leygardagur 3. september 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 152 - 13. august 2005
Kjartan Kristiansen
Afturkomin av aðru ferð til
Íslands eftir tveimum mánaðum
ert tú líka býttur sum øll hini,
sum spyrja, hvat er tað, sum
Íslendingar duga betur enn
onnur. Alt gongur við rúkandi
ferð. Trúgvin um framtíðina og
um at eiga lut í henni sæst alla
staðir, og tú gloppar ikki eina
avís uttan at lesa, at nú hava
íslendingar aftur keypt eina
fyritøku í útlondum.
Men nú frættist so, at út-
lendskur peningur hevur ilt við
at leita til Íslands. Íslendingar
fýlast á, at teirra heimliga
vinnulív ikki hevur fingið tann
heilsugevandi íblástur av altjóða-
gerð, kunnleika og váðafúsum
kapitali, sum stendst av útlendsk-
um íløgum, og sum tykist so
avgerandi neyðug í mentu
búskapunum í øllum londum.
Útlendingar keypa ikki íslendsk
partabrøv á keypsskálanum í
Íslandi, og fleiri íslendsk parta-
feløg verða skrásett á keyps-
skálum uttanlands. Men hesi
feløg hava meginvirksemið
uttanlands og ikki í Íslandi, har
nýggju og nýskapandi fyritøk-
urnar hava ilt við at fáa kapital
og fígging.
Róð verður tí fram undir, at
neyðugt er at loyva útlendskum
kapitali inn í fiskivinnuna og í
orkuveitingarkervið, men
harumframt verður bent á, at
neyðugt er at einfaldgera og
lætta um regluverk, skattir og
avgjøld.
Einskiljing og útlendskar
íløgur
Heldur ikki vit kunnu reypa av
stórum íløgum úr útlondum.
Íslendingar og norðmenn hava
gjørt tær flestu, og tað tykist sum
íslendskar fyritøkur, sum ætla
sær út í heim, gera fyrstu roynd-
irnar í Føroyum.
Stóru møguleikarnir hava
kanska ikki verið, uttan í alivinn-
uni og teimum fáu føroysku
privatu fyritøkunum, sum eru:
Skipafelagið Føroyar, Tórshavnar
Skipasmiðja og SMS, men
royndir hava verið eftir øðrum,
eitt nú Havsbrún, sum føroyskir
íleggjarar hava sæð størra
ágóðan í at eiga sjálvir.
Útlendskur kapitalur leitaði
ikki til Íslands at keypa upp, tá
stóru einskiljingarnar fóru fram
har. Sluppu kanska heldur ikki
uppí part, og tað vóru tí íslend-
ingar, sum keyptu og sum nú
eiga vinnulívið í Íslandi. Men so
hvørt, sum partar av tí gerast
altjóða kappingarførir og
skrásettir á stóru keypsskálunum,
verða útlendingar áhugaðir í
teimum.
Atlantsflog
Eftir íslendsku royndunum
bendir sostatt lítið á, at útlendsk-
ur kapitalur fer at standa í
fremstu røð at keypa føroysku
fyritøkurnar, tá - og um tær fara
at verða einskildar. Heldur ikki
íslendskur kapitalur; hann hevur
longu gjørt sær sínar royndir her
og hevur fingið hægri flog.
Hví skuldi hann t.d. keypt
Atlantsflog, tá hann longu situr
við Sterling Airways, Maersk Air
og triðinginum av svenska
Flyme? Hann keypti ikki flog-
førini frá Maersk, og hann mann
ikki hava áhuga í flogførunum
hjá Atlantsflogi. Søluvirðið av
Atlantsflogi liggur í ferða-
fólkaflutningi til og úr Føroyum
og í teimum eykaflutningsmøgu-
leikum, sum tað hevur megnað at
fingið.
Higartil er felagið sloppið
undan óhappum, og fram til í ar
hevur tað havt ein óvanliga
góðan regularitet. Men felagið er
ongin fongur hjá altjóða íleggj-
ara ella flogfelagi, sum kappast í
lágprísi ella um stórleika.
Felagið er ser-tænastufelag
burturav.
Tað verða tí føroyingar, sum
fara at bjóða besta prísin fyri
felagið; teir kenna marknaðin, og
teir kenna føroyska samfelagið
og politisku skipanina.
Møgulig leið
Vit kunnu hinvegin spyrja, hvat
hevði gjørt Atlantsflog áhugavert
hjá útlendskum og har við eisini
føroyskum íleggjarum, sum vilja
gera felagið altjóða kappingar-
ført á einari enn óroyndari rók
(niche) og tí til eina góða íløgu.
Fyrsta treytin, fyri at hetta
kann henda, er, at føroyska
regluverkið verður á fremsta
altjóða støði, og at ongar ser-
treytir eru fyri at reka flogferðslu
úr Føroyum.
Onnur treytin er, at øll gjøld
verða avtikin, og flogvøllurin
verður opin alt samdøgrið.
Tænastutilboðini á flogvøllinum
mugu útbyggjast og virka á
hægsta góðskustigi, ikki minst til
smáflogfør, serliga charter-
flúgving og tyrlu-flúgving.
Slíkar veitingar høvdu styrkt
og tryggjað Atlantsflog sum
føroyskt flogfelag burtur av,
uttan mun til, um føroyingar ella
útlendingar áttu tað. Samstundis
hevði tað fingið onnur flogfeløg
at "búsetst" í Føroyum. Slíkar
veitingar høvdu gjørt kappingina
um at keypa Atlantsflog veruliga
og prísin hægri.
Spurningurin er tó ikki, hvør
prísur fæst fyri Atlantsflog. Í
verandi støðu fæst ikki nógv fyri
felagið.
Tað felagnum fyrst og fremst
tørvar, er meira kapital og
styrktan vinnuligan leiðslu-
bygnað. Tá er tað ført fyri at
kappast á øðrum inntøku-
gevandi marknaðum, at tola
andróður og at royna nýggjar
leiðir.
Tí ræður um nú at bjóða
privatum íleggjarum at seta
pening í felagið og styrkja tað
vinnu-liga og leiðsluliga, so
partapeningurin hjá landinum
kann seljast fyri ein góðan prís.
Verður hetta ikki gjørt, ella
verður felagið verandi á
almennum hondum, hava vit
sjálvi forkomið felagnum og
tryggari flogferðslu til og úr
Føroyum.
Føroya Tele
Nú Vodafone Iceland hevur sett
seg á ræðis-rættin á Kalli, munu
eitt nú íslending-ar ikki eisini
fara at keypa Føroya Tele, tá tað
einaferð kemur so langt, at
partabrøvini her fara at verða
seld? Kann tað hugsast, at fult
einskildi Síminn fer at vilja
keypa Føroya Tele? Trúliga fer
hvørki av feløgunum at vísa
Føroya Tele stórvegis ans. Tað
hanga so nógvir lepar við Føroya
Tele, sum darva altjóða virk-
seminum hjá Vodafone, at hetta
felag fer ikki at royna at eiga
føroyska telemarknaðin burturav,
og Síminn fer heldur ikki at
brúka orku at kappast í Føroyum
við Vodafone Iceland. Kappingin
teirra millum er nóg hørð í
Íslandi. Áðrenn Føroya Tele er
komið til sølu, eru íslendsku
feløgini farin á størri og meira
lovandi marknaðir.
Einasti útlendski keyparin, ið
kann hugsast skuldi verið TDC
(Tele Danmark) - um bert av
veneratión. Men eigararnir av
hesum felag fara ikki at loypa á
leistum at taka ábyrgdina av
føroyska televerkinum.
So eisini her verða tað før-
oyskir íleggjarar, sum fara at
keypa. Her forðar onki at selja.
Tí eigur hetta felag at verða tað
fyrsta at bjóða út til sølu.
Føroya Banki
Heldur ikki við einskiljing av
Føroya Banka fara vit at fáa tað
stóra rendið av útlendskum
íleggjarum hendan vegin. Teir,
Ferðabræv úr Íslandi