leygardagur 3. september 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 67 - 9. apríl 2005
Maud Wang Hansen
Var á Trapputingi fyri nøkrum
døgum síðani.
Fitt av fólki var møtt, og hølini
vóru hugnalig, man sat eitt
sindur trongt, men tað gjørdi tað
bara deiliga trygt at sita har og
lurta eftir tveimum alternativum
løgmansrøðum. Tað er ikki
hvønn dag man verður útsettur
fyri at skula hoyra tvær løgmans-
røður sama dag, og tað krevur
eitt sindur av tær. Forvæntning-
arnir vóru stórar, serliga til
leiðaran fyri Serstovnadeildina,
sum jú dagliga leiðir eina deild
har sosialt arbeiði er kjarnu-
veitanin.
Eg má siga, at eg var bergtikin
av røðuni hjá Svening á Lofti,
hann dugdi væl og setti viður-
skiftini hjá sálarliga sjúkum í
perspektiv uttan at man fekk
fatan av, at tað var yvirdrivið ella
íspunnið. Tað var tann harði
veruleikin sum bleiv lagdur fram
upp á 12 min.
Jóanes Dalsgaard hevði nøkur
spennandi sjónarmið um, hvussu
vit máta trivnaðin í føroyska
samfelagnum. Spurningurin um,
hvørt tað er trvinaðurin hjá teim
veikastu í samfelagnum, sum
skal verða avgerandi fyri, hvørt
vit kunnu meta okkum millum
fremstu lond í heiminum um bert
10 ár, altso í 2015, er áhuga-
verdur.
Spurningurin til verandi
politisku fyriskiparar er, hvørt
tey vilja hava so nógv sum
gjørligt fyri peningin, t. e.
kvantitet ella um tey ynskja so
góðar tænastur sum gjørligt fyri
pengarnar, t. e. kvalitet?
Jørgeni Niclassen sá út til at
dáma væl tosið um, at man kann
finna privatar loysnir í staðin fyri
almennar. Hann segði við einum
smíli, at man lættliga kann finna
betri og enntá bíligari loysnir við
at leggja sosiala arbeiði á
privatar hendur. Her loyvi eg
mær at ivast í, um vit tá fáa
kvantitet ella kvalitet fyri
pengarnar, eg beri stóran banga
fyri, at tað verður tað fremra, t.e.
kvantitet.
Vit hava seinastu tíðina sæð
nógv dømir um, at sosialt arbeiði
verður lítið mett og kanska
kemst hetta av manglandi vitan
um samanhangir. Tað er eingin
loyna, at arbeiði við brekaðum
fólki er serligt og at tað ofta
krevur langar frágreiðingar, tá
ein skal lýsa júst, hvat tað er sum
man ger og hví tað kostar tað
sum tað ger. Tá eg sigi brekað
fólk, brúki eg hetta ikki væl-
dámda fyribrygdið, sum hóast alt
umfatar fólk, ip eru skerd í
førleika av mongum ymiskum
ávum. Eg taki ongan bólk fram
um nakran annan, hóast eg má
ásanna, at tað eru bólkar, sum
eru verri fyri í samfelagnum enn
aðrir.
Eg vil her nevna nøkur dømir
um sparingar, sum hava rakt
sosiala økið í fjør:
Tórshavnar kommuna
lækkaði barnagarðsaldurin
fyri at fáa bíðilistarnar burtur.
Høvdu tey tosað við
foreldrini og námsfrøð-
ingarnar á økinum um,
hvørjar avleiðingar hetta
kundi fáa fyri trivnaðin í
einum barnagarði?
Kvøldskúlarnir fyri fólk við
serligum tørvi vóru skornir
inn á bein og ávíst virksemi
bleiv strikað heilt. M. a.
virksemi á Verkstaðnum Vón
bleiv støðgað. Spurdi man tey
avvarðandi og lærararnar,
hvørjar avleiðingar hetta
kundi fáa? Man spurdi ein av
teimum, sum hevði valt
henda aktivitet í áravís, og
hansara viðmerking var: »At
so má eg bara sita heima um
kvøldarnar, tað er keðiligt«.
Ferð aftan á ferð verða álit
skrivaði uttan at fakfeløg ella
áhugabólkar eru umboðaði í
hesum arbeiði.
Og tað eru nógv onnur
dømir……
Fyri at venda aftur til tað
politiska forumið á Trappu-
tinginum, hevði undirritaða eina
viðmerking um, at tað átti at
verið við fólki sum bera brek
eins og tað er við skúlanæm-
ingum, at man tillagar virksemi
eftir, hvussu stórur tørvurin er.
Vit hoyra ikki um, at ávísir
skúlanæmingar ikki sleppa í
skúla, tí ov lítlir pengar eru til
tess. Hvør skulanæmingur kostar
eina ávísa upphædd, m. a. við
læraratímum og plássi.
Tað var hetta eg hugsaði, tá eg
segði, at pengarnir skulu fylgja
brúkaranum. At júst hesin
seinasti setningurin var ein
politiskur retoriskur floskil,
hugsaði eg ikki um. Men eg fór
at ivast, tá Jørgin Niclassen tók
undir við tí eg segði.
Tað eg meini er, at um ein
persónur hevur ávísan tørv á
hjálp, skal hesin tørvur metast av
fakfólki og røttu tilboðini fáast
til vega. Tað er at virða menn-
iskja, og tað skapar trivna, og eg
meti, at vit kunnu koma við í
visión 2015 á henda hátt og bert
á henda hátt.
Sosialpolitikkur kann ikki
fastleggjast í eini fíggjarætlan,
har má verða pláss fyri, at
viðurskifti, man ikki visti, um
kunnu loysast tá tey uppstanda.
Føroyska samfelagið eigur í
2005 ikki at dúva upp á foreldur
og avvarðandi, men at geva
øllum sum tørva hjálp eina
virðiliga viðferð.
Takk fyri eitt gott tiltak og
takk fyri tær opinhjartaðu
viðmerkingarnar, sum vórðu
bornar fram hetta kvøldið, tað
var gevandi og læruríkt fyri meg
at luttaka.
Er nakað innihald í politiskum
retoriskum flosklum?
Trapputingið næstseinasta mánakvøld, tá forsorgin var á skránni. Svenning av Lofti og Jóanes N. Dalsgaard hildu »løgmansrøðurna«, meðan Jørgen Niclasen og Bill Justinussen umboðaðu
politiska myndugleikan
Mynd: Álvur Haraldsen