Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 6. september 2005 3 Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur tað verða púra burturvíð, at eingin hevur ábyrgd av at kava eftir fólk, sum eru farin á sjógv í bili TILBÚGVING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Heðin Mortensen sigur, at sløkkiliðið hevur ikki ábyrgd av at bjarga fólki, sum fara á sjógv, men at kavararnir hjá sløkkilið- num gera tað av sínum ein- tingum. Vil hava greiðu á ábyrgdarbýti - Eg kundi gott hugsa mær, at tað vóru meiri greið viðurskifti á hesum økin- um, sum í løtuni liggur undir landinum. Reglarnar eru ikki nóg greiðar um, hvør ið hevur ábyrgdina á teimum ymsu trygdarøkj- unum í Føroyum, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin sigur, at Kommunusamskipanin hevur biðið um at fáa at vita, hvørja ábyrgd komm- unurnar hava í sambandi við bjarging og til dømis oljulekar. - Tað hava verið so nógv óhapp seinnu árini, at nú noyðist onkur at skera ígjøgnum og fáa plaserað ábyrgdina. Vit vita eisini, at menn hjá sløkkiliðnum fara út um tað, ið teir hava skyldu til at gera í sam- bandi við bjarging, og tað er kommunan, sum í síðsta enda stendur við ábyrgdini, sigur Heðin Mortensen. Tað sigur ein av monnunum hjá Tórs- havnar Sløkkiliði, ið hevur kavaraskeið. Orsøkin er væntandi útgerð, og tilburðurin á havnarvág leygar- dagin, tá ið ein av froskmonnunum hjá sløkkiliðnum kom illa fyri, meðan hann var í sjónum BJARGING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Maðurin, ið Sosialurin hev- ur tosað við, sigur seg hava boðað leiðsluna á brand- støðini frá, at hann ikki longur vil arbeiða sum froskmaður, tí hann kennir seg ikki tryggan við út- gerðina hjá brandstøðini. Er hent áður Hending á havnarvág leyg- ardagin stendur umrødd aðrastaðnis í blaðnum, men sambært hesum frosk- manninum, ið Sosialurin hevur tosað við, er hetta hent áður. - Tað er komið fyri áður, og vit hava fingið lovað, at okkurt skuldi henda, men onki er gjørt. Eg havi ikki hug at seta mítt lív í vága fyri onkran, sum hevur ligið á havsins botni í einar 20 minuttir, sigur frosk- maðurin. Sosialurin er vitandi um, at í sambandi við ein til- burð á vestaru bryggju fyri nøkrum fáum árum síðani, tá ið ein maður leyp á sjógv, komu tveir frosk- menn illa fyri og mistu maskurnar, júst sum óhepni froskmaðurin á havnarvág leygardagin gjørdi. Leiðslan á brandstøðini vil verða við, at talan er um óhapp, ið henda av tilvild, men sambært fleiri frosk- monnum, sum Sosialurin hevur tosað við, er tað út- gerðini, ið galið er við. – Eg kavi ikki meira Heðin Mortensen, borgarstjóri: – Ábyrgdin skal plaserast Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur, at nú er neyðugt at plasera ábyrgdina fyri bjarging í Føroyum, áðrenn enn ein vanlukka hendir. savnsmynd Tað var hending á havnarvág leygardagin, tá ið ein kavari kom illa fyri, ið fekk bikarið at flóta yvir hjá einum av hinum froskmonnunum hjá sløkkiliðnum. Hann hevur nú boðað leiðsluni frá, at hann kavar ikki meira. Mynd: Terji Nielsen