Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 6. september 2005 7 – Eg mæli fólki til at fara til ein djóra- lækna, um tey ætla sær at avlíva eina kettu ella ein hund. Tað er tað tryggasta og besta at gera, sigur Bjørn Harlou, lands- djóralækni. Lars Mohr Nielsen, djóra- lækni, sigur, at teir avlíva alt fleiri djór fyri fólk AVLÍVING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fólk, sum ætla sær at avlíva eitt húsdjór, skulu fara til djóralækna fyri at fáa tað gjørt. Tað heldur landsdjóra- læknin Bjørn Harlou. – Eg mæli fólki til at fara til ein djóralækna, um tey ætla sær at avlíva eina kettu ella ein hund. Tað er tað tryggasta og besta at gera, sigur hann. Í sambandi við eitt rætt- armál um avlíving av ein- um hundi, gjørdi dómarin í Føroya rætti í farnu viku greitt, at frameftir merkir tað 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing, um onkur avlívar eitt djór á óforsvar- ligan hátt. – Við hesum gjørdist dómarin greitt, at tað er ikki longur í lagi at taka lív- ið av djórum á ein óforsvar- ligan hátt. Tað bar kanska til at drukna eina kettu fyri 30 árum síðani uttan at fáa revsing, men soleiðis er tað ikki longur. Nú kunnu fólk rokna við 30 daga fongs- ulsrevsing, um tey gera tað, segði Linda Margrethe Hesselberg, politiassessor, við Sosialin leygardagin. Kann vera trupult Landsdjóralæknin Bjørn Harlou heldur, at besta loysnin er at fara til ein djóralækna, um eitt húsdjór skal avlívast. – Tað kann vera trupult av avlíva ein hund ella eina kettu – serliga um tað er eitt djór, sum tú hevur havt eitt tætt forhold til í nógv ár. – Tað ber til at skjóta tey, men tað skal vera fólk, sum duga við vápn, og so skulu tey heldur ikki ivast, tá ið tey skulu skjóta, tí annars kann tað enda við forferdi- ligar lamskjóting, sigur landsdjóralæknin. Avlíva nógv djór Lars Mohr Nielsen, djóra- lækni í Havn, sigur, at ein alt meira vanlig uppgáva hjá djóralæknunum er av- líving av húsdjórum. – Tað koma nógv fólk til okkara fyri at fáa avlíva eitt djór, og eisini bøndur biða okkum avlíva djór fyri seg, sigur hann. Avlívingin hjá djóra- lækna verður framd við sproytum. Fyrst fær djórið eina sproytu, sum tað sovn- ar av, og síðani verður tað avlívað við ein sproytu beinleiðis inn í hjarta. – Eg vil mæla fólki frá at fara undir at avlíva djór, um tey ikki kenna seg fullvís, at tey ella tann, sum tey biða gera avlívingina fyri seg, kunnu gera tað á for- svarligan hátt. Djórið skal doyggja beinanvegin, og tað kann gerast við at skjóta djórið í høvdið, men tað er einki serliga tespiligt, og tað skal ikki kiksa, sigur Lars Mohr Nielsen. Hann heldur sum lands- djóralæknin, at best er, um ein djóralækni avlívar djór- ið. FT Samskifti ætlar sær næsta árið at fáa breiðband-internetið longur út kring landið, og við endan av næsta árið skulu 96 prosent av bygdum øki verða dekkað. Tá roknar FT Samskifti við, at talið á breiband-haldarum kann verða tvífaldað INTERNET Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Í hesum døgum ger FT Samskifti eitt stórt átak við nýggjum prísum og hægri ferð á breiðband-interneti. Men tað eru fólk kring landið, sum ikki kunnu verða við í internet-gildin- um. Fólk í bygdum sum Viðareiði, Hvannasundi, Nólsoy, Húsavík og Sumba eru millum tey, sum ikki enn eru umfata av tilboðn- um um breiðband frá FT Samskifti. – Vit hava lagt eina ætlan fyri útbyggingar í hesum árinum og næsta ár. Tá ið 2006 er komið at enda, rokna vit við at røkka millum 95 og 96 prosent av bygdum øki í landinum, sigur Richard Mortensen, stjóri í FT Samskifti. Talið kann tvífaldast Bygdirnar, sum nú standa fyri tørni at sleppa út á tann breiða internet-vegin, eru Viðareiði, Norðdepil, Hvannasund, Depil, Norðtoftir, Funningsfjørð- ur, Nólsoy, Haldarsvík, Kvívík, Skálvík, Húsavík, Fámjin og Sumba. Í løtuni eru 3.300 hald av breiðbandi í landinum – tá ið allir veitarar eru taldir við – men FT Samskifti roknar við, at hetta talið verður nógv hægri um hálvtannað ár. – Tað er ein øgiligur áhugi fyri at fáa breiðband í hesum døgum, og hetta er eitt tað størsta vakstrarøkið hjá okkum. Gongur alt, sum vit ætla, so kunnu tað verða tvífalt so nógvir breiðband-haldarar síðst í 2006, sum tað eru í dag, sigur Richard Mortensen. Breiði vegurin skal røkka longur út Best um húsdjór verða avlívað hjá djóralækna – Tað kann vera trupult av avlíva ein hund ella eina kettu – serliga um tað er eitt djór, sum tú hevur havt eitt tætt forhold til í nógv ár, sigur Bjørn Harlou, landsdjóralækni