týsdagur 6. september 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 168 - 6. september 2005
Føroya Felag móti
Krabbameini hevur
sett Mariu Debess í
starv á skrivstovu
felagsins sum ráðgeva
hjá felagnum
FELØG
Maria Debess, sum er 40
ára gomul, er útbúgvin
sjúkrarøktarfrøðingur og
hevur onkologiska eftirút-
búgving.
Hon hevur starvast á
medisinsku deildunum á
Landssjúkrahúsinum, B6
og B7, og somuleiðis á
onkologiska ambulatoriin-
um á Ríkissjúkrahúsinum.
Síðan 1999 hevur hon
starvast
á
onkologiska
ambulatoriinum á Lands-
sjúkrahúsinum og tað fer
hon framhaldandi at gera
hálva tíð.
Á
skrivstovuni
hjá
Krabbameinsfelagnum fer
Maria at taka sær av at ráð-
geva krabbameinssjúkling-
um og avvarðandi teirra,
eins og at taka sær av øðr-
um uppgávum saman við
Jansy Gaardlykke, sum síð-
an 1996 hevur starvast í fel-
agnum sum ráðgevandi
sjúkrarøktarfrøðingur.
Virksemið í felagnum,
sum telist millum størstu
sjúklingafeløg í Føroyum,
er økt nógv seinnu árini.
Felagið skipar javnan fyri
skeiðum, ráðstevnum, fyri-
lestrum og undirvísing, og
tað tekur eisini lut í nógv-
um fundarvirksemi, bæði í
Føroyum og uttanlands.
Virksemið í sjálvhjálpar-
bólkunum í felagnum er
somuleiðis stórt.
sb.
Ráðgeva og stuðla
fólki við
krabbameini
Jancy Gaardlykke (hm.) hevur nú fingið ein starvsfelaga
í arbeiðinum við at ráðgeva og kunna um krabbamein –
Maria Debess (vm.)
Mynd :Jens Kr. Vang
Mikudagin 7. septem-
ber 2005 letur Ingi Suni
Jacobsen í Havn upp
eina málningafram-
sýning í Mentamála-
ráðnum. Fernisering
verður frá kl. 15-17, tá
listamaðurin og bass-
spælarin Øssur
Johannesen fer at spæla
Tíðindaskriv
Ingi Suni Jacobsen letur upp
listaframsýning í Mentamála-
ráðnum mikudagin 7. sept-
ember 2005, kl. 15.00-17.00.
Framsýningin er opin mána-
dag til hósdag kl. 08.00-
16.00, fríggjadag kl. 08.00 -
15.00.
Ingi Suni Jacobsen (f. 22.
august 1976) er føddur og
uppvaksin í Klaksvík, men er
búsitandi í Tórshavn. Hann
hevur málað í 5 ár, og fær
hann íblástur ymsastaðni frá,
t.d. frá írska tónleikabólkin-
um U2 og amerikansku
Portishead. Umframt hetta
fær hann eisini nógvan íblást-
ur frá listarmonnunum Van
Gogh og Salvadore Dali. Ingi
Suni Jacobsen hevur ætlanir
at fara uttanlands at útbúgva
seg innan list.
Stílurin hjá Inga Suna
Jacobsen er abstraktur og til
tíðir surrealistisktur, men sum
heild
málar
hann
mest
abstrakta list. Litirnir eru sum
oftast litríkir, t.v.s. bláir,
reyðir og gulir.
Ingi Suni Jacobsen hevur
luttikið á ymiskum framsýn-
ingum og var hann t.d. við á
Ólavsøkuframsýningini í ár.
Tá framsýningin letur upp
verður tónleikur at hoyra av
Øssuri Johannesen listamanni
og bass-spælara. Framsýning-
in verður til 31. desember
2005, og eru øll vælkomin.
Ingi Suni Jacobsen:
Málningaframsýning í Mentamálráðnum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.