Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir øllum at døma hjálpti tað at mót- mæla tí leiðslan á Landssjúkrahúsini hevur nú tikið aftur boðini um at barna- deildin á Lands- sjúkrahúsinum skal steingjast í vikuskift- inunum LANDSSJÚKRAHÚSIÐ OG SPARINGAR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Ein partur av teimum illa dámdu sparingarnar á barna- deildini á Landssjúkrahús- inum eru nú sleptar. Tað varð greitt, tá ið tey gjørdu klárt at fara í viku- skifti. Sostatt tykist tað, sum um tey nógvu mótmælini ímóti ætlaðu sparingunum á barnadeildini, hava fingið leiðsluna á Landssjúkra- húsinum at umhugsa støð- una av nýggjum og at broyta avgerðina. Sparingarnar høvdu rakt barnadeildin serliga meint, tí meiningin var, at hon skuldi steingja hvørt viku- skifti sum til bar, tað sum er eftir í árinum. Ístaðin skuldu børnini, sum vóru innløgd, flytast á aðrar deildir, og móttøkan skuldi samsskipast við bráðfeingis deildini í nýggja G-bygninginum. Har eru umstøðurnar ikki eru gjørdar til serliga tørv- in, sum børn hava, tí har eru ikki tær barnavinarligu umstøðurnar, sum eru á barnadeildini, við spæli- stovu og leikum og har roynt verður at gera um- støðurnar so heimligar sum gjørligt. Og har eru heldur ikki starvsfólkini á barna- deildini, sum hava ára- langar royndir í at nettupp at eygleiða børn og annars at vera um sjúk børn og teirra foreldur við tí serliga tørvi tey hava. Í G-bygninginum eru eisini ógvuliga avmarkaðir møguleikar at lata foreldur liggja inni við børnunum. Men meinast hevði hetta kanska rakt tey børn, sum hava opnan innleggingar- seðil. Tað merkir, at tey hava sjúku ella brek, sum ger, at tey hava havafyri neyðini at koma beinleiðis á barnadeildina, uttanum vanligu skipanina. Her er talan um fjøl- brekað børn og um børn við serligum sjúkum, sum ger, tað er neyðugt hjá teimum at koma á barnadeildina við stuttum skotbrái. – So samanumtikið hevði tað verið eitt afturstig fyri barnasjúkrarøktina, at stongt barnadeildina í viku- skiftunum, sigur Joan Ol- sen, álitisfólk á barnadeild- ini – Í G- bygninginum er bara eitt rúm við plássi til fleiri sengur. men børn eru í ymsum aldri og tey hava ymsar sjúkur og tað tað er ikki altíð hóskandi at hava tey á eini blandaðari stovu. Opin sum vanligt Sparingarnar skuldi setast í verk fyri at spara pening so at Landssjúkrahúsið kann halda játtanina. Eftir ætlan skuldu ætlaðu sparitiltøkini á Lands- sjúkrahúsinum setast í verk frá 1. september at rokna, tað var hósdagin og viku- skiftið, sum júst er farið afturum, skuldi vera tað fyrsta, har barnadeildin varð stongd. Men Barnadeildin varð ikki stongd og har gekk arbeiðið sum vant. Orsøkin til tað er, at leiðslan hevur givið deild- ini boð um, at fyribils verður hesin parturin av sparitiltakinum sleptur. Fyribils verður barna- deildin sostatt altíð opin sum vant. Ìstaðin fyri hevur leiðslan á Landssjúkrahúsinum tik- ið undir við einum uppskoti frá starvsfólkinum á deild- ini um at seta aðrar spar- ingar í verk. Tað verður gjørt við at umleggja vaktir. Úrslitið er sostatt, at her- eftir verður bara ein sjúkra- systir á vakt um kvøldarnar og um næturnar í viku- skiftunum. Tó skal ein onnur hava tilkallivakt, so at tað altíð skal bera til at fáa tvær sjúkrasystrar á deildina, verður tað neyð- ugt og nógv er at gera. Annars hevur skipanin verið, at tvær sjúkrasystrar á vakt um kvøldið og um næturnar. – Vísir tað seg, at hesar umleggingarnar spara Landssjúkrahúsinum pen- ing, verður hetta støðan alt árið. Vísir tað seg ikki, at nakað verður spart, verður støðan viðgjørt av nýggj- um, tí vit hava fingið greið boð um, at sparingar skulu finnast, sigur álitisfólkið. Á Landssjúkrahúsinum verður sagt, at hetta er ein stórur lætti, tí tað hevði verið eitt afturstig í tæn- astuni at latið barnadeildina aftur um vikuskifti. – Serliga hevði tað verið eitt afturstig fyri tey børn, sum hava opnan innlegg- ingarseðil og tey eru nokk so nógv í tali. Og so eru tað sjálvsagt tey, sum verða innløgd akutt, heldur Joan Olsen. – Hetta er ein stór trygd hjá sjúkum børnum og teirra foreldrum, leggur hon afturat. 6 Nr. 168 - 6. september 2005 Tað er ikki óvanligt, at vit síggja bilar standa til sølu fram við alfaravegi kring alt landið. Hetta er tó ikki lógligt, og løgreglan er far- in undir eina roynd at steðga hesum. Eitt av teimum støðum, har flest privatir bilar standa til sølu, er á økinum uttan fyri Skógrøkt Land- sins við Hvítanesvegin. Leygardagin var løgreglan á staðnum, og í sambandi við hetta kunnu fimm bila- eigarar vænta sær bót. At átakið við at steðga hesum ger mun, hava fólk, ið dag- liga ferðast eftir Hvítanes- vegnum eisini lagt til merk- is, tí nú standa væl færri bilar á økinum. tn Síðani løgreglan gjørdi eitt átak móti bilunum, ið standa til sølu við Hvítanesvegin, eru bilarnir minkaðir nógv í tali Mynd: Jens Kr. Vang Bilar standa ólógliga til sølu Allir menninir á rækju- trolarunum Sólborg eru farnir í land, og reiðarin væntar, at skipið verður leigað út í vikuni. Petur H. Jacobsen, reiðari, sigur, at tað gongur eftir ætlan við at leiga skipið út, og hann væntar, at alt kemur upp á pláss í komandi viku. Nakrar ábøtur skulu ger- ast á skipið, m. a. skal okk- urt gerast á verksmiðjuni, og harafturat skal skipið klassast, áðrenn tað fer av- stað. Í løtuni bíðar reiða- ríið eftir tilboðum frá ein- ari føroyskari og tveimum donskum skipasmiðum upp á hesi arbeiði. Petur H. Jacobsen sigur, at væntandi verður Sól- borg leigað út frá 1. oktob- er at rokna, men hann vil ikki siga, hvør tað er, ið ætlar sær at leiga rækju- trolaran. tn Sólborg útleigað í næstum Friðarligt vikuskifti Hóast nógv fólk hevur verið í býnum í vikuskiftinum, so hevur tað verið stak frið- arligt kring landið. Vakt- havandi á politistøðini í Havn sigur, at løgreglan tvær ferðir hevur verið kall- að út til bústaðir, har fólk í veitslulag hava hildið í so nógvan gang, og tað er bein- an vegin komið í rættlag. Tíðliga sunnumorgunin bleiv ein ungur maður tikin á støðini, har hann slapp at sova rúsin av sær. Annars hevur einki stór- vegis verið av hvørki her- verki ella harðskapi, sigur vakthavandi tn Ein tikin fyri rús- drekkakoyring Tíðliga leygarmorgunin steðgaði løgreglan einum bili í Vágatunnlinum. Ill- gruni var um, at bilførarin var ávirkaður, og førarin noyddist at blása í ballón- ina. Maðurin bleiv síðani tikin við á politistøðina, har lækni tók blóðroynd av honum. Hann verður nú skuldsettur fyri rúsdrekka- koyring. tn Alt bendir á, at rækjutrolarin Sólborg verður leigaður av landinum. Mynd: Skipalistin 2005 Hava slept sparingum sum raka tey sjúku børnini Illa dámdar sparingar á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum eru nú tiknaraftur. Tað er ein stórur fyrimunur fyri barnasjúkra- røktina og ein stór trygd hjá sjúkum børnum og foreldur, sum teirra, sigur Joan Olsen á barnadeildini Mynd: Jens Kristian Vang