fríggjadagur 2. september 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 • fríggjadagur • 2. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Julian ivaðist ikki
Nýggi HB-venjarin,
Julian Hansen, ivaðist
ikki í at taka av, tá ið
leiðslan í HB spurdi,
um hann vildi taka
sær av besta liði fel-
agsins, tað ið eftir er
av kappingarárinum
VENJARASKIFTI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mikukvøldið var fyrsta
venjingin hjá besta liðnum
hjá HB undir nýggja venj-
aranum, Julian Hansen. At
bæði leikarar og fólk kring
HB vóru spent upp á at
síggja nýggja venjaran, sást
týðuligani, tí heilt fitt av
ídnastu HB-fjepparunum
høvdu lagt leiðina niðan í
Gundadal til fyrstu venj-
ingina hjá Julian.
Aftur til røturnar
Julian Hansen hevur búð í
Danmark í nógv ár, og hann
hevur fleiri ferðir staðið á
odda fyri besta liðnum hjá
ÍF Føroyum. Fótbóltsrøtur-
nar hevur Julian annars í
HB, har gjøgnum øll áttati-
árini var fastur fúsur á besta
liðnum. Julian var eitt skifti
í 1997 eisini hjálparvenjari
hjá HB.
Tað kom eitt sindur óvart
á Julian, tá ið hann fekk
fyrispurningin frá leiðsluni
í HB um venjarastarvið:
- Tað hevði als ikki vænt-
að, og eg taki tað sum eitt
herðaklapp, at teir hugsaðu
um meg, tá ið teir skuldu
finna
nýggjan
venjara,
sigur Julian Hansen.
Sjálvur sigur Julian, at tá
ið hann fekk fyrispurningin
frá HB, ivaðist hann ikki, tí
tað hevur altíð verið ein
dreymur hjá sær at verið
venjari hjá besta liðnum hjá
barndómsfelagnum.
Óttast ikki heita
sessin
At hann tekur við eftir ein
venjara, sum júst er koyrd-
ur frá, er ikki nakað, sum
Julian Hansen hugsar um,
nú hann er farin undir
venjingarnar.
- Eg hugsi ikki um tað,
sum er farið, tí tað hevur
sum so einki við meg at
gera. Mítt fokus er upp á
uppgávuna, sum liggur fyri
framman, og hvussu hon
verður loyst best. Eg veit
væl, at hetta ivaleyst er heit-
asti venjarasessurin í Før-
oyum, men tað kann eg liva
við, sigur Julian Hansen.
Eftir fyrstu venjingina
við hópinum mikukvøldið
helt Julian, at talan var um
nógvar øgiliga ágrýtnar
spælarar, men hann hevði
eisini sæð nøkur grund-
leggjandi ting, ið hann
saman við spælarunum skal
arbeiða við.
Spurdur um tað er nøkur
serstøk spælskipan, ið hon-
um dámar fram um aðrar,
og um tað er væntandi, at
HB fer at nýta ein aðra
spælskipan, nú hann hevur
tikið við venjarastarvinum,
sigur Julian Hansen:
- Tað ber ikki til at siga.
Mín hugsjón er tann, at tað
er spælaratilfarið, ið ger av,
hvør spælskipan verður
nýtt, og tí vil eg ikki læsa
meg fastan í nakra skipan,
uttan at kenna spælararnar
nóg væl, sigur hann.
Julian Hansen er út-
búgvin sosialpedagog, og
hann starvast til dagligt við
menningartarnaðum børn-
um í Danmark. Men skuldi
tað hent seg, at HB bjóðaði
honum venjarastarvið kom-
andi ár, er tað ikki óhugs-
andi, at hann hevði tikið av,
og saman við familjuni flutt
til Føroya.
- Eg havi sjálvsagt ar-
beiði, børn, sum ganga í
skúla, og hús, men eg dugi
tó væl at ímynda mær at
verið í Føroyum í eitt ár og
arbeitt sum venjari, um tey
praktisku tingini vóru í
lagi, sigur Julian Hansen at
enda.
Hóast allir funnu
vegin fram, so var tað
ymiskt, hvussu lands-
liðsspælararnir
høvdu valt at ferðast
til flogvøllin, tá
landsliðið skuldi
avstað
LANDSLIÐSFERÐ
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
Vágar: Tá landsliðsboð
verða givin føroyskum
spælarum, er tað aloftast
so, spælararnir fáa boð um,
nær teir skulu vera á flog-
vøllinum í Vágum, og er
tað í aðrar mátar upp til
spælararnar sjálvar, júst
hvussu teir koma somikið
langt.
Á tann hátt var einki
broytt mikudagin, men tað
var tó ymiskt, hvussu spæl-
ararnir høvdu valt at koma
til flogvøllin.
Beint áðrenn hálvgum
trý, tá liðið skuldi møtast,
kom ein av spælarunum -
Heðin á Lakjuni - soleiðis
við tyrluni. Ein ferð, sum
spælarin sjálvur helt vera
munandi meira ómaks-
leysa, enn um hann skuldi
farið vanliga túrin við bili
og Strandferðsluni.
- Tað passaði so væl við
ferðaætlanini hjá tyrluni
hesaferð. Tað sparir jú
nógva tíð, og saman við
fleiri av áskoðarunum, sum
eisini eru í ferðalagnum,
valdi eg tí at taka tyrluna til
flogvøllin. Og tað gekk jú
eisini fínt, staðfesti hann.
Við taxa
Eisini Óli Johannesen hevði
gjørt nýtslu av tyrluni á
ferðini, men hjá honum
gekk tó ikki heilt so væl.
Landsliðsskiparin hevði
nevnliga lagt ferðina so-
leiðis, at hann kom við
tyrlu av Tvøroyri og til
Havnar, og síðani skuldi
ein bilur standa fyri hon-
um, soleiðis at hann slapp
beina leið yvir á farstøð-
ina, haðani hann við bussi
skuldi á flogvøllin.
Einhvør misskiljing var
tó íkomin, og eingin taxa-
bilur stóð fyri honum, tá
tyrlan settist á Boðanesi.
Tað bar við sær, at bussurin
koyrdi av Farstøðini uttan
Óla Johannesen, og so
vóru góð ráð dýr. Endin
varð tó, at taxa-bilur slapp
at koyra teinin vestur, so-
leiðis at eisini Óli Johanne-
sen var við, tá spælararnir
vórðu kekkaðir inn hjá
Atlantic Airways.
Tað skal eisini leggjast
afturat, at hóast hættirnir
soleiðis vóru ymiskir hjá
fleiri av spælarunum, so
eydnaðist tað tó øllum at
koma fram í øllum góðum.
Tyrlan varð eisini nýtt
Heðin á Lakjuni helt, at tá ferðaætlanin hjá tyrluni nú passaði so væl, so var tað munandi
lættari at ferðast við hesari, heldur enn fara við skipi og bili
Julian Hansen eygleiðir
leikararnar undir venjingini
mikukvøldið. Leikarin á
myndini er Uni Arge, sum er
einasti leikarin í HB-hóp-
inum, sum Julian sjálvur
hevur spælt saman við.
Mynd: Terji Nielsen