Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 167 - 3. september 2005 HUGLEIÐING Arnstein Niclasen Teir sótu har so tolnir báðir, meðan leikur fór. Helst tiknir á bóli. Eitt sindur. Vistu ivaleyst at høvdarmyndir av teimum báðum, Janusi og Ingálvi, skuldu avdúk- ast, og sum myndahøggarin Hans Pauli Olsen, ið altíð vekur undr- an, hevði gjørt. Og tí máttu teir helst vera til staðar. Men mundu teir báðir gruna, at heiðurslima- heitið í listafelagnum eisini var í umbúnað? Lítillætnir báðir, so fólkaligir, so vitandi um kunst, so tráandi eftir tí fullkomna - hvør á síni leið - umenn ólíkir í stíli, tilfars- vali, kós og lívsáskoðan. Janus er føddur í 1913 og er javnaldri við ta gávuríku Ruth Smith (1913-58), og Ingálvur er føddur í einum gróðrartíðar- skeiði, sama ár sum teir báðir evnagóðu mikladalsmenninir Hans Hansen (1920-70) og Fridtjof Joensen (1920-88). Tvey ár eftir Regin Dahl og tvey ár undan Steffan Danielsen (1922- 76). Heiðurstekin Heiðurstekin kunnu vera góð. Ikki júst tey sum popp-politik- arar tráa eftir. Men hini, sum eru úrslit av tí góða, tí sanna, tí sublima. Hesi heiðurstekin, sum siga teim heiðraðu, at vit eru góð við tey, tí at tey so ella so hava avrikað nakað, sum hevur ríkað og víðkað um lívsleið okkara. Sum ein afturvendandi farri frá farnu fedrum okkara, av hondum ið sleptu, og øðrum, sum vit hittu í gerðandisdegnum og sóu upp til. Tí tokka treingja vit øll til. Djúpast sæð. Hetta er íborið. Hóast alt. Góðska Tann manngóði Allan Paton (1903-88), sum í Suðurafrika hevði tekniskan skúla fyri 700 illa hagreiddar innføddar dreing- ir, hann sum skrivaði heims- kendu bókina: »Cry, the Beloved Country«, og sum Finnbogi týddi til føroyskt undir heitinum: »Grát, mítt elskaða land.« Hesin Paton sigur eymliga eina- staðni í sambandi við deyða, góðu konu sínar: »I was secretly proud to hava seen you weeping. What children we are, always wanting to be loved, always wanting to be told that we are loved! Yet to love and to be loved make up for it all, for the pain and frustration and the suffering and even the watching of suffering. That was the lesson that life taught me.« Talentir Ótaldar eru talentirnar. Øll eru so ymisk. Og ymist er hvat vit hava hug til og hug á. Og so verða summi mestsum bara undirdýkt í gávum. Líggjas í Bø, størsta nýbrotið í føroyskum skaldskapi í seinnu helvt av síðstu øld (tað helt Chr. Matras eisini), eigur í klassikaranum: »maðurin og moldin« hetta breiða strokið: - men heimurin er fullur av tápulingum, og aðrastaðni eru mennsum einki eiga og liva í fátækdømi tí teir hava halgað listini lív teirra. Ja, til eru teir sum elska kvinnur og annað sum er vakurt. Og nú um dagarnar í einum fongsilsgarði í Spanialandi varð Grimau skotin, tí hann stríddist fyri rættvísinum -. At hesir báðir heiðursmenninir í skálanum henda dagin hava kent til tronglig kor, bæði undir útbúgvingarárunum og heim- afturkomnir, hetta at kunna liva og fóta sær sum listamenn í Føroyum í teimum blóðfátæku árunum, tað kann valla verða nakar ivi um. Ja, treytin tá var bara tann, við nívandi nøgdsemi, at træde i karakter (Søren Kierkegaard), og støðugt at vera á leið móti tí ósigiliga - hvar ella hvat hetta so enn er. Janus Janus hevur altíð verið ein feril av eini standmynd á ferð, tryggur, smílandi, vinarligur, tó so livandi og meðvitandi. Glattur um kinn og skalla, alt tað vit vita um. Tó læt hann eitt skifti fyri fáum árum síðani, sum ein annar Samson, hár og skegg grógva óskert. Tað var um sama mundi, at ein partisanbólkur gjørdi eitt óvápnað snarálop (commando- raid) á úlendsku marinustøðina við Hoyvíkstjørn og teirra CIA- betentu antennutól. Kanska var talan meiri um C- liðið aldursliga, frá tí fyrr so framfýsna kjarnanum frá Frama- døgunum í 60’árunum, sum var ein andsøgn, og sum eitt og hvørt demokrati - alt annað líka - av og á treingir til, ið kann - so at siga - seta støðu maktarinnar í relieff. Snarinnrásin henda dagin skakaði alt tað betra slagið í Havn, og »løggan« varð vituliga boðsend, men láturverjar rættar- ins mundu mist bæði knippil og kasjett, táið teir millum tey mót- mælandi funnu ein, sum minti um sjálvum Rasputin - (!). Herferðin hevði eitt symbolskt yvirbrá, og elvdi tíbetur bara til materiellan skaða. Og tá fekk »tann grái eminensurin« tann heiður, á høgum og búnum aldri, at verða handtikin av løgregluni - glettandi á tonn, sjálvandi. Stikk denn. At vera ein sjálvur Janus hevði fýra sermerktar svágrar. Allir farnir um sýn. Tann søgufróða Petur Andreas- sen av Velbastað, Hákun Djur- huus, løgmann, úr Skúgvi, tann musikalska Erik Petersen úr Fuglafirði og tann ótrúliga stuttligi skemtarin Franklin Ziska úr Klaksvík. Allir framúr, hvør á sínum øki. Tí kann ein bara ikki ætla, hvussu tær begávaðu døtrarnar hjá Gamla-Kamban hava muntr- að sær - og innast inni glett seg yvir - at teirra lítillætni, humani og sáttligi bróðir soleiðis sendi allar teir so víða gitnu svágrarnar »í gólvi til teljingar við eitt slag« og skapti øðrvísi »søgu og orð« henda fylkingardagin við Hoy- víkstjørn - so at siga. Av systrunum kenni eg best Hjørdis - hinar helst av sama kaliber - sum er so ómetaliga vitandi, vinnandi og skemtingar- som og ikki minst stílsikkur, táið hon av og á tekur til pennin í bløðunum. Kanska eru syskini bæði ikki júst hugfangað av somu hugtøkum, men stílurin hjá Janusi er líka so eyðkendur sum hennara. Ingálvur Undir fagnaðartaluni av Bent Irvi og tónleikaframførsluni aftaná hugdi Janus hugfarsliga beint fram, meðan Ingálvur álýðandi (ella góðlíðandi?) helti høvdið eitt vet, og aftaná at fundurin var av, læt í honum milt brosandi: »Ja, tað var gott, at Janus var við - «. At vera mitt- punkt og at sita til heiðurs er enn ikki lívrættur hansara. Hóast eingin hevur, sum hann persónliga, torað og klárað at gingið egnar og aðrar leiðir um tað hála hellubergið og heim- landsins gaddajørð. Eitt samt Tórshavnar Býráð hótti fyri 5 árum síðani við at gera Ingálv av Reyni til - einki minni enn - til heiðursborgara høvuðsstaðarins, og sum hevði glett øll um alt landið, men hetta fekk tá tann sáttliga »Enok« upp úr stólinum: »Nei, ikki upp á vilkor. Tað kemur ikki upp á tal - - !«. Og hvør veit ikki, at eitt »skrivara-ja«, tað er eitt álítandi ja; men eisini, at eitt nei - úr somu slóð - tað er og verður eitt nei!? Og býráðið mátti lúta - -. Tað tykist so lætt - Vit, sum eru vaksin upp í høgg- myndatíð Janusar, hava á tann hátt altíð kent hann og hildið av honum. Ingálvur segði einaferð. »Fólk ána ikki, hvussu torført tað er at gera nakað so lætt og stílreint, sum tað, ið Janus letur úr hondum«. Hetta er á leið tað sama, sum Eva Bendix sigur um pápa sín, Hans Bendix, ið - eins og Matisse, forrestin - sum teknari er kendur fyri at duga hetta lætta og livandi kynstrið: "Ofte har jeg læst om min fars lette, spontane streg, legende kradset ned på få minutter. Og hver gang har jeg tænkt: - I skulle bare vide, hvor meget han øvede sig og sled med det." Virðingin Virðingin fyri Ingálvi kom, táið vit búðu á Ziskatrøð ella á Sel- heyggi, og helst av tekningum hansara í heftinum við evni úr Skriftini (Luk.15.) um tann forlorna sonin: »Søgan um ein undurfullan faðir«, og sama kynstrið bleiv enn meiri sjónskt í tí snøggu bókini: »Tann deiliga Havn« og longur á leið í abstraheraðu strikumyndunum í yrkingasavninum " - og dansurin gongur" eftir T.N. Djurhuus (1928-71). Men hvør um landið kennir ikki óðalsogn í høgg- og skurð- myndum Janusar, eins og í Ing- álvi, sum málara, teknara, sang- ara, og mannavini á havnar- gøtum. (Ja, Ingálvur, góði, vit vita, at tú heldur, at alt kundi verið so nógv betri. Kanska tað, men sakin er bara tann, at eingin klárar hetta, so væl sum tú -!) Góð løta Jú, henda løtan í skálanum var góð. Eitt sindur av stáki og fjasi, men tú misti als einki við at vera har. Tvørturímóti. Og gott í tey, sum fáa slíkt í lag. Tað elvir til - um ikki annað - til okkurt huga- rensl aftur á slóðina - soleiðis í allari ótilstrekkiligheit. Við øllum góðynskjum og til lukku, báðir, við heiðurslima- skjalinum. Góð løta í Listaskálanum Høvdarmyndirnar av Ingálvi av Reyni og Janus Djurhuus vórðu avdúkaðar í Listaskálanum herfyri. Hans Pauli Olsen, myndahøggari, hevur gjørt standmyndirnar Mynd: Bárður Lydersen