Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 167 - 3. september 2005 Bogi Eliasen cand.scient.pol Altjóða yvirgangur Yvirgangur hevur verið ein part- ur av heimsmyndini í nógv ár, men altjóða yvirgangurin er ikki rættiliga komin fyri seg fyrrenn í hesi øldini. Ein orsøkin er meira framkomna og viðbrekna sam- felagið, sum ger tað møguligt at gera stóran skaða við rímiliga einfaldum vápnum. Nógv verður tosað um, at talan í dag er um altjóða yvirgang. Yvirgangurin verður í dag ikki bert framdur í økinum, har yvirgangsmennirnir ynskja broytingar. Al-Qaeda vil hava vesturlendska ávirkan burtur frá muslimsku londinum, sum teir siga verða rænd. Yvir- gangsmennirnir vit higartil hava sæð í vesturlondunum, eru tó ikki fólk búsitandi í hesum lond- um, men fólk sum búgva í fyrstaheimslondum. Ein bretskur imanur, segði herfyri sambært BBC, at nógvir muslimar gerast fanatiskir í fongslunum í Bret- landi. Hetta nemur við trupul- leikar, sum mugu takast fram í samband vid kríggið ímóti yvir- gangi. Manglandi integratiónin í nógvum av ríkaru londunum ger, at partur av muslimunum kenna seg útihýstar av samfelagnum. Hetta ger, at ístaðin fyri at gerast partur av samfelagnum teir eru komnir til, lata bólkarnir seg aftur og leita aftur til átrúnaðin og mentanina, sum teir eru kom- nir frá. Harafturat eru bólknarnir vitni til, at lond teirra liggja í andaleypi, bæði orsakað av vesturlendskari ávirkan serliga tey seinastu 100 til 150 árini, men eisini av harðrendum leið- arum. Einstaklingarnir, sum onkuntíð eru fyrsta ættarlið av innflytarun, men eisini annað og triðja, kenna seg ikki góðtiknar sum part av samfelagnum teir búgva í, og duga heldur ikki at síggja at teir hava nakað annað at fara til. Al-Qaeda ynskir eisini at sleppa av við mutraðar leiðarar í Miðeystri, bin Laden hevdi einki gott at bera Hussein. Júst tað at tosað verður um 3. ættarlið av innflytarum, sigur eitt sindur um hvussu torført tað er at gerast samrunnin partur av einum sam- felagi. Sum íslendski vinmaðurin Atli spurdi donsku lestrafelag- arnar, "hvis man kan være 3. generations indvandrer, hvornår fanden bliver man så dansker?" Ein stórur spurningur er, hvussu stóran veruligan stuðul al-Qaeda hevur. Tí rætt er, at bólkurin megnar at útinna ræðu- ligar atsóknr við jøvnum millum- bili, men tað sær ikki út til at hann megnar meira enn tað. Islam er kollveltandi Islam er vorðið kollveltandi, tað er her ónøgdin verður sett í bás. Rákið elvir til broytingar í samfeløgum okkara, tí kollvelt- ingarsinaðir islamistarnir stríðast eisini fyri at umvenda kristnu londini. Í donsku fjølmiðlunum bleiv herfyri víst á, at fleiri ungir danir konvertera til islam og at hetta skal síggjast sum ein ung- dómsuppreistur. Hetta verður brúkt sum provokation, eins og kommunisman var fyrr. Tí meta summi, at undirtøkan fyri islam kann sammetast við kolveltingar- sinnaðu kommunistarnar í 60’unum og 70’unum. Kolveltandi broytingar Vit tosa nógv um alheimsgerðina og allar tær broytingar hon hevur við sær. Tað er rætt, at alheims- gerðin broytir heimin, men vit geva okkum ov lítið far um, hvussu stóra broyting ógvusligu yvirgangsatsóknirnar hava havt. Hart vunnin mannarættindi verða skúgva til viks, og myndugleikar tykjast vilja pantseta partar av frælsa fólkaræðinum í stríðnum ímóti altjóða yvirgangi, sum ikki minst kom til sjóndar í "shoot to kill" politikkinum hjá Metro- politan Police í London, tá ein brasilskur unglingi uttan ávaring bleiv skotin sjey ferðir í høvdið. Tað hevur seinni víst seg, at maðurin einki hevði við yvirgang at gera. Vit leggja ikki so væl merki til tað í gerandisdegnum í Føroyum, men kring vesturheimin hava muslimar og serliga fólk úr Miðeystri strong kor. Rasisman sum var áðrenn hetta slagið av yvirgangi tók seg upp, er vorðin nógv verri. Eg fari her at royna at taka nakrar høvuðshendingar fram um hetta evni seinastu árini, sum vísir okkum, hvussu nógv hesar hendingar hava skakað og broytt okkum. Yvirgangur ikki nýtt Yvirgangur og yvirgangsatsóknir er ikki eitt nýtt fyribrygdi, men mátin altjóða yvirgangurin nýtir nú, hevur kanska størri ávirkan enn nakrantíð. Orsakirnar eru fleir, bæði tí heimurin í dag er vorðin minni við atgongd til tøkni. Lætt er at ferðast kring heimin, skjótt samband kann haldast við fólk umvegis telefon, teldutøkni, út- og sjónvarp. Tøkniligu frambrotini gera, at nógv meira umfatandi samskifti og ferðing fer fram, og sam- stundis at hetta verður gjørt í eini rímiligari frælsari skipan. Eftirlit er, soleiðis at t.d. amerikanska fregnarstænastan CIA, kann byrgja fyri atsóknum ímóti amerikonskum áhugamálum, men alt verður ikki kannað, tí so fer dynamikkurin úr skjótleikan- um í okkara tøkniligu frambrot- um. Røkkur víða Kunningartøknin ger, at yvir- gangsforsprákarar, sum t.d. Osama bin Laden, kunnu røkka víða við sínum boðskapi, uttan at skula at verða á staðnum. Soleiðis kann hann boða sín boðskap og samstundis fjala seg fyri amerikumonnum. Við at brúka kunningartøknina er eisini lættari at fáa nógv fólk at taka undir við hansara hugsjón. Hóast tað neyvan er ein stórur procentpartur í nøkrum landi, sum veruliga stuðlar bin Laden, so fær hann fatur á samhugsandi kring knøttin, sum bumbuat- sókninar í London eru prógvið um. Hesar hava eisini skakað vesturheimin, tí tað tykist ikki sum at bumbumennirnir hava havt nakað beinleiðis samband vid bin Laden ella hvønn annan, og tað sigur okkum so mikið, at talan ikki bert er um at net av yvirgangsmonnum, men um eina rørslu, har smáir bólkar ella einstaklingar sjálvir taka stig til yvirgangsatsóknir, hetta við íblástri frá bin Laden og teim sum boða hansara boðskap. Bin Laden brúkar somuleiðis tøknina til at savna alla arabiska átrúnað- arliga samleikan, til tess at berj- ast ímóti vesturheiminum í Afghanistan, Irak og aðrastaðni kring heimin. Bretland útvísir Bretland hevur longu tikið avleiðingina av hesum og vísir av landinum imanar (muslimskir prædikumenn) sum prædika soleiðis, at tað kann skiljast sum ein stuðul til at fremja yvir- gangsatsóknir. Hetta er ein bein- leiðis avleiðing av at muslimskir bretar sprongdu og royndu at spreingja bumbur í London. Bretland hevur í tíðir annars verið plágað av sama trupul- leikanum, tí IRA hevur skipað fyri fleiri atsóknum. Í Danmark er eisini komið eitt uppskot um at kunna taka ríkisborgararættin frá fólki, sum gera slík lógarbrót. Spurningurin er so bara hvar tey so skulu fara, tí Danmark loyvir ikki duppultum ríkisborgara- rætti? Irak Tað er lítil ivi um, at ein partur av uppreistrarmonnunum í Irak hava fullan stuðul frá bin Laden, eins og Bin Laden var hollur stuðul hjá Talebanunum í Afghanistan. Serliga víðgongdu sunnimuslimar tykjast at taka undir við bin Laden. Hesir hava tikið sær stórt vald í Irak í dag, og vandi er fyri, at um irakar ikki semjast um ein grundlógar- leist, endar tad við borgarakríggi. Tað er í øllum førum greitt, at sameinda hermegin og fyribils- stjórnin í Irak ikki hava valdið í øllum landinum, og at uppreist- rarbólkarnir ikki fara fram við mýkingum, har teir ráða fyri borgum. Í skrivandi løtu, er sein- asta upskotið júst sent til partarnar. Ávirkan á vesturlond. Endamálið við yvirganginum hjá Al-Qaeda er at skaka vestur- heimin, at fáa hesi londini at taka seg burtur úr muslimska heimin- um,. og eisini at fáa fastatøkur í vesturheiminum. Tað sum ger, at tað ber til at koyra andaligu herferðina, er partvíst tí at flestu av hesum londunum hava verið hjáveldi hjá vesturevropeiskum londum, og handilsliga hava vesturlond enn stóra ávirkan og tí eisini eina undirbrotligheit, serliga nú hesar mentanir, sum vóru sera frammaliga, eru farnar niður á bakka seinastu 100 árini. Og frá at hava havt stoltar heims- miðdeplar, at verða menningar- lond eyðkend av einaræði, órætt- vísi og fátækradømi. Soleiðis er endamálið hjá bin Laden at fáa muslimar at standa saman, at Bin Laden má ikki knú Hann fekk Saddam vekk, men fær han skil á Irak? Saddam er ein búrkroppur, men fyri nógvan irakar er støðan ikki betri í dag