týsdagur 6. september 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2005
9
– Tey ungu í Klaksvík
hava leingi havt ein
tørv á einum virkis-
húsi, men nú er tað á
veg, sigur borgar-
stjórin Steinbjørn O.
Jacobsen
UNGDÓMUR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Gamli Norðoya Banki við
Klaksvíksvegin skal fram-
eftir virka sum ungdóms-
hús í Klaksvík.
Um vikuskiftið søkti
Klaksvíkar kommuna eftir
leiðara til virkishúsið fyri
ung, sum tað verður kallað
í lýsingini, og ætlanin er, at
leiðarin, sum verður settur í
starvi, skal fáa gongd á
virkishúsið.
– Tey ungu í Klaksvík
hava leingi havt tørv á ein-
um virkishúsi, og tey vóru
eisini úti á gøtuni og mót-
mæltu fyri nøkrum árum
síðani. Nú er húsið á veg,
sigur Steinbjørn O. Jacob-
sen, borgarstjóri í Klaksvík.
Leiðarin fær týðandi
leiklut
Tað var undanfarna býráðs-
samgonga í Klaksvík, sum
gjørdi av, at Norðoya Banki
skuldi brúkast til ungdóms-
hús, tá ið kommunulækn-
arnir vóru fluttir úr húsunu-
m.
Nú er nýggja lækna-
miðstøðin á Sandinum tikin
í nýtslu, og allir læknarnir
eru farnir úr Norðoya
Banka.
– Vit søkja nú eftir einum
leiðara til virkishúsið, og
vit ætla, at leiðarin í stóran
mun skal verða við til at
gera av, hvussu virkishúsið
skal koma at virka, sigur
Steinbjørn O. Jacobsen.
– Vit vilja ikki framm-
anundan gera av, hvussu
húsið skal verða innrættað,
og hvussu tað skal virka.
Vit vilja hava leiðaran til at
verða við í tí arbeiðnum,
sigur hann.
Margarinfabrikkin
ein fyrmynd
Klaksvíkar kommuna hev-
ur verið í Havn og hugt
eftir, hvussu Margarin-
fabrikkin riggar, og har
hevur verið lag á manni at
tosa sama mál, tí leiðarin
fyri Margarinfabrikkina er
klaksvíkingur.
– Tað tykist, sum at
Marginfabrikkin
hevur
riggað væl, men um okkara
virkishús skal hava júst
sama innihald er ikki vist.
Tað skal leiðarin millum
annað verða við til at gera
av, sigur borgarstjórin í
Klaksvík.
Virkishúsið fyri ung í
Klaksvík skal verða eitt
tilboð til tey undir 18 ár, og
alt skal ganga fyri seg í
rúsfríum umhvørvi.
Kall svarar
aftur
Kall fer síðst í vikuni
at lækka sínar prísir
fyri internetsamband.
Í farnu viku setti FT
Samskifti – dótturfe-
lagið hjá Føroya Tele –
prísirnar niður og ferð-
ina upp, og Kall, sum
er hin stóri veitarin av
telesamskifti í Føroy-
um, kemur eisini við
eini príslækking.
– Vit arbeiða nú við
at konkretisera teir
nýggju prísirnir, og
teir verða almanna-
kunngjørdir síðst í vik-
uni, sigur Bjarni Ask-
ham Bjarnason, stjóri
á Kall.
Tey ungu hava tørv
á einum húsi
Í 2002 vóru ungdómar á gøtuni í Klaksvík og mótmæltu manglandi tilboð í býnum. Borgarstjórin tosaði eisini við tey, og nú skal
ungdómurin hava eitt virkishús at halda til í
Skattainntøkan í Klaksvík-
ar kommunu hevur higartil
í ár verið tvey prosent
lægri, enn hon var somu tíð
í fjør.
– Summar mánaðir í ár
hava vit fingið meira inn,
enn vit fingu í fjør, men
aðrar mánaðir hevur inn-
tøkan verið lægri. Tølini
eru als ikki alarmerandi, og
samanlagt er talan um eini
tvey prosent minni skatta-
inntøku, sigur Steinbjørn
O. Jacobsen, borgarstjóri í
Klaksvík.
Hall er á fíggjarætlanini
hjá Klaksvíkar kommunu
fyri 2005, men sambært
borgarstjóran verður ikki
alt, sum pengar eru settar
av til í ár, framt í hesum
árinum.
Arbeiðið at gera fíggjar-
ætlan fyri 2006 er byrjað.
ek
Skatturin minkar eitt vet