týsdagur 6. september 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2005
11
VIÐMERKINGAR
Teknmálið hótt av nýggjari tøkni
Heidi Petersen,
løgtingskvinna
Um dagarnar var sera
áhugaverd ráðstevna um
rættindini hjá teknmálinum
í framtíðini. Við nýggjari
tøkni er tað møguligt at
deyv og tunghoyrd fólk, so
at siga fáa »hoyrn« innop-
ereraða í oyruni. Í hesum
sambandi eru tað nógvir
spurningar sum stinga seg
upp
hjá
deyvum/tung-
hoyrdum og teirra av-
varandi.
Serliga eru tað spurningar
um rættindini til teknmálið
hjá hesum fólkum, men
eisini
spurningurin
um
virðingina
fyri
hesum
menniskjum og teirra ment-
an, sum við nýggju tøknini
kann tykjast at vera hótt.
Eftir míni fatan var
niðurstøðan á ráðstevnuni,
at í framtíðini verður alla-
tíðina neyðugt hjá tekn-
málinum og nýggju tøkn-
ini, nevnd CI implantat, at
ganga hond í hond, sjálvt
um tað í fyrsta umfarið
kann tykjast soleiðis at CI
implantatið kann avloysa
teknmálið.
Út
frá
eygleiðingum
aðrastaðni, er óttin fyri at
CI implantatið fer at slúka
resursir frá teknmálinum,
vælgrundaður. Tað er lætt
at fáa politikkarar at játta
fíggjarorku til heilsuverkið,
sum kann operera deyv so
tey fáa "hoyrn", ofta við tí
fyri eyga at uppá sikt kann
hetta sparast innaftur í
teknmálsundirvísing
og
teknmálstulking.
Og tað er júst her vandin
liggur. Hava vit sum polit-
ikkarar innlit í ta mentan
deyv og tunghoyrd hava,
síggja vit hesi menniskju
sum ein resursa fyri sam-
felagið ella sum brekaði,
hvønn hugburð hava vit til
hesar borgarar og hava vit
ta virðing fyri hesum
menniskjum sum tey hava
krav uppá.
Á
ráðstevnuni
hevði
Jógvan Fríðrikson prestur,
ein sera áhugaverdan fyri-
lestur, sum snúði seg um
rættin til mál út frá einum
etiskum sjónarmiði. Mill-
um annað førdi hann fram
hetta, at tað at vera menn-
iskja viðførir rættin til mál.
Og tað er júst her vit sum
politikkarar
hava
eina
ábyrgd. Ábyrgd at taka tey
neyðugu atlitini sum skulu
til fyri at tryggja øllum
okkara borgarum rættin til
mál. Tá vit tosa um tey
deyvu og tunghoyrdu, er
tað so teknmálið sum er
teirra mál, og harvið teirra
rættur til at vera menniskju
í okkara samfelagi. Alt
hetta er neyðugt, sjálvt um
nýggj tøkni gevur deyvum
møguleika at "hoyra" í
framtíðini.
Trupulleikin við tøknini í
dag er, at tú ikki veit
hvussu "væl" eitt lítið barn
kemur at hoyra í framtíðini,
ella hvussu "væl" CI im-
plantatið virkar hjá tí ein-
staka barninum. Hevur tú tá
ikki givið tí deyva eitt mál,
teknmál, hevur tú tikið
rættin til at vera menniskja
frá tí, og tað er hesin rættur
til teknmál deyv, tunghoyrd
og avvarandi óttast fyri
verður burtur, tá nógv
fíggjarorka verður satsa
uppá nýggju tøknina.
Haldi tað vera sera um-
ráðandi at vit í Føroyum
kunna slóða fyri og fáa
staðfest í lóggávuni henda
rættin til teknmál hjá deyv-
um, tunghoyrdum, avvar-
andi, familju, pedagogum,
lærarum,
starvsfólki
í
heilsuverkinum og øllum
sum kunna hugsast at hava
tørv á tí, í okkara framtíðar
málpolitikki. Tí fari eg at
seta spurningar hesum við-
víkjandi til landsstýris-
mannin í mentamálum, nú
hann eftir áheitan frá ting-
inum, hevur sett nevnd at
greina út støðuna hjá før-
oyska málinum, við tí fyri
eyga at orða ein almennan
føroyskan málpolitikk.
Haldi tað vera týdningar-
mikið
at
teknmálinum
verður tryggja javnbjóðis
rættindi og tað talaða mál-
ið, tí einans á henda hátt
hava vit høvi at vísa veru-
liga virðing fyri teimum
deyvu og tunghoyrdu í
okkara samfelagið.
Niels Midjord
Við jøvnum millumbilum
hevur verið kjak í fjølmiðl-
unum um børn við serlig-
um tørvi og um stovnar til
hesi børn. Tað tykist sum
evnið hevur stóran áhuga
millum fólk og hugaligt er,
at tað skal liggja almenn-
inginum á sinni, at hesi
børnini ikki detta niður
ímillum. Síðstu tíðina hava
vit eisini frætt um fleiri
nýggjar stovnar, sum eru í
umbúna og um til ber at
taka hetta undir einum, so
er talan um eitt streymskifti
í føroyskum pedagogiskum
arbeiði og í metanini av tí
gagnliga í serstovnum.
Tað er ikki so langt síðan
at vanliga mannagongdin
var, at tey menningartarn-
aðu vóru send á stovnar
niðri. Hetta var hart fyri
foreldrini og fammiljuna,
men tey gjørdu tað í teirri
trúgv, at hetta var best fyri
barnið, tí har tað kom,
høvdu tey besta førleikan at
taka sær av barninum.
Men so vendi rákið. Fólk
fóru at ivast í, um tað var
rætt at institutionalisera
brekini og líkasum goyma
tey burtur. Høvdu ikki øll
sama rætt til samfelagið?
Og var tað ikki betur, held-
ur enn at arbeiða fram ímóti
einum
streymlinjaðum
samfelag fyri vinnarar, at
arbeiða fram ímóti einum
bleytari samfelag, har eisini
varð rúm fyri teimum
minni mentu? Felagið Javni
varð stovnað og fekk í lag,
at tey menningartarnaðu
kundu koma heim aftur. Í
´80-unum fóru skúlafólk at
tosa um, um ikki fólkaskúl-
in eisini átti at vera fyri øll?
Nakað aftaná er tað, at
Skúlin á Trøðni verður yv-
irtikin, og lagnan hjá hon-
um kann kanska eina best
lýsa, hvat síðani hendi.
Síðan Skúlin á Trøðni
varð yvirtikin hevur hann
verið niðurtrappaður við
náttúrligari frágongd og
verður tað enn, soleiðis at
tá íð ein lærari við serút-
búgving er farin frá fyri
aldur, er starvið niðurlagt
og ongin settur í staðin.
Hetta hevur verið gjørt, tí
rákið tá var, at fólkaskúlin
skuldi vera fyri øll og at
tíðin fyri serskúlum var
farin.
Tankin er vakur og góður
á mangan hátt. Tað er gott
fyri foreldrini og fammilj-
una og fyri tann menning-
artarnaða sjálvan, at hann
kann vera verðandi í nær-
umhvørvinum, floksfelag-
arnir hjá honum læra tol-
semi og fyrilit, og sjálvur
lærir hann eftir førimuni at
taka eftir tí, sum floksfelag-
arnir gera. Í flestu førum
gongur eisini væl fyrstu ár-
ini, men so verður munurin
ov stórur. Tað er ikki tað, at
floksfelagarnir ikki eru
góðir við tann menningar-
tarnaða, men tað er sum við
eldri og yngri syskjum. Tey
eldru tíma ikki at hava tey
yngru við, tí tey eru á
einum øðrum menningar-
stigi, og úrslitið verður, at
tann
menningartarnaði
verður einsamallur.
Eisini setur hetta, at skúl-
in skal vera fyri øll, stór
krøv til fólkaskúlan og sum
ikki hava samsvara við ta
fíggjarligu orku, sum skúl-
in hevur fingið, og so er tað
ringt at uppbyggja ein fak-
ligan førleika á økinum, tá
íð so langt er ímillum næm-
ingarnar. Úrslitið verður, at
fólkaskúlin í mongum før-
um ikki hevur sett seg føran
fyri at taka sær av hesum
næmingunum, sum so eru
falnir aftur á Skúlan á
Trøðni ella Skúlan á Ser-
námsdeplinum, sum hann
nú hevur verið kallaður.
Her uppliva tey í flestu
førum, at tann menningar-
tarnaði blómar upp, tí
knappliga kemur hann í ein
flokk
við
javngomlum
næmingum, sum eru á
sama menningarstigi, sum
hann sjálvur og sum hann
kann samskifta við á jøvn-
um føti. Hetta gevur honum
sjálvsálit og tryggleika, og
ger hann meira sjálvstøð-
ugan, soleiðis at skilja, at
nýggju vinirnir og tað, tann
menningartarnaði
hevur
saman við teimum, fer at
draga meira, enn nærum-
hvørvið ger.
Men hendan gongdin
hevur líka sum kolvelt
Skúlan á Sernámsdeplin-
um. Frá at vera ein serskúli
fyri deyv og lesiveik er
hann vorðin ein skúli, sum
skal taka sær av teimum
næmingunum, íð ikki passa
til rammur fólkaskúlans, og
sum fólkaskúlin tí vísir frá
sær.
Har
eru
fjølbrekaðir
næmingar, sum kunnu vera
so veikir, at teir doyggja
ímillum hendurnar á tær.
Tey fýra árini, eg var har,
doyðu tveir av mínum
næmingum, ikki í skúl-
anum tíbetur, men tað
kundu teir líka so gjarna.
Tori at siga, at deildin fyri
fjølbreka hjá Skúlanum á
Sernámsdeplinum
ikki
smæðist burtur ímillum,
hvørki tá íð samanborið
verður
við
tilsvarandi
deildir her á landi ella í
grannalondunum, og kort-
ini fóru hjálparfólkini á
deildini, sum hava arbeitt
har í fleiri ár og sum alla
tíðina hava tikið tað tunga
takið, 30 % niður í løn
01.08.2005.
Har eru næmingar, sum,
tá íð teir koma í affekt,
kunnu verða til skaða fyri
seg sjálvar og onnur,. Har
eru næmingar, sum hava so
lítil bindindi og órógvast so
lætt, at teir kunnu mala alt
upp í ein ellibita eftir lítlari
løtu, og har eru næmingar,
sum eru so sárbarir og
hjálparleysir, at teir skjótt
kunnu leiða seg sjálvar í
óføri, um tú missur teir úr
eygsjón.
Tað er kanska ikki so
heppi, at savna øll hesi ym-
isku fólkini á einum staði.
Serstakliga tey atferðar-
tuplu viga tungt, og her
verða tey menningartarn-
aðu ofta løtt offur. Haldi
sjálvur, at tað átti at verði
ein lógarfest normering til
atferðartruplar næmingar, tí
missir ein tamarhaldið á
einum slíkum næmingi,
kann hann spilla so nógv,
bæði fyri seg sjálvan, fyri
floksfelagarnar
og
fyri
allan skúlan.
Men tað eru eisini fyri-
munir við hesum at so
ymisk børn eru á sama
skúla, um ikki á somu
deild. T.d eru allir næming-
arnir góðir við tey fjøl-
brekaðu, og tá íð tú sært,
hvussu glaður og stoltur
tann ringasti "banditturin"
verður av at gera einum
fjølbrekaðum ein beina,
fært tú eina heilt aðra fatan
av næminginum og ein
nýggjan innfalsvinkul til
hansara, sum kann bera
ávøkst.
Á skúlanum ræður ein
fjálgur og hjartaligur andi.
Sum fær næmingar og lær-
arar at trívast. Flestu lærar-
arnir hava verið á stovn-
inum í mong ár, væl at
merkja, teir sum eru falnir
til, tí tað eru ikki øll, sum
trívast í hesum arbeiðinum,
og hesi falla vanliga ógvu-
liga skjótt frá. Dømi er um,
at lærari hevur verið settur
á Skúlanum á Sernáms-
deplinum í ein dag.
Hví hesin góði andin
ræður, er ilt at siga. Kanska
er tað tað, at næmingarnir
uppliva, at teir eru komnir á
eitt stað, har tað er normalt
at vera ørvísi enn hini, og at
hetta gevur teimum ein
opinleika og ein spontanit-
et, sum smittar av á lærarar-
nar. Kanska eru tað tær eks-
tremu
støðurnar,
sum
kunnu stinga seg upp og
sum tá noyða lærararnar at
arbeiða tætt saman, sum
eru orsøkin.
Og kortini er tað mangan
stravið og stressandi, bæði
fyri næmingar og lærarar.
Lærararnir fáa somu reduk-
tiónina fyri serundirvísing ,
sum lærarar í fólkaskúlan-
um fáa, men av tí at øll
undirvísingin her er ser-
undirvísing, hava teir ein
styttri arbeiðsdag enn ar-
beiðsfelagarnir í fólkaskúl-
anum, kortini velja nógvir
at arbeiða niðursetta tíð,
eisini nógvu sjúkradagarnir
millum lærararnar á stovn-
inum bera boð um, at trýst-
ið á lærararnar er vorðið ov
stórt, men ráðini hava ikki
verið til ein sjúkravikar.
Hugaligt er at hoyra um
nýggju stovnarnar, sum eru
í umbúna, men í hesum
sparitíðum hugsi eg, at tað
fekst meira fyri peningin og
at tað hevði verið fult so
gott fyri næmingarnar, um
myndugleikarnir
høvdu
verið eitt sindur betri við
teir stovnarnar, sum eru,
soleiðis at hesir kundu
fingið møgulleikar at ment
seg; men tað verður kanska
næsta stigið, nú pædagog-
iska rákið eftir øllum at
døma er við at venda.
Er rákið í føroyskum pædagogiskum arbeiði við at venda?