fríggjadagur 2. september 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 166 - 2. september 2005
Vanliga plaga bert tveir
limir í landsliðsnevndini at
vera við sum ferðaleiðarar,
tá fótbóltslandsliðið spælir
dystir uttanlands. Sum so
eru ferðaleiðararnir ikki
fleiri í tali hesaferð, men
nevndin hjá FSF er eisini
øll við á ferðini.
Endamálið við hesum
er fyrst og fremst, at
nevndin á hendan hátt fær
eitt serstakt høvi at ar-
beiða nøkur mál ígjøgn-
um. Sonevndir tema-dag-
ar eru settir á skránna
bæði hós- og fríggjadag-
in, og á hesum fer nevnd-
in at viðgera nøkur av
meira prinsipiellur mál-
unum hjá føroyskum fót-
bólti, soleiðis at finnast
kann fram til eina felags
støðu í hesum.
Ferðaleiðararnir, sum
standa fyri landsliðnum á
ferðini, eru annars Magn-
us á Stongum og Jens
Erik Magnussen.
-mørk
Øll nevndin er við
Stutt eftir at flogfarið hjá
Atlantic Airways hevði
sett seg á vøllinum í Lille,
var allur hópurin savnaður.
Saman við heimligu spæl-
arunum hevði Rógvi Jac-
obsen, sum spælir í Ís-
landi, ferðast við leigu-
flogfarinum. Í Lille hittu
teir so danskar og norskar
útisetar, eins og Henrik
Larsen eisini sjálvur stóð
fyri hópinum. Seinasti
spælarin, Claus Bech Jørg-
ensen, skuldi leggjast aft-
urat hópinum hóskvøldið,
tí hann hevur ligið við
búkilsku í vikuni, men
verður kortini klárur.
Í Fraklandi heldur lands-
liðshópurin til á einum
gomlum kleystri nakað
uttanfyri Lille. Tann bólk-
urin av áskoðarum, sum
kom
við
flogfarinum
mikudagin, heldur til inni í
sjálvum Lille, meðan fjøl-
miðlarnir búgva á einum
hotelli, sum liggur í útjað-
aranum av Lens, har dyst-
urin verður spældur.
Hósdagin skuldu enn
fleiri áskoðarar koma við
øðrum leiguflogfari, og fer
tann bólkurin at búleikast í
Paris hesar dagarnar.
-mørk
Hittust í Lille
Tað
er
ikki
frítt,
at
veðurlíkindini kunnu fáa
sítt stóra orð at siga, tá
landsliðið leygardagin skal
royna seg móti franska
risanum.
Tá flogfarið hjá Atlantic
Airways
setti
seg
á
flogvøllin við Lille, lág
hitin oman fyri tey 30
stigini, og sum skilst, so
hevur hetta verið støðan í
eina tíð.
Komandi dagarnar siga
veðurmenninir tó, at tað
verður skýggjað, so hóast
veðrið framvegis er gott, so
kann hópurin troysta seg
við, at talan helst ikki
verður um venjingar í
bakandi sól.
Hinvegin
siga
somu
veðurmenn eisini, at tað
verður klárt leygardagin,
og tá kann hitin gerast
øgiligur.
Eisini
hóast
dysturin
ikki
verður
spældur fyrr enn kl. 21 á
kvøldi. Heilt so ringt, sum
tað var í Sveis fyri einum
ári síðani, verður tað tó
neyvann, men fyri føroysku
spælararnar hevur tað uttan
iva nógv at siga, hvussu
veðrið fer at skikka sær.
Tað kann í øllum førum
verða tungt at elta Zidane,
Henry og aðrar í 90
minuttir,
um
talan
samstundis er um tunga og
heita luft.
Fyrstu venjingarnar hjá
landsliðshópinum vóru á
skránni hósmorgunin, og
verður uttan iva meira at
frætta frá hesum í blaðnum
í morgin.
-mørk
Tveir av nevndarlimunum - Karl Vidtfeldt og Bjarki Mohr
- fáa sær eitt prát á flogvøllinum í Lille
Mynd: Álvur Haraldsen
Jógvan Martin Olsen og Jákup á Borg stytta sær um
stundir, meðan bíðað verður á flogvøllinum í Vágum
Mynd: Álvur Haraldsen
Herðarklapp til teir
gomlu
Í ferðalagnum, sum miku-
dagin ferðaðist til Frak-
lands, vóru eisini nakrir av
»gomlu dreingjunum« í
FSF.
Orsøkiin til hetta er fyrst
of fremst, at Fótbóltssam-
bandið við hesum vil sýna
ein serligan heiður, tí hesir
á hvør sín hátt hava átt sín
stóra lut í teirri støðu, sum
føroyskur fótbóltur í dag
hevur vunnið seg fram til.
Ein støða, sum millum ann-
að ber við sær, at Føroyar
nú
leygardagin
kunnu
spæla móti eini so mætari
fótbóltstjóð, sum Frakland
nú er.
Teir fýra, sum eru við í
Fraklandi, eru Kristian
Olsen og Dánjal Andrea-
sen, sum báðir hava verið
formenn í FSF. Børge B.
Hansen, sum í 14 ár var
næstformaður. Og Jákup
Simonsen, sum var for-
maður í landslisðnevndini
fyrstu nógvu árini av tíðar-
skeiðnum hjá føroyskum
fótbólti á altjóða pallinum.
Tað kann eisini nevnast,
at av teimum fýra, vóru
Kristian og Børge millum
teirra, sum sótu í fyrstu
nevndini hjá FSF. Hendan
taldi - umframt teir báðar -
eisini
Markus
Køtlum,
Jógvan Eliassen og Sverra
Trónd. Hartil kann til stutt-
leikar nevnast, at táverandi
forsetin í ÍSF eisini er við á
ferðini, og er navnið á tí
manninum Jógvan Arge.
-mørk
Hitin verður øgiligur
Sum nakað óvanligt hevur FSF hesa ferð valt at geva eitt heraklapp til nakrar av teimum, sum gjøgnum árini hava lagt lunnar
undir altjóða luttøkuna hjá føroyskum fótbólti
Mynd: Álvur Haraldsen