týsdagur 6. september 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 168 - 6. september 2005
Tað er ein syndarlig støða, ið ræður í New
Oreleans eftir flóðvanlukkuna har. Fólk í tús-
undatali eru druknað, hús eru rapað og býurin
stendur lutvíst undir vatni. Tá vanlukkan hendi
gekk skeivt alt, sum kundi ganga galið.
Myndugleikarnir vóru ikki mentir at útvega
øllum kollektivan flutning. Hetta merkti, at tey,
sum ikki áttu bil, sluppu ikki til rýmingar í nóg
góðari tíð. Hesi neyðars menniskju vóru sostatt
latin til eina ræðuliga lagnu. Tey, sum ikki
druknaðu, vóru eftir á húsatekjum, har tey hava
verið uttan mat og vatn í fleiri dagar.
Tað eru tey fátøku í New Orleans, ið ikki hava
bil, sum eru ofrini kann heimspressan boða frá.
Tey flestu, sum sostatt vóru slept uppá fjall, eru
tey fátæku og tí verður vanlukkan ein ímynd
uppá ta sosiala órættvísi, ið ræður í USA.
Fylgjurnar av ræðuligu vanlukkuni stava eisini
fyri ein part frá hesum, at tað almenna í USA
hevur ein so løgnan leiklut í samfelagnum. Í
USA er hvør sín egni eydnusmiður. Her skal
statsvaldið hava so lítlan leiklut sum møguligt.
Ein fylgjan er, at almenna tænastustøðið er lágt,
um samanborið verður við t.d. Norðurlond.
Almenn anlegg eru niðurslitin og vanrøkt. Eitt
syrgligt dømi eru tær byrgingar, ið skuldu verja
New Oreleans móti havinum. Tær vóru alt ov
veikar og nógv bendir á, at myndugleikarnir
hava vitað um hetta í mong ár.
Afturat hesum kemur so tann ruðuleiki, ið
hevur valdað, síðan vanlukkuna. Hetta, at allir
normalir normar fyri einum heiðurligum
sosialum samfelagsatburði svíkja í eini kata-
strofustøðu er eitt sjúkueyðkenni. Hetta avdúk-
ar, at stórir samfelagsbólkar kenna seg settar
uttanfyri samfelagið í gerandisdegnum. Tí
svíkur samhaldsfestið í katastrofuumstøðum.
Hetta vildi ikki hent í einum vælferðarsam-
felag. Hetta átti alt at givið amerikanskum leið-
arum nakað at hugsa um. Hetta at heimsins rík-
asta land ikki megnar at veita sínum borgarum
eitt minstamát av trygd vísir, at nakað er grund-
leggjandi skeivt.Eisini vit eiga at hugsa um
hetta og sýna samhaldsfesti og tí eiga eisini
Føroyar at fara in við fíggjarligum stuðli, hóast
vanlukkan er hend í heimsins ríkasta landi.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ein syndarlig støða
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Hví siga: »SAS-ligan« og »TIPPI-ligan«, men
ikki »FORMULA-deildin«?
Heri Simonsen
Vit sum trúliga lurta eftir
ítróttartíðindum og ítróttar-
sendingum í Kringvarp-
inum, hoyra javnan vertir-
nar í ítróttarsendingunum
reklamera/lýsa fyri skand-
inaviska
flogfelagnum,
SAS og fyri norsku al-
mennu veddingar-fyritøk-
uni, NORSK TIPPING.
Kringvarpið sigur frá úr-
slitum og tíðindum frá
"SAS-liguni" í Danmark,
og "TIPPI-liguni" í Noregi.
Tí vil eg stilla Jógvani
Jespersen, kringvarpsstjóra
nakrar spurningar. Hví
reklamera/lýsa
tit
fyri
skandinaviskum fyritøkum,
so sum Norsk Tipping og
SAS í ítróttarsendingum,
men ikki fyri einari heim-
ligari fyritøku, sum FOR-
MULA.FO?
Eru
tað
kanska SAS og Norsk
Tipping, sum eru við til at
menna føroyskan fótbólt,
og ikki FORMULA.FO??
BBC var fyrsta útvarpsstøð
í heiminum. BBC byrjaði
sítt "Public-service" virk-
semi í 1921. BBC Radio
hevur verið stóra fyrimynd-
in hjá DR (stovnað 1925),
og NRK (stovnað 1926), og
er væl eisini stóra fyri-
myndin hjá ÚF. Men hóast
BBC Radio er elsti "Public-
service" miðil í heiminum,
so lesa tey á BBC 5 LIVE
(MW 693 og 909) úrslit og
tíðindi
úr
"Barclay´s
Premiership", "Coca-cola
Championship",
"Bell´s
Scottish Premier League",
"Carling Cup" o.s.fr. Tá
stóra og elsta "Public-ser-
vice" fyrimyndin, BBC sig-
ur øll hesi sponsor-heitini í
sínum ítróttartíðindum og
frásagnum,
hví
kann
Kringvarpið so ikki siga:
"Formula-deildin"
ella
"Coca-cola steypakapping-
in"??
Jógvan í Løðuni
Eiði
Hvussu hevði tað verið
sjálvur at kunna gjørt sína
egnu lønarhækkan, uttan
samráðingar ella stríð -
tvætl ella møguligur veru-
leiki?
Ikki tvætl, men møgu-
leiki. Ein so góður møgu-
leiki at talan kann verða um
5% lønarhækking ár undan
ári.
Hendan lønarhækkanin
er trygg og nógv drúgvari
enn ein 5% lønarhækking
yvir 2 ár t.v.s 2.5% um árið,
minus 40% beinleiðis til
skattin, ella 1.5% nettu
hækkan. Í krónum 4.500
um árið, móti tí sjálvgjørdu
lønarhækkingini kr. 15.000
um árið, um maður og kona
hava inntøku kr. 150.000 í
part.
Er talan um inntøku tvær
ferðir kr. 250.000, fær
húsarhaldið
kr.
25.000
meira um árið, heldur enn
hinar 7.500 krónurnar. Er
eingin lønarhækking virkar
skattafyrimunurin fult.
Hvar er so hesin møgu-
leikin - hann verður gald-
andi beinanvegin fyri tann,
ið er undir høgum skatti og
gerst skattaborgari í Eiðis
kommunu.
Ger tína egnu lønarhækkan
i