Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 6. september 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Jákup Magnussen, Klaksvík, fyrrverandi prestur, andaðist leygardagin 3. september, 90 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi týskvøldið klokkan 18:00. Jarðarferðin verður úr Christianskirkjuni mikudagin klokkan 14:00. Henrietta Petersen, Oyndarfjørður, vanliga nevnd Jetta, andaðist á Umlættingarheiminum í Gøtu leygardagin 4. september, 96 ára gomul. Kistan fer av Umlættingarheiminum týsdagin klokkan 16. Jarðarferðn verður úr Oyndarfjarðar kirkju hós- dagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Jettu kunnu lata Missións- húsinum í Oyndarfirði eina gávu. Konto í Føroya Banka. Sidonius Joensen, Skála, andaðist leygardagin 3. september, 92 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju mikudagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Sidonius kunnu lata Eldra- sambýlinum á Skála eina gávu. Konto í peninga- stovnunum. Árni Klein Olsen, ættaður úr Vestmanna, búsit- andi í Hósvík andaðist á Landssjúkrahúsinum leygarnáttina 3. september, 69 ára gamal. Kistan kemur í Hósvíkar kirkju týsdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Árna kunnu lata Føroyskt Cystisk Fribrosu Felag eina gávu. Konto í peninga- stovunum. Kistan við Sigrid Dalsgaard, Tórshavn, fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum í dag (mána- dagin) klokkan 16 heim í Havnar kirkju. Jarðar- ferðin verður týsdagin klokkan 13. Tey, ið ætla at senda blómur ella krans, kunnu ístaðin lata Ellisheiminum í Havn eina peninga- gávu. Konto í peningastovunum. Magnus Louis Poulsen, vanliga nevndur Louis í Kunoy, búsitandi í Klaksvík, andaðist leygarmorg- unin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 87 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Ella Askham fer til gravar mánadagin 5. september klokkan 13 úr Vesturkirkjui. Tey, ið vilja minnast Ellu, kunnu lata eina gávu til Blindastovnin. Konto í peningastovnunum. Sofus Funding í Funningi andaðist 1. september, 83 ára gamal. Farið verður úr kapellinum á Lands- sjúkrahúsinum mánakvøldið 5. september klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju týsdag- in 6. september klokkan Andlát og jarðarferðir Leygardagin 3. sep- tember kl. 16 var ein spildurnýggjur Audi A4 latin Eileen Andr- easen á Hellunum, ið hevur kvalifiserað seg til ein slíkan bil sum LR umboð Á startseminari hjá LR- International (sum umboða Aloe Vera produktir, kosmetikk og parfumu), á Hotel Føroyum, leygar- dagin 3. september 2005, fekk Eileen Andreasen á Hellunum handaðan ein spildurnýggjan svartan Audi A4 1,9 TDI limous- ine, ið hon hevði kvaliferað seg til sum Aloe Vera umboð. Á nummarplátuni stend- ur: EILEEN. Eileen og maðurin, Jóan Jacob Andreasen, hava áður búð í Kollafirði og eru nýliga flutt til Hellurnar at búgva. Týsdagin 6. september 2005 fyllir Olaf Vester- gaard, Sumba 90 ár. Ja, góði Olaf abbun, nú ert tú blivin 90 ár. Tað er ein høgur aldur, men enn roynur tú at vera frammi hvønn dag, sjálvt um bein- ini eru blivin nakað veik og eyguni eru farin at bila. Á tíni lívsleið hevur tú verið víða um, og ei man tað verða nakað meiri spennandi, enn tá ið tú fortelur søgur fyri okkum. Hetta er nakað, sum tú dugur fram um alt. Sum ungur fór tú, sum so mangur annar tá ið í tíðini, við slupp. Hetta hevur ikki verið nakar gamansleikur. Tá hava tey føroysku undir- klæðini verið kærkomin. Nógv ár búleikaðist tú í Grønlandi. Fyrst í Godthåb, her tú fekst heiðurstekin fyri gott avrik, og seinni eisini í Føroyingahavnini. Í Akrabyrgi satst tú í fleiri ár sum fýrpassari og ansaði teimum mongu skipinum, sum stevndu fram við. Mangur ein skip- ari hevur óivað kent seg tryggan og vælafturkomn- an til klettarnar, tá tú hevur latið vitaglæmuna komið honum fyri eyga. Ja góði abbun, nógv kundi verið at drigið saman um. Ei heldur skert burtur, at skald ert tú av sonnum. Pennurin hevur stútt fest tínir vøkru yrkingar niður á pappír, og ein av hesum vøkru tekstum bleiv eisini sungin tá abbasonur tín, Olaf, bleiv giftur. Tað er gott at søgurnar hjá tær eru so fjølbroyttar og mangar í talið, tí eftir- komararnir hjá tær og Astrid ommuni eru eisini mong, ja ikki minni enn 80 í talið. 7 børn, 27 abbabørn og 46 langabbabørn. So hvørja ferð ein av hesum trínur inn um tína gátt, er tað stuttligt, at tú so skjótt hálar enn eina stuttliga søgu fram, so vit gapandi og við stórum eygum kunnu lýða á. Góði abbun, vit vilja takka tær fyri alt tað, ið tú hevur verið fyri okkum, og ynskja tær hjartaliga til- lukku við degnum, og hopa tú fært ein góðan dag sam- an við tínum kæru. Ynskja Rebekka, Jóhannes, Erla, Bjarta, Sólbjørg og Petur Føðingardagsheilsan til Olaf Vestergaard Sumba Eileen kvalifiserað seg til ein bil Familjan fekk blómur frá LR, í sambandi við at bilurin var lætin. Á myndini eru f.v: Jóan Jacob Andreasen og dóttirin Anita, og Eileen Andreasen saman við dóttrini Kirstin Mynd: Magnus Gunnarsson Tíðindaskriv Mikudagin 31. august 2005 fingu tríggir næmingar prógv sum »Open Water« kavarar frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Næmingarnir hava sein- astu vikurnar verið til royndir í kavarateori, kav- ing í svimjihøll, og ikki minst – kaving í sjónum. Faroe Dive, Klaksvík: Tríggir kavarar fingið prógv Næmingar á kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík, f.v.: Gunvør Poulsen, Claus Neumann, Petra G. Neumann, »Open Water« kavarar, og Janus Joensen, kavarainstruktørur