leygardagur 3. september 2005síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 167 - 3. september 2005
Jens Kristian Hansen
Sámal Erik Hentze
Bygningssnikkari
Bygnignssnikkari
Tel. 215590
fax: 315590
Tel. 215589
Brattalíð 8 - FO-100 Tórshavn
Teldupostur: hvt@kallnet.fo
Ogna tær tín egna húsavørð
Handverkari
til Húsavarðartænastuna
Sókt verður eftir handverkara til
Húsavarðartænastuna, at byrja skjótast tilber.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. hesar:
• Húsavarðartænastu uppgávur.
• Húsaumvælingar bæði stórar og smáar.
• Nýbyggjan/umbyggjan - av ymiskum slagið.
• Umframt aðrar líknandi uppgávur.
Krøv til tann ið settur verður:
• Tú er lærdur bygningssnikkari ella
timburmaður.
• Hevur koyrikoyrt.
• Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt.
• Ert fyrikomandi og ágrýtin.
• Ert skjótur og nærlagdur
• Góð samstarvsevnir.
• Ert málrættaður
Húsavarðartænastan kann bjóða tær:
• Eitt spennandi og avbjóðandi starv.
• Samstarv við nógvar ymiskar kundar.
• Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.
• Eitt arbeiðspláss við m.a persónligum
eginleikum sum humor og greiða talu.
• Góða løn
Hevur hettar tín áhuga, so ring og spyr eftir
Húsavarðartænatuni, Sámal Erik Hentze
Alt snikkara- og timburarbeiði
Skrivstovufólk
Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt
eftir skrivstovufólki til umsitingina hjá
Heimamissiónini í Nesvík.
Starvið er tíðaravmarkað frá uml. 13.
september 2005 til 31. juli 2006.
Arbeiðið umfatar m.a.:
• Avgreiða telefon og post.
• Privat skrivari hjá aðalskrivaranum í vanligum
samskiftis málum og uppgávum.
• Fyrireika og avgreiða tilfar o.a. til fundir fyri
aðalskrivaran.
• Ábyrgd av arkivering.
• Bókhald: Kontering, bókingar og avstemming av
konti hjá Heimamissiónini við greinum.
• Umsiting av haldarum av Trúboðanum o.ø., m.a.
haldaragjøld, ljóðbond o.a..
• Skráseting og viðlíkahald av stýrum, nevndum,
hátíðardøgum o.ø..
• Neyðugt arbeiði í samb. við landstiltøk og
summarlegurnar.
• Fyrireika og verða til staðar, til tiltøk ið hoyra
undir aðalskrivaran.
Førleiki:
• Tekur undir við lógskipanini hjá Heimamissiónini.
• Samstarvsevni,
fryntlig/ur fyrikomandi og
álítandi.
• Kunnleiki til bókhald og teldur er ein fyrimunur.
Vit bjóða:
• eitt innihaldsríkt starv í góðum arbeiðsumhvørvi
og góðum starvsfeløgum.
Løn og ferðaendurgjald eftir galdandi skipan.
Umsóknir skulu sendast til:
Heimamissiónin, 437 Nesvík,
viðm. skrivstovustarv.
Freistin at søkja er týsdagin 6. september 2005.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Vagn Foldbo, aðalskrivara
tlf. 47 00 00, fax 47 00 01,
t-post: vf@mission.fo
Kirkjuliga Heimamissiónin
FO-437 Nesvík
www.mission.fo , hm@mission.fo
Kirkjuliga Heimamissiónin er luthersk-evangelisk rørsla innan
fólkakirkjuna, ið virkar fyri at breiða út gleðiboðskapin um Jesus
Krist og menna felagsskap teirra trúgvandi á landi og sjógvi,heima
og úti.
Leiðari
til
Virkishúsið fyri Ung
í Klaksvík
Klaksvíkar kommuna er í ferð við at seta á stovn
eitt virkishús fyri ung í Klaksvík og søkir í hesum
sambandi eftir leiðara.
Talan er um eitt fulltíðarstarv.
Høvuðsuppgávurnar eru:
• at hava ábyrgd av dagliga virkseminum
• at hava ábyrgd av fyristingini og fíggjarligu
viðurskiftunum í virkishúsinum
Aðrar uppgávur eru:
• at skapa møguleika hjá børnum og ungum fyri
mennandi upplivingum í rúsfríum umhvørvi
• at skipa fyri tiltøkum til frama fyri børn og ung
í Klaksvíkar kommunu
• fylgja við og kunna seg um menning, sum fer
fram á økinum
• samstarva við feløg og einstaklingar um felags
mál
• at verða við í norðurlendskum samstarvi
Vit sóknast eftir persóni, ið:
• hevur hugsjónir um virksemið í einum barna-
og ungdómshúsi
• breiða vitan um ungdómsarbeiði sum heild
• kann ganga á odda og arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at fyrisita og leiða
• kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar
og onnur
• dugir at samskifta innan- og uttanhýsis
• hevur nátúrligan myndugleika og ein
nútímans leiðslustíl
Útbúgving/royndir:
• pedagogur, lærari ella aðra viðkomandi
útbúgving
• helst hava royndir innan leiðslu
• kunnleika til EDV
Vit kunnu bjóða:
• eitt spennandi arbeiði við nógvum
avbjóðingum
• at verða við frá byrjan og byggja stovnin upp
• góðar samstarvsfelagar
Setanarviðurskifti:
• lønar- og setanarviðurskifti sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og
avvarðandi yrkisfelag
• verður at tola bygnaðarbroytingar
• starvið verður sett skjótast til ber
Fleiri upplýsingar
fáast við at venda sær til Jancy Biskopstø Klein
sosialdeildarleiðara ella John Færø býráðsskriv-
ara á telefon 41 00 00.
Umsókn
saman við viðmælum og upplýsingum um út-
búgving og royndir skulu vera
Klaksvíkar kommunu, postboks 2, 700 Klaks-
vík í hendi í seinasta lagi 23. september 2005.
Klaksvíkar Kommuna
Landsliðsvenjari í
svimjing
Starvið sum venjari hjá svimjilandsliðnum verður
við hesum lýst leyst at søkja.
Vit sóknast eftir persóni at standa fyri venjingini av
landsliðnum og vænta at hesin hevur viðkomandi
útbúgving og/ella skeið.
Vit miða eftir at venjarin kann byrja ikki seinni enn
1. oktober 2005.
Løn og starvstreytir annars vera ásett eftir nærri
avtalu.
Hevur hetta tín áhuga, kann tú senda umsókn,
saman við viðkomandi prógvum til:
Svimjisamband Føroya
Att.: Palli Ziskason
á Brekku 53
FO-700 Klaksvík
Umsóknir skulu vera okkum í hendi innan 15.
september 2005.
Fólk søkist
Einingaverksmiðjan ehf søkir eftir fólki at byrja
skjótast gjørligt til betongelement framleiðslu.
Vit søkja eftir:
- Tveimum timburmonnum
- Tveimum monnum til stoypiarbeiði
- Einum jarnbindara
- Einum múrara
Einingaverksmiðjan ehf,
Breiðhöfða 10, 112 Reykjavik
Tlf: 587-7770, Fax 587-775
Sigurbjörn Óli Ágústsson [soa@ev.is]
www.ev.is