Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-03, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 2005síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 167 - 3. september 2005 39 sum longu eru komnir, fara trúliga at verða áhugaðir saman við føroysku samstarvpørtum sínum, og Tryggingarfelagið Føroyar fer helst eisini at vilja hava sín part. Meðan vanligi føroyingurin neyvan fer at keypa partabrøv í Atlantsflogi og Føroya Tele, kundu fleiri vanligir føroyingar hugsast at vilja keypt partabrøv í Føroya Banka, men trúliga fer einskiljingin av bankanum at verða seinkað av ótta fyri, hvørjir stórir heimligir íleggjarar fara at bjóða seg fram. Tað er jú so nógv, sum bendir á, at tilgongdin í einskiljing higartil hevur verið nógv seinkað av, at ymiskir politiskir bólkar hava óttast, at hesir ella hasir skuldu fáa ræði aftur, ella hava viljað, at tað skuldi gerast lættari hjá hesum ella hasum at fáa hendur á vinnutólum. Tann illtanki kann tí spøkja, at ræðumyndir-nar um, at útlend- ingar skulu seta seg á alt okkara samskifti við umheimin og bumba okkum aftur í fortíðina, mest eru lótir at dylja, at vit ikki unna øðrum føroyingum at royna sín kapital og sína orku at gera almennar stovnar til lønandi, altjóða kappingarførar fyritøkur. Møgulig gongd Tað var tí kanska vert at tikið hugsanina hjá løgmanni um at geva hvørjum føroyingi eitt partabræv í Føroya Banka til gávus, svarandi til kanska 20 % av partapeninginum og um somu tíð bjóða teimum at keypt eitt hálvt partabræv afturat fyri mett innara virði. Tað, sum ikki varð keypt av "nýggju" parta-eigar- unum kundi verið boðið øðrum áhugaðum at keypt. Hetta kundi verið fyrsta stig av einskiljingini av bankanum, og tann ella tey, sum tá høvdu áhuga í bankanum, kundu keypt partabrøv frá teimum, sum heldur vildu hava pening enn átt partabrøv í bankanum. Hetta hevði í roynd og veru verið ein sannur "skattalætti", sum hvørt mansbarn í Føroyum hevði fingið ágóðan av, og tað kundi sett ferð á tann áhuga millum vanliga borgaran fyri vinnuvirksemi og at seta pening í váðafúsar vinnuverkætlanir, sum eyðkennir framkomin lond. Møguligur útlendskur ella íslendskur áhugi hevði kanska komið betur til sjóndar við slíkari tilgongd. Ein fólkaræðisligur spurningur Einskiljingartilgongdin hevur higartil verið nógv tarnað og seinkað av kjaki um rættan framferðarhátt, og um at fáa so nógv í lands- ella aðrar kassar sum til ber; um gjøgnum-skygni og um leiðreglur. Politiska skipanin hevur brúkt nógva orku til fánýtis at royna at stýra teimum vinnurekandi grunnunum, sum hava verið úrslit av royndum at bjarga vinnuligum virksemi í Føroyum eftir stígir og kreppur. Úrslitið hevur kortini verið, at enn er bert tann eina einskilj- ingin farin fram. Og skjótara til- gongdin í einskiljingini, sum løgmansrøðan bar boð um, tykist bert at hava eggjað okkara fólkavaldu at koma fram við hvør sínari fortreyt fyri, at teir kunnu ganga við til einskiljing av hesari ella hasari fyritøkuni. Vit kunnu tí óttast, at politiskt sundurlyndi og serstøður fara at seinka einskiljingini fleiri ár frameftir, og vit fáa ikki nóg skjótt tann greiða skilnað millum alment og privat, sum er avgerandi neyðugur fyri visión 2015 Skal visiónin røkkast, mugu allir partar vera við og leggja sína orku í. Tað gerst ikki, um løgtingið verður liggjandi á vinnutólunum. Hvør einstakur føroyingur eigur at kunna sleppa at gerast parteigari í føroyskum vinnuligum virksemi og gera sína ávirkan galdandi. Ikki øll fara at vinna pening, men tey flestu fara, og tey fara at skapa munandi økt virksemi og búskaparliga framgongd í landinum. Hesar eru royndirnar í øðrum londum, eitt nú í Íslandi. Tí er tað landið í dag millum tey mest framkomnu á so nógvum økjum, meðan vit liggja 15 % ella meira aftanfyri øll okkara norður- lendsku grannalond. Eftir íslendsku royndunum bendir lítið á, at útlendsk-ur kapitalur fer at standa í fremstu røð at keypa føroysku fyritøkurnar, tá - og um tær fara at verða einskildar. Heldur ikki íslendskur kapitalur; hann hevur longu gjørt sær sínar royndir her og hevur fingið hægri flog. Hví skuldi hann t.d. keypt Atlantsflog, tá hann longu situr við Sterling Airways, Maersk Air og triðinginum av svenska Flyme? Hann keypti ikki flogførini frá Maersk, og hann mann ikki hava áhuga í flogførunum hjá Atlantsflogi. Søluvirðið av Atlantsflogi liggur í ferðafólkaflutningi til og úr Føroyum og í teimum eykaflutningsmøgu-leikum, sum tað hevur megnað at fingið, sigur Kjartan Kristiansen