leygardagur 3. september 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
35
úsa okkara demokrati
vinna tey muslimsku heilagu
økini undir rætt muslimsk ræði
aftur, og tað merkir eisini at fáa
amerikanskar herstøðir úr arab-
isku londunum, har Palestina/
Ísrael orrustan eisini hevur eitt
stórt virði. Mobilisering hevur
eisini verið til stríð fyri
muslimskum ræði í Kaukasus og
kanska serliga Tjetjenia. Eisini
var ein ávís mobilisering til
kríggið á Balkan í fyrrverðandi
Jugoslavia.
Bin Laden hevur skapt
ótryggleika
Laden hevur ikki eitt stórveldi,
sum kan bjóða vesturheiminum
av, men hann hevur megnað, við
einføldum, men væl tilrættar-
løgdum ætlanum at skaka og
ræða vesturheimin. Nevniliga at
skapa ótryggleika, hevur altíð
verið eitt av endamálunum við
yvirgangi, og tað hevur eydnast
honum. Yvirgangurin skal mill-
um annað fáa ræðsluna at oyði-
leggja vesturlendsku samfeløg-
ini. Vit hava sæð hesi gott 4 árini
bardagin ímóti altjóða yvirgangi
hevur verið, at fleiri sonevnd
vesturlendsk virðir eru sett undir
trýst. Vesturheimurin breggjar
sær av at vera frælsi heimurin,
men allíkavæl ber til at hava fólk
sitandi sum fangar í fleiri ár
uttan rættindi í eini hernaðarlegu
í øðrum landi. So er tað sjálv
handfaringin av fangunum, har
ræðuleikarnir í Abu Graib ikki
kunnu gloymast. Flestu lond
hava økt um møguleikarnar at
hava eftirlit fyri at byrgja fyri
yvirgangi, og m.a. er nýggjasta
tiltakið í Danmark ein lættari
atgongd til húsaransókn. Í
London bar av. Bumbuatsóknir-
nar skelkaðu øll, men løgregluna
somikið, at hon gav boð um at
skjóta fyri at drepa, um tað varð
mett neyðugt. Hetta elvdi til, at
ein púra ósekur brasiliubúgvi
fekk 7 skot í høvdið, helst uttan
at hava havt møguleika at verja
seg. Løgreglan royndi at fjala
mistakið, men hendingin í sær
sjálvum vísir, hvussu skjót vit
kunnu verða at seta reglur í verk,
sum í veruleikanum kunnu enda
við at niðurbróta okkara sam-
felagsskipan, tá vit verða sett
undir trýst. Í Bretlandi var eisini
gølan við vápnaserfrøðinginum
David Kelly, sum lak upplýsingar
til BBC, helst tí hann metti
bretsku stjórnina misbrúka
vitanina um Irak. Han kom undir
stórt trýst, og at enda tók hann
lívið av sær.
Irak kríggið
Fleiri vestanlond valdu somu-
leiðis at fara í kríggj ímóti Irak,
sum helst eisini var í lagi uppá
fleiri mátar, men bara ikki mátan
tað bleiv gjørt uppá. Saddam var
ein búrkroppur, sum helst skuldi
burtur. Nógv vistu, at tað ikki fór
at verða lætt, og tí hildi flestu
eygleiðarar, at ein ætlan um
innrás varð tengd at eini ætlan at
byggja landið uppaftur, men so
var ikki. Sagt varð eisini, at
Saddam hevði hópoyðingarvápn,
men hesi blivu ikki funnin. Hví
var USA so víst í, at vápnini
vóru har…seljarin veit sum
oftast hvønn hann hevur selt til,
ella…?
Eingin ætlan
Men at fara inn í eitt land sum
Irak, uttan at hava eina greiða
ætlan við hvussu landið skuldi
endurbyggjast, er óðamannaverk.
Irak er ikki eitt søguligt land og
býtt sundur í nógvar partar, bæði
etnisk, átrúnaðarligt, mentunar-
ligt og málsliga. Tí var givið, at
tað ikki fór at verða lætt at fáa
heildina at virka, tá Saddam var
rikin frá. Eitt annað eru allar
muturgølurnar, sum eru komnar
og eru ávegis. Tað varð longu
mutrað áðrenn í sambandi við
olju fyri mat, verkætlanina. Men
tað sum seinastu tíðina er komið
fram, um hvussu USA hevur
brúkt oljupengarnar í Irak, er
ikki serliga fyrimyndarligt, tá
hugsað verður um, at orsøkin at
fara í kríggj eisini var at reka ein
ódemokrat av vøllinum, og at fáa
at dygdargott irakiskt demokrati
við góðari stjórnarførslu. At
stríðið ímóti yvirgangi eisini
verður blandað uppí innan-
ríkisorrustur, kom fram í Spania,
sum jú hevur havt sítt egna stríð
við baskiska ETA. Táverandi
forsætismálaráðharrin var eisini
skjótur at geva ETA skyldina, tá
bumbuatsóknirnar vóru í Madrid
í fjør. Tað gjørdist tó skjótt greitt,
at talan ikki var um ETA, men
um al-Qaeda.
Í hesum døgum verður arbeitt
av øllum alvi fyri at fáa eina
grundlóg fyri Irak, men teir
tríggir høvuðspartarnir hava ilt
við at semjast, og tá landið
samstundis er illa plágað av
borgarakríggi og yvirgangs-
atsóknum, ja so er spurningurin
um skilið í dag er betri enn
undan innrásini?
Fregnartænasturnar sovið?
Í USA er tað ein afturvendandi
spurningur, um hví yvirgangurin
11. september kundi henda, og
tað er komið fram, at fleiri
ávaringarljós vóru, men at tey
ikki vunnu frama. Somuleiðis
tykist tað, sum um at vestur-
lensku fregnartænasturnar ikki
hava verið vitandi um umfatandi
muslimska samanhaldi, serliga tá
talan er um uppreistur. Helst
hava muslimar longu ferðast til
fyrrverðandi Juvoslavia, fyri at
berjast saman við muslimunum.
Eins og tað júst er komið undan
kavi, at Laden helst hevur fingið
venjing frá CIA, tá hann bardist
saman við mujahedinunum ímóti
sovjetisku innrásini í Afghanist-
an. Tað tykist eisini sum um at
fregnartænastuupplýsingarnar
um Irak hava verið antin ov
vánaligar ella misbrúktar við
vilja. Ein líknandi støða tí
bretsku við Kelly tók seg upp í
Danmark, tá Frank Grevil í
donsku fregnartænastuni lak
upplýsingar til fjølmiðlar, fyri at
vísa á skeivleikar.
Tað er tó givið, at altjóða yvir-
gangur er ein stórur trupuleiki,
og ST arbeiðir somuleiðis nógv
fyri at loysa henda trupuleika. Í
mínum hugaheimi er eingin ivi,
at bin Laden er ein búrkroppur,
sum skal steðgast. Men vit mugu
ansa eftir, at vit ikki selja okkara
samfelagsvirðir í hesum stríð-
num.
Mugu verja egin
demokratisk virði
Í dag verða vit noydd at berjast
ímóti yvirgangi, sum tí Osama
bin Laden stendur fyri. Men vit
mugu ansa eftir, at vit sjálvi ikki
fáa snævurskygd samfeløg í
hesum stríði. Stríðið hjá vestur-
heiminum má verða at vísa á
virðini í frælsum skipanum, sum
tað bestu samfelagskipanina,
eins og vit sjálvandi mugu brúka
fregnartænastur og hermegi til at
fanga búrkropparnar og forða
fyri fleiri atsóknum. Men tá
bólkar sjálvir taka stig til slíkar
atsóknir, sum tær í London, er
givið at arbeiðast skal eisini við
muslimsku bólkunum í Evropa. Í
hesum spælinum hevur Turka-
land alstóran týdning, tí sleppur
Turkaland tættari ES, kann tað
skiljast sum ein størri opinleiki
ímóti muslimum. Vit hava longu
trupulleikar av strongum
sonevndum yvirgangslógum,
men eisini ein illvilji ímóti
muslimum og serliga arabum er
við at fáa fastatøkur, og tað kann
elva til enn fleiri atsóknir í
Evropa frá muslimum, sum
kanska hava búð í t.d. Bretlandi
ella Danmark at kalla alt lívið.
At halda fast um okkara virðir
er tað týdninarmesta amboðið í
orrustuni ímóti yvirgangi. ST
hevur júst átalað Bretlad, orsaka
av ætlaninum um útvísing av
fanatiskum muslimun, so kjakið
er byrjað. Tað er givið at kríggj,
eisini hetta ímóti yvirgangi, ger
at onnur tiltøk enn í vanliga
gerðandisdegnum eru neyðug,
men vit mugu ansa eftir ikki at
missa okkum burtur í hesum
stríði.
David Kelly lak upplýsingar, tí hann helt at alt ikki ruggaði rætt. Bleiv hann trýstur til sjálvmorð?
Forsætisráðharri í kríggi, kann hann ávirka støðuna í Irak?