Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 168 - 6. september 2005 Dagurin 6. september. Magnus, deyður í umleið 750. Sankta Magnus var einabúgvi, sum saman við fleiri øðrum einbúgvum í langa tíð helt til við Bodenvatnið á markinum millum Týskland og Sveis. Seinni fór hann sum trúboðari til Bayern, har hann læt byggja eitt kleystur. Kemur ofta í bland við aðrar Magnusar, eitt nú ein Magnus, sum sigst at vera tikin av døgum um ár 250, og við tann Magnus, sum magnusarmessa verður hildin fyri. Navnið er latínskt og merkir stórur. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður at kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Sidonius Joensen Skála andaðist leygardagin 3. september, 92 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju mikudagin 7. september kl. 14.00. Familjunnar vegna Jólsvein, Fríðbjørg, Elmar og Eyðbjørn Tey, ið vilja minnast Sidonius, kunnu lata Eldrasambýlinum á Skála eina gávu. Konta í peningastovnunum. Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Sigrid Maria Dalsgaard, fødd Poulsen,Tórshavn andaðist á Ellisheiminum í Tórshavn, 2. september, 92 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin 6. september kl. 13.00. Fyri tey avvarðandi Kjartan,Suni, Jens og Magni Tey, ið vilja minnast Sigrid kunnu lata eina peningagávu til Ellisheimið í Havn, konto í peningastovnunum. Gjørt verður ætt og vinum kunnugt, at kæri bróður mín og góði mammubeiggi og pápabeiggi okkara Sofus M. Funding Funningur andaðist í heiminum 1. september, 83 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju týsdagin 6. september kl. 14.00. Sungið verður úr sálmabókini. Vegna tey avvarðandi Aksel Í dag, týsdagin 6. septem- ber, verður Finnbogi Arge í Havn 50 ár. Finnbogi er vinnulívsmaður, hann er fyrrverandi politikari, og hann hevur eisini gjørt um seg í ítrótti. Finnbogi Arge er havnar- maður. Foreldrini eru Annelisa, fødd Jacobsen Krogh og ættað úr Skive í Danmark, og Meinhardt Arge úr Havn. Mamman doyði í 1982. Annelisa og Meinhardt fingu fýra børn - Inger, Gunnleyg, Finnbogi og Árni. Tey búgva øll í høvuðsstaðnum uttan Gunnleyg, sum býr í Dan- mark. Finnbogi tók samfelags málsligt studentsprógv í Hoydølum í 1975. Hann leyk exam. art prógv í norðurlendskum og serliga føroyskum máli og bók- mentum í 1977. Hann fór undir hægri lestur í Århus, har hann las søgu og síðani HA, men umstøðurnar í familjuni bóru við sær, at hann ikki hevði møguleika at gera seg lidnan við lest- urin. Finnbogi hevði eitt skifti í sjeyti árunum við góðum hegni roynt seg sum bilasølumann, og í 1979 flutti hann heim at standa á odda fyri rakstrinum av familjufyritøkuni. Finnbogi var stjóri í partafelagnum Auto Ser- vice 1979-1993. Umframt bilasølu og annað virksemi í tí sambandinum, vóru teir í fleiri øðrum vinnum, og teir royndu seg eisini uttan- fyri landoddarnar. Teir seldu Bridgestone aliringar, teir áttu Sejerø havbrug, teir vóru uppi í aling í Grikkalandi, teir áttu í osta- fyritøku í Danmark, og teir stovnaðu eisini lýsingar- fyritøkuna Team 85. Eftir stóru kreppuna fyrrapartin av níti árunum stovnaði Finnbogi Arge partafelagið Meinhardt Arge, sum hann síðani hev- ur verið stjóri á – burtursæð frá tíðarskeiðnum tá ið hann var landsstýrismaður. Felagið hevur fyrst og fremst fingist við at selja bilar og at veita tænastur í tí sambandinum. Á løgtingsvalinum í 1990 var Finnbogi Arge á listan- um hjá Sambandsflokkin- um í Suðurstreymoy. Hann varð valdur og afturvaldur í 1994, og tey fyrstu árini, tá ið hann var í politikki, varð roknað við, at Finnbogi fór at vera ein teirra, sum skuldi mynda Sambands- flokkin. Men tað kom vátt í reiðrið, og í 1995 tók Finn- bogi seg úr Sambands- flokkinum. Hann var síðani uttanflokka tingmaður, men í 1998 var hann á list- anum hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymi. Finnbogi rakk akkurát ikki á ting, men Fólkaflokkurin kjós- aði hann til landsstýris- mann í vinnu- og sam- ferðslumálum. Hann talaði eitt nú nógv fyri fremm- andum kapitali í føroyskari vinnu, men tí vildi Løgting- ið ikki vita av. 18. august í 2000 tók Finnbogi seg úr landsstýr- inum. Fólkaflokkurin valdi Bjarna Djurholm til lands- stýrismann, og so var Finn- bogi tingmaður inntil á val- inum í 2002, tá ið hann ikki stillaði uppaftur. Finnboga dámdi væl at fáast við politikk, og hann fekk høvi at royna seg í stórum avbjóðingum – um- framt at vera landsstýris- maður var hann eitt skifti formaður í fíggjarnevndini – men hann metti ikki, at tað bar til hjá honum at vera frammarlaga í polit- ikki og samstundis at vera vinnulívsmaður, og valið fall á fyritøkuna. Eitt skifti var Finnbogi formaður í nevndini fyri Atlantic Airways, og hann hevur eisini røkt aðrar nevndarsessir, eitt nú í Havsbrún. Pápi Finnboga, Mein- hardt, var í síni tíð ein tann besti fótbóltsspælarin í Før- oyum. Hann spældi í HB, og Finnbogi vísti eisini gott fótbóltshegni í HB, har hann var miðvallari til og við á dreingjaliðnum. Síð- ani tá hava góðu fótbólts- evnini verið nýtt í innan- dura fótbólti, og politisku fótbóltsdystirnir millum samgongu og andstøðu vístu, at hegnið og fatanin framvegis eru, sum tey vóru í dreingjaárunum, sjálvt um ferðin og orkan kanska ikki eru á sama støði. Ítróttargreinin hjá Finn- boga gjørdist flogbóltur. Meðan hann gekk í Hoy- dølum, spældi hann við Føroya Studentaskúla ella FS, sum vann FM í 1975. Um hetta mundið fór flog- bólturin frá at vera ítróttar- greinin hjá skúlunum – serliga læraraskúlanum og studentaskúlanum – og út í feløgini, og FM kappingin varð broytt frá at vera viku- skiftiskapping og til at vera landskapping í tí líkinum, sum hon framvegis er kend. Finnbogi var millum teirra, sum gingu undan. Hann var við til at stovna Fleyr, ið mundi vera fyrsta ítróttar- felagið, sum burturav var flogbóltsfelag, og hann var 1975-76 formaður í flog- bóltsdeildini hjá ÍSF. Finn- bogi spældi tíggju ferðir á flogbóltslandsliðnum. Meðan hann gekk í real- skúla á Venjingarskúlanum, skrivaði Finnbogi um ítrótt í Dimmalætting. Hann hjálpti Árna Dahl, sum var lærari hjá honum samstun- dis, sum hann hevði ábyrgdina av ítróttarteigin- um í Dimmalætting. Í 1981 giftist Finnbogi við Armgarð, fødd Morten- sen og ættað úr Havnini. Tey eiga hugnaligt heim í Hanusargøtu í Havn, og tey eiga fýra døtrar – Turid fødd 1982, Elisabeth fødd 1985, Maria fødd 1991 og Lív fødd 1997. Finnbogi eigur eina abbadóttur. Føðingardagin er tað móttøka frá klokkan trý til seks í hølunum hjá pf. Meinhardt Arge við Oyggjarvegin. Tøkk Hartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Óli Sørensen Húsavík andaðist og varð jarðaður. Takk til Ingu Poulsen Dam, prest, sangarar, berarar og kirkjutænarar.Takk fyri blómur, kransar og gávur til Leguhúsið í Nesvík. Takk til sjúkrasystrar á onkulogisku deild, sum hjálptu undir sjúkraleguni. Takk til øll, sum hjálptu til við jarðarferðini og fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjuna vegna Edith Finnbogi Arge 50 ár