leygardagur 3. september 2005síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
37
ESSAY
Føroyska sjómanskirkjan
Ólavur Rasmusen
1.
partur
Um vártíðir fyri knøppum trim-
um árum síðan fekk undirritaði
eitt hugskot. Eg visti, at danska
sjómanskirkjan lá í tungum
fíggjarligum sjógvi, og at tað
sama var galdandi við føroysku
sjómanskirkjuni. Hugskotið fekk
eg púra einsamallur umborð á
Smyrli á veg til Havnar; hann lá
skarpur eysturyvir, so líkindini
kundu verið betri at sigla, men
vit høvdu rákið við okkum og
Paula á brúnni.
Sum so mangan stóð eg á
dekkinum og læt bara tankarnar
fara. Eg hugsaði um túrarnar í
Grønlandi, á Føroya grunnum og
undir Íslandi, um Jógvan Ingvard
á Stapanum, Dánial Paula á
Hvítanesi og Jákup á Norðsøka,
hesar meinkunnugu menn, sum
tóku sær so væl av okkum, sum
ungir fóru til skips. Mamma
lærdi meg at gera uppbakaða sós
og forlorna haru kvøldið fyri eg
sum 13 ára gamal fór sum kokk-
ur við norðsøkjandi skútuni, sum
eftir hvat ið sigst hevur ført so
kendar menn sum sjálvan
Göering. Manningin var ikki
heilt álvulig, tá ið mamma,
snimma á morgni, bordaði skipið
at reiða upp í koyggjuni. Tað
boðaði ikki frá góðum fiskiskapi,
at eitt konufólk vísti seg umborð
beint áðrenn lagt varð frá landi.
Men mamma gjørdi øllum til
skammar; vit høvdu rokfiski-
skap!
Takksemi iljaði kroppin sum
eg stóð og leit vestur á Skúv-
oynna, meðan havið, hetta
fantastiska elimentið, fylti
sinnið. Òtrúligt, sum hetta flat-
botnaða skipið Smyril hevur
roynst okkum væl.
Umstøðurnar at gera mat
umborð á Norðsøka vóru út av
lagi, og møguleikarnir at goyma
matin uppaftur verri. Gloymið
ongantíð tá ið tann forlorna
haran kom á borðið; hetta var
fyrstu ferð ein slíkur rættur varð
borðreiddur har umborð, og
mennirnir ótu, sum um teir ikki
høvdu sæð mat áður. Àtta dagar
seinni gjørdi skiparin meg
varugan við, at teir máttu fáa
forlorna haru aftur, tí at mann-
ingin tosaði ikki um annað.
Farsrullurnar lógu ovast undir
ísinum í lastini, men eg sá straks,
at ísurin hevði fingið so keði-
ligan lit. Grópaði eftir kjøtinum
og illgrunin varð staðfestur við
tað sama; kjøtið luktaði rotið,
eins og ein av hesum stillu
lúnsku fretunum. Eg gjørdist í
døpurhuga, fór upp á brúnna og
segði skiparanum, hvussu vorðið
var. Tá var tað at Jákup við síni
hásu rødd segði hesi berømmi-
ligu orðini: "Koyr nokk av salti
og pipari í, og sig einki!" Eg
protesteraði, kjøtið var ikki
munnbært. Men øll mótmæli
vóru til fánýtis, haran skuldi á
borðið.
Eg elti kjøtið, og oysti salt og
pipar í. Bilti mær inn, at tað bøtti
um luktin, men deymurin úr
gassovninum var ikki til at fara
skeivur av. Ein tíma seinni var
klárt at skaffa. So skjótt sum
manningin hevði sett seg og
gramliga byrjaði at skera stórar
lunsar av haruni niður á borðisk-
arnar, slapp eg mær út á dekkið,
heilt fram á bakkan, har mín
snella stóð allar teir mongu
túrarnar við Norðsøka. Eg ivaðist
í, um eg sjálvur kláraði at sigla
skipið til lands, tí at menninir
doyðu av døgurðanum, tað
ivaðist eg onga løtu í.
Glaður var eg, tá ið tann fyrsti
maðurin kom fram á dekkið,
hann hevði etið seg um rygg,
hevði ikki fingið so góðan
døgurða í lívinum. Eg tók ein
stóran, blankan tosk innanborða,
tá ið hinir menninir eins fegnir
og tann fyrsti, sprellivandi komu
út úr messuni; hetta má í hvussu
so er vera eitt prógv um Guðs
eksistens, hugsaði eg við mær
sjálvum, og tók tann næsta
toskin inn.
Men manningin var von við
mangt slíkt. Tá ið 14 dagar vóru
farnir lógu rugbreyðini so moðin
niðri í einum kassa í kahúttuni,
at tey sóu út sum loðnir frensar.
Hetta er vónleyst, mól tað í mær.
Men Jóhannes á Gadd visti
betur, og lærdi meg eitt stórt
kynstur, at skera alt tað tjúkka,
grøna, loðna slýggið burtur, so
bara ein smøl ál av reinum
breyði var eftir. Eftir einari løtu í
gassovninum var gallan fylt við
tí fínasta anga av nýbakaðum
breyði, og álin var pumpað upp
til nátúrliga stødd!
Tá ið Smyril var komin um
Dalsfles, fekk eg hugskotið; at
skriva eitt bræv til Føroya lands-
stýri, og skjóta upp eitt samstarv
við donsku sjómanskirkjuni, tí eg
visti hvussu moyrir Claus Harms
og Ronald Pedersen, oddamenn-
inur í donsku sjómanskirkjuni
vóru, sum fíggjarliga støðan hjá
teimum var. So moyrir, at tað fór
ikki at vera nakar trupulleiki at
fáa ein sáttmála, sum gav føroy-
ingum ávirkan í mun til játtaða
peningin, samstundis sum vit
fingu nýtlsurættin til eina av
teimum donsku sjómanskirkj-
unum; eitt samstarv, sum er púra
vanligt millum onnur norðan-
lond. Og at nevndin í føroysku
sjómanskirkjuni fór at taka undir
við hesum var eingi ivi um, tí at
har var eingin fíggjarlig orka til
nakað líkindaligt arbeiði fyri
føroyskar sjómenn.
Sum hugsað so gjørt; beina
kós niðan í bispagarðin at leggja
uppskotið fyri Hans Jacob. Hans
Jacob var fyrndarblíður, skilti
straks essensin í uppskotinum,
skonkti kaffi, og bað meg skriva
brævið beinanvegin, um sjó-
manskirkjan einki hevði ímóti tí,
væl at merkja. Àðrenn eg setti
meg við telduna inni á bispa-
skrivstovuni, ringdi eg til Jógvan
Fríðriksson, formannin í nevnd-
ini fyri føroysku sjómanskirkjuna
og spurdi hvat hann helt. Hann
helt, at uppskotið var frálíkt, og
gav mær, eins og biskupur, grønt
ljós til beinanvegin at orða eitt rit
at senda landsstýrinum.
Løtu seinni, eftir smávegis
fínpussingar saman við bispi, var
brævið til landstýrið liðugt
skrivað. Ringdi inná Gjaranes,
las brævið, sum varð góðtikið,
og einar tveir tímar aftaná at eg
var komin í land av Smyrli fór
brævið í postkassan. Og soleiðis
sum avtalan var, hevði eg vegna
føroysku sjómanskirkjuna sjálvur
skrivað undir brævið.
Tá ið eg fór út úr bispagarðin-
um var tað við eini góðari kenslu
av, at kanska fór okkurt muna-
gott at spyrjast burturúr hesum
uppskoti, so at føroyska sjó-
manskirkjan kundi gerast meira
kend her heima, men ikki minst,
til frama fyri okkara siglandi
fólk. Havi sjálvur starvast sum
sjómansprestur í fleiri ár, og veit
hvussu stóran týdning tað hevur
fyri sjófólkið, at heimlandið, so
ella so, er til staðar í fremmand-
ari havn.
Hevði eg vitað, at málið fekk
ta lagnu sum ta fekk, skuldi eg
havt hildið tankarnar umborð á
Smyrli fyri meg sjálvan. Tí at eg
noyddist skjótt at ásanna, at
reiðiliga hálvrotnu farsrullurnar í
bliknaða 8 daga gamla ísinum
umborð á Norðsøka einki vóru at
rokna í mun til tann ringa roykin,
sum skjótt kom undan kavi
millum mínar egnu starvsfelagar.
Hevði eg av illum latið ein
ávísan annan persón fingið
kensluna av, at tað var hansara
uppskot, so hevði pípan frá
byrjanini av ivaleyst fingið
annað ljóð. Men tað er, sum
kunnugt, so lætt at vera klókur
aftaná.
Seinni skuldi málið vísa seg at
gerast nógvar ferðirnar álvars-
ligari.
(framhald)
Sjómansprestastarvið
– ein kristin kriminalsak
Sjómansprestastarvið
– ein kristin kriminalsak
ESSAY Í SEKS
PØRTUM
FØROYSKA
SJÓMANSPRESTASTARVIÐ
Essayistur: Ólavur Rasmussen
Við jøvnum millumbilum hevur
ónøgd verið frammi í føroyskum
bløðum um føroyska sjómans-
prestastarvið, serliga við atliti at
sjálvari setanini. Ì komandi
Sosialunum fer Ólavur Rasmus-
sen, sóknarprestur og fyrrver-
andi sjómansprestur, at geva
eina lýsing av hesum máli, sum
hann kallar eina kristna kriminal-
sak.
Fáur ella kanska eingin hevur
so stórt innlit í í hesum máli sum
Ólavur, tí tað var hann, sum upp-
runaliga fekk hugskotið at skipa
eitt føroyskt sjómanspresta-
embæti, í samstarvi millum før-
oysku- og donsku sjómanskirkj-
una og Føroya landsstýri. Ólavur
Rasmussen sat eisini í nevndini,
sum mentamálaráðið setti at
gera álit í málinum, og fall tað
Ólavi í lut at hava alt samskiftið
við leiðsluna í donsku sjómans-
kirkjuni, meðan álitið var í gerð.
Í greinarøðini kemur mangt
og hvat undan kavi, og í seinasta
tátti verður avdúkað, hví hesi
essay hava fingið heitið: Ein
kristin kriminalsak.
Hálvrotnu farsrullurnar umborð á
Norðsøka vóru einki í mun til tann
ringa roykin, sum kom at standast
av sjómansprestastarvinu