fríggjadagur 2. september 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 166 - 2. september 2005
31
Heilsa
& lívsstílur
Heilsa
maggi@sosialurin.fo
Rukkutir
roykjarar
Roykjarar síggja ofta
eldri út enn ikki-roykj-
arar á sama aldri. Or-
søkirnar til hetta vóru
til fyri fáum árum síð-
an ókendar.
Bretskir granskarar
hava nýliga kanna húð-
ina hjá einum bólki av
sjálvbodnum
fólki,
sum royktu ein pakka
av sigarettum ella færri
um dagin.
Úrslitið
vísti,
at
royking økir um fram-
leiðsluna hjá kroppin-
um av einum enzymi ið
oyðuleggur tað genið,
ið syrgir fyri at húðin
er elastisk.
Kanningin vísti eis-
ini at hetta enzymið er
meira aktivt í húðini
hjá roykjarum, sum fáa
nógva sól. At vera ov
nógv úti í sól hevur eis-
ini eina aldrandi ávirk-
an á húðina.
Kelda: Sunnhetsbladet
Sitið aktivt við røttum ryggi
At bilførarin situr við
aktivt røttum ryggi
undir koyring hevur
stóran týdning, sigur
Leila á Lofti frá Fysio-
terapi á Argjum, ið
her gevur góð ráð um
rættan kropsburð hjá
bilførarum
KROPSBURÐUR
Ein bilførari hevur nógv at
gera undir koyring. Tað er
ikki so einfalt, sum tað sær
út til. Bæði tá koyrt verður,
og tá bíðað verður, er allur
kroppurin til arbeiðis.
Hann skal m.a. hyggja til
síðurnar, í bakspeglið, síðu-
speglini, skifta gir, og t.d.
tendra viskararnar, tá brúk
er fyri tí. Beinini eru eisini
alla tíðina í gongd, eitt á
speedaranum og hitt á varð-
haldi, tí tað kann verða
brúk fyri at bremsa, hvørja
løtu tað skal vera. Hevur
bilurin vanlig gir, skal
vinstra bein vera standby til
koblingina. Bilførarin er og
eigur alla tíðina at vera á
varðhaldi.
Flestu nýggir bilar eru
ergonomiskt so væl inn-
rættaðir, at teir teir slíta og
oyðileggja bilføraran sum
minst. Eisini eru nógvir av
nýggju bilunum so væl
gjørdir, at teir hava "anti-
whiplash setur".
Setrið er av stórum týdn-
ingi fyri bilføraran. Hvønn
týdning tað hevur, má
síggjast í ljósinum av, hvør
bilførarin er, um hann t.d.
situr nógv í bilinum í senn
(meira enn 2 tímar), um
hann javnan íðkar ítrótt, um
hann gongur nógv, súkklar,
ella um hann vanliga ar-
beiðir uttandura.
Sitistøðan í bilinum má
vera soleiðis, at onki krops-
ligt er til hindurs fyri, at
bilførarin kann snara høvd-
inum til vinstru og høgru,
ella at hyggja aftur um bak.
Tú kanst gera eina roynd
har tú situr í løtuni: Hang í
stólinum við rundaðum
ryggi og hygg til vinstru og
síðani til høgru. Rætta nú
ryggin heilt upp (nalvan
inn) og hygg aftur til
vinstru og høgru. Merkti tú
nakran mun? nær føldist
nakkin liðiligari?
Tað er soleiðis, at betri
kropsburð vit hava, meira
økonomist arbeiða vøddar,
liðir og liðbond. Úrslitið av
tí betraða kropsburðinum
merkja vit sum meira orku,
samstundis sum nervalagið
sleppur undan øllum hesum
spillarbeiði, ið kemur av at
vøddarnir í tí skeiva krops-
burðinum stríðast innan-
hýsis, tí í " hangistøðuni"
endar tað við, at dynam-
iskir (liðandi) vøddar skifta
um við stabiliserandi (hald-
andi) vøddar.
Vit kunnu taka nakkan
sum dømi: Vøddarnir inn-
ast við geislarnar eru sta-
biliserandi, teir verja alla
tíðina liðirnar. Vøddarnir í
nakkanum / hálsinum (teir
vit kunnu føla), eru dynam-
iskir, teir gera tað møguligt
hjá okkum at flyta høvdið.
Tá teir dynamisku vøddar-
nir verða noyddir at arbeiða
sum stabiliserandi (hangi-
kropsburðurin), so vísa teir
sína ónøgd við at blíva ov
spentir, við t.d. spennings-
høvuðpínu sum fylgju, og
tá verður úrslitið at teir
stabiliserandi
vøddarnir
vikna við t. d. afturvend-
andi
nakkahaldi
sum
fylgju.
Alt hetta kann fyribyrgj-
ast við at sita aktivt við
røttum ryggi.
Kelda: www.fysio.fo
Tað er ikki líka mikið, hvussu ein bilførari situr í bilinum
undir koyring. Alt hetta kann fyribyrgjast við at sita aktivt við
røttum ryggi. Trupulleikar sum t.d. spenningshøvuðpína og
afturvendandi nakkahald kunnu fyribyrgjast við at sita aktivt
við røttum ryggi. Modell: Guðbjørg á Lofti
Myndir: Jens Kristian Vang