahronot eru tað hesar avhoyringarnar, sum hava avdúkað, at sýriska leiðslan var við til at leggja morðið til rættis. Keldur, sum hava sæð avhoyringartilfarið, siga við ísraelska blaðið, at dag- arnir hjá Bashar Assad í sýriska forsetastólinum eru taldir. Keldurnar vilja vera við, at USA og Frakland fara at seta ymisk tiltøk í verk ímóti Sýrialandi, og at eftir amerikonsku ætlanini verða tiltøkini lagað so, at tey skulu noyða Assad at fara frá. Aðrar keldur siga seg ivast í, at Assad fer at leggja frá sær, men tær ásanna, at avdúkingin um sýriska leiklutin í morðin- um fer at skaka leiðsluna í Damaskus, og at hon har- afturat fer at seta Sýrialand uttan fyri altjóða samfelag- ið. Spurningurin er so, hvørja ávirkan tað fær inn- anlands. Løgreglan noyddist í gjár at lata ymsar bjargingaruppgávur liggja, tí hon hevði nóg mikið við at forða tjóvum at ræna handlar og sethús NEW ORLEANS Árni Joensen fartekst@mail.dk Gjáramorgunin noyddist løgregluleiðslan í Luisiana at senda umleið 1.500 løg- reglumenn inn í miðbýin í New Orleans, tí tjóvar høvdu brotið inn í fleiri handlar, har teir tóku tað, sum framvegis hevði nakað virði. - Tjóvarnir eru ikki bara í miðbýnum. Teir eru farnir at nærkast íbúðarøkjunum, hotellunum og sjúkrahús- unum, og vit mugu steðga teimum, áðrenn teir koma hagar, segði borgarstjórin í New Orleans, Ray Nagin, við AP. Einastaðni í miðbýnum høvdu nakrir tjóvar fingið sær ein truck, sum teir brúktu til at bróta glas- dyrnar á einum apoteki við. Tá teir komu útaftur, høvdu teir meiri, enn teir kundu bera, so ymsar apoteksvør- ur lógu og flutu í gøtunum. Eina aðrastaðni høvdu tjóvar tikið ein vøruvogn, sum var á veg til eitt ellis- heim við mati. Tá ellis- heimið bað løgregluna senda ein annan bil við mati, jagstraðu tjóvarnir eisini tann bilin, sjálvt um løgreglan fylgdi honum. Myndugleikarnir í Louis- iana søgdu í gjár, at tað fer at taka minst ein mánað at fáa alt vatnið úr New Orle- ans, og at tað fara at ganga minst fýra mánaðir, áðrenn fólk kunnu venda heimaft- ur. Eisini er greitt, at tað fer at taka fleiri ár at byggja býin uppaftur. - New Orleans verður ein spøkilsisbýur teir næstu mánaðarnar, segði ein tals- maður fyri myndugleikar- nar. Ætla at kroysta forsetan frá Tjóvar gera sær dælt av støðuni í New Orleans Hesir tjóvarnir høvdu stolið ein vøruvogn til tjóvagóðs, men løgreglan steðgaði teimum