Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 168 - 6. september 2005 Nú skal innsiglingin hjá bátunum í Kvívík gerast tryggari HAVNALAG Snorri Brend Kvívík: Fyri eini 20 árum síðani varð ein grótrúgva løgd á norðaru síðu á vík- ini. Men nú vísir tað seg, at partur av hesum grótinum er farið at ríða oman á botn. Hetta grótið er so líðandi farið yvir móti innsigling- ini til havnalagið. Og hetta hevur so aftur ført við sær, at har er vorðið í grynra lagi hjá útróðrarbátunum at sigla inn og út, eins og størri suður hevur verið í sjónum. - Vit vita eisini um at útróðrarbátar hava tikið í botn í innsiglingini orsakað av hesum. Og tað ynskja vit nú at sleppa undan, sigur borgarstjórin, Bøje Christ- ensen við Sosialin. Tað er Byggitek, ið byrj- aði uppá hetta arbeiðið í farnu viku. Teir koma at brúka tvær vikur aftrat til at taka burtur grótið. Ov grunt at sleppa inn Krabbamein: Í mars mánaði í ár varð ein nýggjur bólkur stovnaður undir Føroya Felag móti Krabbameini fyri kvinn- ur, sum hava ella hava havt krabbamein í undir- lívinum. Endamálið við bólkin- um er m.a. at tær kunnu koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvørji aðrari og at veita hjálp til sjálvhjálp Hesi bólkurin hevur skipað fyri hugnaløtum við jøvnum millumbilum, og nú hittast tær so aftur til eina slíka. Henda hugnaløtan verður í høl- unum hjá Krabbameins- felagnum í kvøld. sb. Samstarva við barn- arverndir í oynni Gøta: Á fundi miku- kvøldið samtykti Gøtu bygdaráð at vera við í samstarvi um Barna- verndartænastu saman við fleiri øðrum komm- unum í Eysturoynni – í hesum føri Nes-, Runa- víkar-, Sjóvar - og Funn- ings kommunum. Samstarvið byrjar 1. januar 2006 og er fyribils galdandi til 31. desember 2008. - Í hesum samstarvi eru umleið 7000 fólk, og meta vit, at hetta er ein hóskandi stødd til tær uppgávur, sum barna- verndartænastan hevur sambært nýggju Barna- verndarlógini, sigur Gøtu kommuna. Avtalan verður eftir ætlan endaliga undir- skrivað av borgarstjórun- um og landsstýrismannin- um í almanna- og heilsu- málum 15. september. sb. Gøtu kommuna fer nú í samstarv um barnaverndarmál við fleiri av hinum kommunum í Eysturoynni Hugnaløta fyri kvinnur við krabba Hvalvík: At hava børn gangandi í einum skúla, slítir sjálvandi uppá bygn- ingin. Og tí er neyðugt av og á at keypa nýtt inn- búgv til skúlarnar. Tað er júst tað, sum Hvalvíkar skúli nú fær møguleika fyri. Á býráðs- fundi herfyri var eitt mál til viðgerðar um eina eykajáttan til skúlan. Skúlin hevði nevniliga biðið um eina eykajáttan uppá 30.000 kr. at keypa innbúgv fyri. Fíggjarnevndin í Sunda kommuna tók undir við hesum uppskotinum, og tað gjørdi so bygdaráðið eisini einmælt, tá tað kom til atkvøðugreiðslu har. sb. Innbúgv til skúlan Skúlin í Hvalvík hevur nú fingið játtan til nýtt innbúgv Tað er ov grunt hjá bátunum at sleppa inn í innsiglingina í Kvívík. Nú verður bøtt um tað við at taka grótið burtur Mynd: Jens Kr. Vang Um vikuskiftið var Ítróttarhøllin í Runa- vík karmur um stór- møti við afrikanskum talara. Sunnukvøldið vóru 1300 fólk á møti MØTIR Snorri Brend Runavík: - Eg veit ikki, hvussu eg sjálvur hevði havt tað, um tað var eg sum var Abraham og eg skuldi offra son mín. - Eg hevði helst bæði grátið, rópt og tárað, segði Romain Zannou í talu síni leygarkvøldið, har oman- fyri 800 fólk vóru savnað saman. Evnið hetta kvøldið var "At liva undir krossinum", og her nýtti hesin afrik- anski talarin kendu frá- søgnini úr Bíbliuni, tá Abraham í lýdni móti Gudi ætlaði at offra son sín, Ísak. Við hesum døminum vísti hann á týdningin at fylgja Gudi í lýdni, hóast tað kundi kosta rættiliga nógv at fylgja honum eftir og gera hansara vilja. - Men við at fylgja hans- ara vilja og hansara ætlan, so verða vit so ríkiliga sign- að. Og tað besta er so tað, at hann hevur eisini lovað at verið við okkum í øllum tí, sum vit møta. Saman við Gudi ert tú ongatíð einsa- mallur, segði hann. Romain varð væl tulkað- ur av Bergi D. Joensen av Argjum á møtinum hetta kvøldið, og sum eisini varð sent umvegis Rás 2. Møtini byrjaðu fríggja- kvøldið og hildu fram til sunnukvøldið. Mett verður at eisini 3000 fólk íalt vóru til tey trý stórmøtini. Prestur og sendiharri Høvuðstalari á møtunum var Romain B. Zannou úr Benin. Hann hevur í nógv ár arbeitt sum prestur, og er í dag formaður í kirkjuni. Fleiri 100 prestar og onnur fólk starvast har. Romain hevur sera gott samband við politikkarar og stjórnina í landinum, umframt í øðrum londum eisini. Hann virkar tí sum eitt slag av sendiharra fyri landið. Romain hevur áður verið í Føroyum, har hann mill- um annað hevur havt fundir við løgmann, landsstýris- menn, politikarar eins og handilsfólk. Hesaferð hevði so Heima- missiónin valt at skipa fyri stórmøtum við hesum talar- anum um vikuskiftið. Íalt vóru eini 3000 fólk, harav flestu teirra vóru sunnu- kvøldið, tá ikki færri enn 1300 møtifólk vóru í Ítrótt- arhøllini í Runavík. Stórmøti fyri stórum fólkaskara Á møtunum var eisini høvi hjá fólki at ogna sær bøkur og fløgur. Sum sæst, so var gravgangur eisini eftir hesum Romain Zannou (hm) er prestur, men virkar eisini sum eitt slag av sendiharra fyri land sítt, Benin. Her verður hann tulkaður av Bergi D. Joensen á møti í Runavík leygarkvøldið