Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 168 - 6. september 2005 Ongar venjingar Hóast brandmeistarin í Havn, Kartni Jacob- sen, aðrastaðnis á síð- uni vil verða við, at sløkkiliðið hevur okk- urt um tvær árligar felagsvenjingar fyri sínum froskmonnum, so er hetta ósatt sam- bært froskmonnunum sjálvum. Sosialurin hevur tosað við fleiri av froskmonnunum, og teir seg einki kenna til nakrar venjingar. - Eg havi arbeitt sum sløkkiliðsmaður og froskmaður í fleiri ár, og eg havi enn ongan- tíð verið við til nakra froskmannavenjing, sigur ein teirra. Tað sama sigur ein annar, sum tó sigur seg hava hoyrt um eina venjing, har helmingurin av monnunum vóru á sjó- num, meðan hin helvtin bara stóð og hugdi at. tn Brandmeistarin í Havn, Kartni Jacob- sen, sigur, at teir hava ikki skyldu til at kava eftir fólki, sum eru farin á sjógv BJARGING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo - Eg veit væl, at tað kanska ljóðar eitt sindur løgið, men okkara tilbúgving hevur einki við kaving at gera sum so. Tann parturin av bjarging í sambandi við ólukkur, liggur eitt sindur leysur, men tað er so ikki okkara skylda, sigur Kartni Jacobsen. Hava útgerð Kartni Jacobsen sigur, at hóast sløkkiliðið ikki hevur skyldu til at kava eftir fólki, so verður tað gjørt, men um nakað skuldi hent, so kann sløkkiliðið ikki lastast fyri tað, tí tað er ikki teirra ábyrgd. - Vit hava fólk, ið hava kavaraútbúgving. Vit hava altíð nøkur kavarasett standandi klár, um tørvur er á tí, og tað kemur so at siga ikki fyri, at ikki onkur froskmaður er á vaktarlist- anum, sigur brandmeist- arin. Um so er, at eingin frosk- maður er á vakt hjá sløkki- liðnum, ger tað fyri so vítt heldur einki, tá ið tað ikki er ábyrgdin hjá sløkkilið- num at kava eftir fólki, sum eru í neyð. Brandmeistarin sigur, at fólkið hjá teimum er væl útbúgvið, og at um so er, at fólk er í neyð, so kava teir sjálvsagt eftir teimum. Ábyrgdin kostar Tað er ivaleyst tað mest náttúrliga, at sløkkiliðini fáa ábyrgd av hava til- búgving av froskmonnum, men hetta kostar pengar. Kartni Jacobsen sigur, at skal sløkkiliðið í Havn hava ábyrgdina, so krevur tað pengar til meiri útbúgving, útgerð og annað. Sambært Kartna Jacob- sen er útgerðin hjá sløkki- liðnum í lagi, hóast tað eftir bjargingina av einum bili av havsins botni á havnar- vág leygardagin ljóðaði, at hon als ikki var tað. - Útgerðin hjá okkum er í lagi, tað er eingin ivi um tað. Onkur av froskmonn- unum hjá okkum dámar kanska betur sína egnu útgerð, og teir eru kanska ikki so vanir við okkara útgerð. Men okkara útgerð er í lagi, sigur brand-meist- arin. Somuleiðis sigur Kartni Jacobsen, at froskmenninir av og á hava felagsvenj- ingar, hóast tær kanska ikki eru so nógvar í tali. - Vit hava fleiri smáar uppgávur, ið virka sum eitt slag av venjingum fyri froskmenninar hjá okkum. Um vit hyggja burt frá teimum, so hava vit helst einar tvær fyriskipaðar venjingar árliga, sigur Kartni Jacobsen. Stjórin á Brunaum- sjón Landsins, Petur Lava Olsen, váttar, at ongin hevur ábyrgd av at hava kavara- tilbúgving TILBÚGVING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Petur Lava Olsen sigur, at tað er ikki álagt nøkrum í Føroyum at hava kavara- tilbúgving, sum er neyðug, tá ið til dømis ein bilur við fólki fer á sjógv. Kommunan ger tað sjálvboðið Sambært stjóranum hjá brunaumsjónini er tað ikki álagt kommununum at taka sær av hesum, og um kommunurnar gera tað, so er tað sjálvboðið, sigur hann. - Um nakar skal hava kavaratilbúgving, so krevur tað bæði pengar, útgerð og ikki minst útbúgving. Kav- ararnir, ið arbeiða hjá sløkkiliðnum í Havn, hava fyrst og fremst frítíðar- kavaraskeið, og tað er ikki altíð nøktandi í sambandi við bjarging, sigur Petur Lava Olsen. Hann vísir á, at við ein- um frítíðarkavaraskeiði hevur tú loyvi til at kava niður á eina ávísa dýpd, men tað er mangan í sam- bandi við bjarging í Føroy- um, at tú noyðist væl niður um hesa dýpd. - Tú skalt eisini hugsa um, hvat tað er, ið tú útsetur kavararnar fyri, tí tað er ikki so lítið, sigur Petur Lava Olsen. Sløkkiliðið í Keyp- mannahavn sjálvt gjørt til- búgving Stjórin á Brunaumsjón Landsins sigur, at í Dan- mark hevur Københavns Brandvæsen sjálvt tikið stig til at gera eina kavara- tilbúgving, og teir hava tí eisini átikið sær ábyrgdina av hesi tilbúgving. - Í Keypmannahavn hava tey gjørt tilbúgvingina, og so hava tey eisini sjálvi sett nøkur krøv til útbúgving, ið froskmenninir skulu hava, sigur Petur Lava Olsen, sum heldur talan verða um eitt álvarsmál, ið eigur at verða loyst so skjótt sum gjørligt. Petur Lava Olsen, stjóri á Brunaumsjón Landsins, váttar, at tað ikki er álagt nøkrum í Føroyum at hava kavaratilbúgving, og tí kunnu í veruleikanum øll bara standa og hyggja at, um ein bilur fullur av fólki fer á sjógv, tí eingin hevur ábyrgd av at bjarga fólkunum. savnsmynd Landsstýris- maðurin ikki at hitta Tað er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið hevur evstu ábyrgd av allari tilbúgving í Føroyum. Vit royndu fyrra- partin mánadagin at fáa fatur á landsstýris- manninum, men hann var á landsstýrisfundi og var tí ikki at hitta, fyrr enn farið var um evstamark hjá blað- num. tn Eitt álvarsmál Kartni Jacobsen, brandmeistari: – Vit skulu ikki kava eftir fólki Kartni Jacbosen, brandmeistari, sigur, at sløkkiliðið hevur bæði útgerð og fólk til at kava eftir persónum, sum eru farnir á sjógv. Men sløkkiliðið hevur ikki ábyrgdina av hesum og kann tí ikki lastast fyri nakað, sum møguligani gongur galið. Savnsmynd