Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 168 - 6. september 2005 Skipasmiðjan í Spania hevur sett sær sum mál at avlevera nýggja Smyril tann 22. september NÝGGI SMYRIL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú er niðurteljingin av álv- ara byrjað til nýggi Smyril verður liðugur. Spanska skipasmiðjan hevði boðað frá, at hann skuldi vera liðugur tann 15. oktober. Men nú hevur Skipasmiðjan boðað frá, at hon hevur sett sær sum mál at handa føroyingum skipið tríggjar vikur áðrenn tíðina. – Skipasmiðjan í Spania hevur boðað frá, at hon hevur sett sær fyri at gera nýggja Smyril lidnan til at handa føroyingum tann 22 september, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strand- ferðsluni. Tað er longu um 16 dagar og so fer tíðin at vísa, um hendan nýggja tíðarætlanin fer at halda. Stjórin á Strandfersðluni sigur, at nú er bara eftir at leggja seinastu hond á skip- ið so í øllum førum gongur av álvara fram ímóti, at hann verð liðgur. Nú er nýggi Smyril seinkaður so nógv, so strandferðslustjórin veit ikki um hann skal trúgva teirri nýggju tíðarætlanini. Men í øllum førum hevur hann vónir um at hann verður liðgur eitt sindur áðrenn 15. oktober. Ganga 14 dagar Tað verður Anita Eides- gaard, kona løgmann, sum fær heiðurin at doypa nýggja Smyril. Annars fara bara nøkur fá umboð fyri Strandferðsluna og polit- iska myndugleikan til Spania í sambandi við handanina. – Men kemur fyrst at sigla inn á Tvøroyri og har verður so tann stóra mót- tøkan. Kristian Davidsen sigur, at tað fer at taka eina viku at fáa hann heim úr Spania og so fer tað at taka eina viku afturat at gera hann klára at taka í sigling ímill- um Suðuroynna og Havn- ina. Sostatt ganga 14 dagar frá tí at nýggi Smyril er handaður, til hann verður settur í sigling. Spurningurin er so, hvussu verður við ferðaætl- anini. Fyribils fer hann at sigla eftir galdandi ferðaætlan. – Skal hann sigla fleiri túrar, skal heilt fitt av pen- ingi til. Stjórin á Strandferðsluni sigur, at sum oljurprísurin er nú, fer nýggi Smyril at brúka fyri 20 milliónir í olju um árið við teirri ferðaætlan, sum er nú. – Skal hann sigla bara ein túr afturat um dagin, skulu átta milliónir brúkast aftur- at til olju um árið. Harafturat gera manning- arsáttmálarnir, at hann kann ikki sigla nógv afturat, uttan at seta eyka manning. – Skal nýggi Smyril sigla meir, enn hann ger nú, kemur tað rættiliga skjótt at kosta nógvan pening, sigur strandferðslustjórin. Men alt tað eru spurning- ar, sum politiski myndug- leikin má taka støðu til! Ætla at nýggi Smyril skal verða liðugur um 16 dagar – Nýggi Smyril er eitt avbera snøgt skip. Hann hevur sera vakrar linjur og ev vænti, at fólk verða gleðiliga bilsin, tá ið tey síggja hann, sigur stjórin á Strandferðsluni. Her er hann royndartúr í Spania