Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. september 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 166 - 2. september 2005 Í kvøld hevur danska talk- showið "Clement direkte" frumsýning á Dr2. Hyggj- arar fáa høvið at síggja eina danska undirhaldssending, ið er sett saman eftir ameri- konskum leisti. Ætlanin er at gera eina provokerandi, djarva og eisini mentaða sending, siga tey á DR. Harumframt vendir send- ingin sær út eftir, til altjóða heimin, soleiðis at gestir eisini uttanfyri Danmark støkka inn á gólvið. Vertur- in Clement Kjersgaard fer at tosa við kendar politikk- arar og kend fólk úr undir- haldsheiminum, sum á ein- hvønn hátt hava gjørt vart við seg í vikuni, ið fór. Eis- ini "tey æviga kendu" sleppa at tosa við Clement. Ymisk listafólk, úr Dan- mark og eisini uttanfyri Danmark, koma forbí hjá Clement. Tá verður prátað um aktuellar útgávur og frumsýningar av filmi, tón- leiki, sjónleiki o.s.v.. Av komandi gestum kunnu nevnast: Pia Kjærsgaard, Peter Brixtofte, Helena Christensen, Lise Nør- gaard, Kasper Winding, Klaus Rifbjerg og Henrik Qvortrup. Tónleikagestir uttan úr heimi eru m.a. Gavin De Graw, Robyn og Katie Melua. Ein aftur- vendandi táttur er innsløg frá Clementsa trúgva, starvsfelaga, Huxi. Hann fylgir við tí, sum fer fram aftanfyri politiska leikpall- in. Eisini fer hann til tíð- indafundir, ið hava verið í vikuni - hann virkar sum frásøgumaður og altíð legg- ur hann sín heilt serliga dám á innsløgini. Eisini er "celeb-on-celeb" ein aftur- vendandi táttur. Her er tað kend, ið gera samrøður við onnur kend fólk. Gjarna er tað heimsstjørnur, ið vitja Danmark og sum ikki hava møguleika at koma inn í sjónvarpsstovuna, so verður ein ella annar navnframur dani sendur út. Sigast kann um vertin Clement B. Kjersgaard, at hann er kendur frá virðisløntu samrøðusendingini "Tal med Gud", "Deadline" og samrøðuni við Desmond Tutu. Clement direkte Søgan í hesum filminum fer fram í 1995 í einum troystarleysum ídnaðarøki í Detroit. Jimmy "B-Rabbit" Smith Jr. hongur út saman við sínum svørtu vinmonn- um á gøtunum í fátækasta býarpartinum í Detroit. Rabbit er kringur til at rappa og hevur so avgjørt orðið í síni makt. Við íblástri úr rapptónleiki fest- ir hann orð á dreymar og eisini sína vreiði, og hann kann væl sláa frá sær, um tað so er munnliga ella kroppsliga. Men kortini dámar honum einki at framføra fyri fólki. Rabbit býr saman við mammu síni, Stephanie, og yngru systr- ini Lily í einum gomlum húsvogni. Mamman hevur rúsdrekkatrupulleikar og tekur sær næstan ikki av børnunum. Rabbit arbeiðir á eini fabrikk, og hóast arbeiðið er keðiligt og illa lønt, so vil hann heldur hava eitt arbeiði, enn einki arbeiði at hava. Besti vinur hansara, Future, samskipar sokallaðar "battles", ella hólmgongum, har rapparar fara illa við hvørjum øðrum og svína hvønn annan til - alt hetta gongur fyri seg munnliga, og teir fáa 45 sekundir í part. Um ein vinnur í hesum hólmgong- unum, so vinnur ein virðing og ans úti á gøtunum - og kanska fer hin vakra gent- an, Alex, at fáa eyguni upp fyri honum. Hann noyðist at vinna á síni egnu ræðslu fyri at framføra fyri fólki - somuleiðis er tað ein forð- ing, at hann er einsamallur hvítur í einum svørtum umhvørvi. 8 Mile Amerikanskur spenningsfilmur frá 2002 Við - Eminem: Jimmy "B- Rabbit" Smith Jr.. Kim Basinger: Stephanie Smith. Mekhi Phifer: David "Future" Porter. Brittany Murphy: Alex. Leikstjórn: Curtis Hanson Á Dr2 í kvøld kl. 20.50 Ætlanin hjá Clement & Co. er at gera eina provokerandi, men eisini, seriøsa sending - tey ætlað at seta trýst á tað kurteisliga markið Á Kanal 5 mánakvøldið kl. 20.00 Rabbit stríðist í einum fátæksligum umhvørvi. Styrki hansara liggur í kjaftinum. Við íblástri úr rapptónleiki festir hann orð á sínar dreymir og sína vreiði Tónleikastjørnan, rapparin Eminem og Brittany Murphy í "8 Mile"