leygardagur 3. september 2005síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 167 - 3. september 2005
41
Telefon 31 58 90 Fax 31 04 68 Mail eli@alma.fo
Mentamáladeildin
Fulltrúi
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Tel. 35 50 50
Faks 35 50 55
mmr@mmr.fo
www.mmr.fo
Eitt áhugavert, fjølbroytt og sjálvstøðugt starv
sum fulltrúi er leyst at søkja í Mentamáladeildini.
Starvið
Høvuðsuppgávurnar hjá fulltrúanum eru m.a.:
• At fyrisita, tryggja menning og samstarv
og at røkja samskiftið við stovnar og øki
undir Mentamáladeildini, og taka sær
av málsviðgerð í hesum sambandi
• At arbeiða við verkætlanum og uppgávum
• At ráðgeva og vegleiða í spurningum innan
økið, tilevna uppskot til lógir, kunngerðir,
reglur o.a.
• At umsita virkisøki, sum verða løgd til
fulltrúan
• At taka lut í arbeiðsbólkum
• At taka sær av málsviðgerð sum heild
• At røkja aðrar fyrisitingarligar uppgávur.
Fulltrúin skal tryggja, at nevndu uppgávur verða
loystar á einum høgum fakligum stigi, og at
mannagongdirnar eru í samsvari við nútímans
krøv.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal:
• hava útbúgving frá lærdum háskúla ella
aðra viðkomandi útbúgving
• kunna arbeiða sjálvstøðugt umframt
samstarva í arbeiðsbólkum o.l.
• vera tænastusinnaður, fyrikomandi og
hava góð samstarvsevni
• hava áhuga fyri avbjóðingum og vilja til
at royna nýggjar leiðir
Vit bjóða
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og
við nógvum samskifti inn- og úteftir. Arbeiðið er á
einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir
fyri bæði persónligari og fakligari menning eru
góðir.
Mentamálaráðið
arbeiðir
við
elektroniskari
skjalahandfaring, og er fyrisitingin tí við at gerast
pappírsleys. Upplært verður í hesi skipan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um stjórnarráðini, Løgmans-
skrivstovuna og deildir teirra.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø. skulu sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella til t-post: mmr@mmr.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
5. september 2005, kl. 16.00.
Nærri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær
til Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, ella Petur
Petersen, aðalstjóra, á tlf. 35 50 50.
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentanarmál og gransking. Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Mentamálaráðið er skipað í tríggjar deildir – Mentamáladeild,
Fólkaskúladeild og Vinnu- og miðnámsskúladeild – umframt ein stáp, sum veitir ráðgeving til deildirnar o.o.
Mentamáladeildin hevur fyrisitingina av hægri útbúgvingum, mentamálum, gransking, søvnum, loftmiðlum, ítrótti og øðrum
frítíðarvirksemi. Harafturat fyrisitur deildin ávísar uppgávur viðvíkjandi kirkjuni.
www.sansir.fo