leygardagur 3. september 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
33
»Et spøgelse går gennem
verdens gader, Beatler-
nes spøgelse.
Det ser mest af alt ud
til, at verden forbereder
sig på en vanvittig
trommesolo.
Op dukker store hær-
skarer af børn, der ikke
har andet end deres
svenddom og mødom at
tabe.«
Einar Már Gudmundsson, 2005
UMMÆLI
Kim Simonsen
Skaldsøgan »Beatlemani-
festet«, eftir Einar Már
Gudmundssoner um at vera
barn og ungur í Reykjavík um
tað mundið, tá beatlafeburin
fór kring allan heimin.
Høvuðspersónurin Johan, sigur
frá um Ole, Jón, Finn og
Rebbi, um genturnar og um at
dreymin um at gera eitt ordans
beatorkestur í garasjuni hjá
pápa Finn.
Einar Már Gudmunsson er ein av
gávaðu forteljarunum í Norður-
londum. Hann torir at arbeiða
við tí tragiska eins væl og tí
komiska, hansara bøkur eru
fullar av fólkum sum liva á
skeivu síðuni av samfelaginum.
Hendan síðan, sum hampafólk,
borgaradýr og vanligir smá-
borgarar ræðast sum pestin, tí
hesi minna tey um, at tað er ikki
so torført at glætast í okkara
samfelagið.
»Rokken Rolle Baby«
Universið hjá Einari Már Gud-
mundssyni er og verður altíð
marglitta undir- og arbeiðara-
stættin í Reykjavík, sum vit sóu
hetta í kendu skaldsøguni:
»Alheimsins einglar«, frá 1995.
Hesa bókina kenna vit í før-
oyskari týðing, og sum film eftir
Fridrik Tór Fridriksson. Tað var
við hesari bókini, hann fekk
Bókmentavirðisløn Norðurlanda-
ráðsins, og stóra viðurkenning
uttanlands. Kendar eru eisini:
»Fodspor på himlen« (1999),
»Drømme på jorden« (2001),
»Navnløse veje« (2002) og
Reykjavík triologiin: »Ridderne
af det runde bord (1984),
Regndråbernes epilog (1988),
Røde dage (1991)«.
Nýggja skaldsøgan er ikki ein í
røðini eftir »Navnløse veje«, ið
allar snúgva seg um ein størri
systkinaflokk. Hendan skald-
søgan hevur tó sum hinar ein
sera leysan bygnað, nærum sum
ein punktskaldsøga, har Einar
Már sigur frá søgunum hjá fleiri
fólkum samstundis. Tað er stutt-
ligt at lesa hesar smáu søgurnar.
Frásøgufólki er Johan, ið er
áhugaður í The Beatles, filmi,
gentum og vinnir lummapening
við at ganga við javnaðaravísini
Fólkaviljanum.
Stílurin í hesi skaldsøguni er
afturlítandi, harður og beinleiðis,
men søgurnar minna av og á um
anekdotir. Teir afturvendandi
persónarnir fáa tó bókina at
hanga saman. Hetta er ein stílur
fullur í yvirskoti, men av og á er
hesin mest sum ov skemtisøgu-
kendur og anekdotiskur, ið eisini
var problemið við stuttsøgu-
savninum »Måske er posten
sulten«, ið kom fyri nøkrum
árum síðani.
Beattónleikur og
sosialisma
Søgan í »Beatlamanifestet«
gongur fyri seg í Reykjavík seint
í sekstiárunum. Lívið hjá Johann
snýr seg mest um vinirnar Ole,
Jón, Finn, Gunni og Rebbi, men
hann er eisini áhugaður í Helgu
og vøkru dragandi Katrin, sum
eina tíð kemur saman við Ulli
Boksehandska. Hetta er ein ósek
tíð, har lokala orkestrið
Flamingo, ið spæla beatlatónleik,
eru stóru sjeikarnir í Reykjavík,
ið allar genturnar renna eftir.
Johan og vinirnir hava eisini hug
at fáa genturnar at gerðast óðar
eftir teimum, og gera tí ætlanir
um at seta saman eitt rimmar
beatorkestur kallað Matchbox.
»Beatlemanifestet« er søgan
um ungdóm, fyrstu beatles-
plátuna, um eina farna tíð, um
fyrsta kossin og um at koyra
knallert. Hetta er ein stuttlig og
løtt skaldsøga, ið minnir um
norðurlenskar skaldsøgur sum
»Populærmusik fra Vittula« og
»Mit liv som hund«, tað er eitt
serligt útkantstema og longsulin
eftir stórum býum í eitt nú
Onglandi, ið Einar Már her
megnar at gera universelt.
The Wonder Years
Tíðin tá The Beatles komu fram,
og The Rolling Stones, eru »the
wonder years«. Við hesi bókini
hevur Einar Már Gudmundsson
sett sær fyri at lýsa hesa tíðina.
Lýsingin er eym og ein av teim-
um heilt góðu, ið er gjørd av hesi
tíð, tí lýsingin er so universel at
øll kenna seg sjálvi aftur.
Einar Már fangar í endur-
minningarbrotum hvussu tað er
at vera 12-14 ár, smæðin, har alt
er flovesligt og hvussu ringt alt
er, ella var. Mangan er bókin
djúpt rørandi, hann minnist
hvørja rørslu, hvørja kenslu og
skapar eitt poetiskt univers kring
hesa tíð. Sum her, tá Johan sigur
frá um lærarinnuna Stellu: »Selv
om Stella ingenting ved om
beatmusik, ved hun, at jeg er
fuldkommen besat af den. Jeg er
ofte ude af mig selv på grund af
alle de melodier, der klinger inde
i hovedet på mig. Undertiden
lader jeg panden falde hen over
bordpladen, for at mine tanker
kan holde takten. Mit hoved er
en verden, hvor alt er arrangeret
med henblik på stor musik.
Engang spurgte Stella mig:
»Hvad hedder hovedstaden i
Finland?« og jeg blev så for-
skrækket, at jeg sagde Ringo
Starr, selv om jeg selvfølgelig
godt ved, at den hedder Helsinki
og konkurrerer med Reykjavik
om verdensrekorden i tungsind.«
Ringo Star forever
Tað sum upptekur hesar dreingir
er at sleppa undan einum keði-
ligum skúla, at kunna liva við
móðum foreldrum og myndug-
leikum, ið bert vilja gera lívið
súrt hjá ungdóminum. Hesi vilja
skriva eitt Beatlemanifest, eins
og tað Kommunistiska mani-
festið: »Nogenlunde sådan
begyndte Beatlemanifestet, det,
som skulle slå alle andre
manifester af marken, såsom Det
Kommunistiske Manifest, De
Surrealistiske Manifester, ja, og
så selvfølgelig skoleregle-
mentet.«
Polaroidshots ella Super 8
frá 60inum og 70inum
Á ein hátt eru hetta gulnaðar
kodakmyndir, polaroidshots ella
Super 8 frá 60inum og 70inum,
ein farin tíð, ein tíð sum er mist,
men verður endurvunnin tá Einar
sigur frá henni, við stórum sorg-
blídni. Øll børnini í túninum eru
jú áðrenn vit vita av tí, burtur, nú
hava tey sjálvi børn og abbabørn.
Vandin er sjálvandi, at ein slík
bók gerst afturlítandi ella
nostalgisk, men eg haldi ikki at
skaldsøgan er nostalgisk, meira
er hon merkt av sorgblídni og
sum allar bøkurnar hjá Einari er
hendan eisini tragikomisk,
mangan full av humor og hjarta-
lag. Einar dugir at flætta í
60inum og í byrjanini av 70inum
inn í bókina, við tónleikinum tað
árið, við stórhendingum, men alt
í alt snýr bókin seg um at vera
barn, ungur og menniskja í 20.
øld.
Tann sum fangar handan
tónan, kann skapa vøkur við-
komandi verk.
Beatlamanifestið: Polaroidmyndir og
Super 8 filmur frá 60’unum og 70’unum
»Beatlemanifestet« Eftir Einar Már
Gudmundsson kom út 25.august á
forlaginum Vindrose.Upprunatitulin er
»Bítlaávarpið«.Týtt til danskt hevur Erik
Skyum-Nielsen.Bókin er 236 síður og
kostar 279 kr.
Einar Már Gudmundsson er ein av mest gávaðu frásøgumonnum í Norðanlondum. Hann torir at arbeiða við tí
tragiska eins væl og tí komiska, heldur Kim Simonsen