Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 6. september 2005 5 Beint fyri døgurða leygardagin fór ein bilur á sjógv úti á molanum í Havn. Bil- urin fleyt í vatn- skorpuni í einar 10- 15 minuttir, áðrenn hann fór til botns. Eingi fólk vóru í bil- inum, men tá ið hann skuldi fáast upp á turt aftur, gjørdist tað eitt sindur dramatiskt BJARGING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Talan var um ein arbeiðsbil hjá Skipafelagnum, sum fór á sjógv. Eitt starvsfólk hjá Skipafelagnum var og hugdi til nakrar bingjur, sum stóðu nokk so uttar- laga á molanum, og meðan hann hyggur til bingjurnar, varnast hann, at bilurin er á veg á bláman. Maðurin royndi at steðga bilinum, men ov seint var. Bilurin fleyt í vatnskorp- uni eina góða løtu og rak inn eftir framvið bryggju- kantinum, áðrenn hann fór til botns áraka pakkhúsið hjá Skipafelagnum. Froskmaður fekk ikki luft Eingin var í bilinum, tá ið hann fór á sjógv, men av tí at viskararnir á bilunum bráddliga fóru í gongd, beint áðrenn bilurin fór til botns, fóru fólk at stúra fyri, um okkurt barn, uttan at nakar hevði varnast, hevði smoygt sær í bilin. Tí fóru froskmenn hjá sløkkiliðnum útí, og teir kavaðu niður til bilin. Teir kundu skjótt staðfesta, at ongin var í bilinum. Tí fóru froskmenninir undir at seta endar, sum vóru festir í ein kranabil á bryggjuni, fastar í bilin á havsins botni, so at hann kundi fáast upp á turt aftur. Meðan froskmenninir eru niðri, kemur annar teirra bráddliga upp í vatn- skorpuna við ongari masku, og maðurin var sjónliga illa fyri. Hann rópar til starvsfelagarnar á bryggjuni, at hann fær ikki luft. Froskmaðurin, sum hevði fingið nógvan sjógv í seg, fekk fatur á endanum av krananum hjá krana- bilinum, og har krøkti hann seg fastan, meðan hann royndi at koma fyri seg. Boð vóru send eftir hinum kavaranum, sum var niðri á botninum, og hann kom skjótt upp at hjálpa makk- aranum. Saman við sløkki- liðsfólki og løgreglu á landi eydnaðist tað so at fáa illa fyrikomna froskmannin upp á turt, har hann so líð- andi kom fyri seg. Endi slitnaði Nú var so farið undir at fáa bilin upp á turt, og krana- bilurin royndi at toga bilin upp av havsins botni. Tá ið bilurin var komin upp úr vatnskorpuni, slitnaði bráddliga annar endin, sum var á bilinum, og hann rakti ein mann hjá sløkkiliðnum, ið stóð á bryggjuni. Sløkki- liðsmaðurin fór um koll, men tíbetur fekk hann ong- an skaða av óhappinum. Tað eydnaðist løtu seinni at fáa bilin upp á bryggj- una, men bilurin hjá Skipa- felagnum verður tó ongan- tíð aftur til bil, so illa var hann farin. Dramatisk bjarging av bili Bilurin hjá Skipafelagnum verður togaður upp aftur av havsins botni, men hann verður ongantíð aftur til bil. Mynd: Terji Nielsen Annar froskmaðurin er júst komin upp, og hann er sjónliga illa fyri. Tíbetur fær hann fatur á endanum á krananum, og har krøkir hann seg fastan, meðan hann roynir at fáa luft aftur Mynd: Terji Nielsen Makkarin hjá froskmannin- um er nú komin upp at hjálpa, og saman við sløkki- liðsfólki og løgreglu á landi fáa teir løtu seinni illa fyri- komna froskamannin upp á turt, har hann kemur fyri seg Mynd: Terji Nielsen