týsdagur 6. september 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 168 - 6. september 2005
MARKNAÐARRÁK
Ódnin Katrina hongur enn
sum eitt ok yvir fíggja-
marknaðunum.
Serliga
hevur hon fingið oljuprísin
at hækka. Trý oljureinsi-
verk í suðurstatunum í
USA eru rakt av yvirflóð
orsakað av ódnini, og tað
minkar samlaða útboðið á
heimsmarknaðinum
við
2%. Tað er ikki so nógv,
men tá framleiðslan longu
koyrir undir høgum trýsti,
gera øll avbrot mun, og tey
trýsta prísin upp. Í USA
fekk ódnin 1-mánaða fram-
tíðarprísin á bensini at
hækka heili 40%, og tað
elvdi til ótta fyri, at privati
brúkarin ikki fer at hava
nógv at nýta til aðrar vørur.
Hetta hevði minkað um bú-
skaparvøksturin. Prísurin
er tó longu lækkaður 15%
aftur. Vanliga plaga ódnir
o.t. ikki at ávirka marknað-
irnar í langa tíð. Marknað-
irnir eru tó ikki á einum
máli viðvíkjandi Katrinu.
Tað er orsakað av, at tað
tekur langa tíð at fáa olju-
reinsiverkini at framleiða
aftur, umframt at eitt stórt
øki enn er undir í vatni.
Lánsbrævarentur sett
nýtt met
Lánsbrøvini tóku dik á seg í
farnu viku í kjalarvørrinum
á ódnini Katrinu. 10-ára
danska rentan kom niður á
3,00%, og tað er nýtt met.
Um so verður, at hon fer
niður um hetta markið,
kann hon væntast at lækka
0,25% aftrat.
Partabrøv sýnast bílig
Tá lánsbrævarenturnar eru
lágar, sýnast partabrøv bí-
lig. Orsøkin er, at íleggjarar
vanliga síggja lánsbrøv og
partabrøv sum íløgur, ið
kappast móti hvørjari aðr-
ari. Tá lánsbrævarenturnar
eru lágar, gerst væntaði
vinningurin av hesum lágur
og væntaði vinningurin á
partabrøvunum gerst tí lut-
falsliga høgur. Tískil sýnast
partabrøvini bílig í slíkari
støðu. Hetta er ein orsøk til
at partabrøv hava staðið seg
væl seinastu vikuna og
útlitini fyri at partabrøv
eisini gerast góð íløga í
næstum, eru tí hampuliga
góð.
Hesa vikuna
Hesa vikuna koma ikki tey
heilt stóru lyklatølini. Tað
koma metingar um búskap-
in í USA frá tjóðbankanum,
og í Evropa frá OECD. So-
leiðis er líkt til, at oljuprís-
urin eisini fer at merkja
hesa vikuna á virðisbræva-
marknaðunum.
Katrina ávirkar fíggjarmarknaðirnar
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
595,04
-2,0%
Lánsbrøv í DKK
104,89
0,3%
JPY
5,42
-1,7%
Evru Lánsbrøv
176,83
0,5%
GBP
1.095,85
0,3%
Norrøn Partabrøv
99,26
2,3%
NOK
95,68
1,9%
Altjóða Vøkstur
65,26
-0,4%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
3,00%
3,20%
3,40%
05/06
06/07
06/08
890
930
970
05/06
06/07
06/08
Vika 36, 2005
www.kaupthing.fo
Lama Sea
hitar upp
fyri
Carpark
North
Tá kendi danski rokk-
bólkurin Carpark North
vitja Mentanarhúsið í
Fuglafirði, verður upp-
hitingin í serflokki. Ein
av bestu livebólkunum í
landinum, Føroya glað-
asti bólkur Lama Sea skal
hita upp. Lama Sea
gjørdu veruliga vart við
seg í Prix Føroyum í ár, tá
teir spældu seg í hálv-
finaluna.
Í summar hava teir spælt
á MjúS, G! og Ólavsøku-
konsertini, og ymsar aðr-
ar konsertir. Teirra ófati-
liga orka og jaliga útstrál-
ing fangar fólk, og kon-
sertirnar eru tí altíð stórar
tónleikaligar upplivingar.
Konsertin við Carpark
North og Lama Sea verður
24. september. Atgongu-
merki fáast í 3´aranum og
Shell við Ringvegin í
Havn, Hjá Bassa í Fugla-
firði, Shell í Gøtudali,
Trend Floor í Saltangará,
Leikalund í Klaksvík,
Statoilstøðini í Sørvági og
Statoilstøðini á Tvøroyri
nud
Upp-
tøkur-
nar
ganga
væl
Gestir heva seinastu
vikuna verið í Lund-
gaard upptøkuhølunum
í Vejen í Jútlandi. Teir
lata væl at, og siga at
upptøkurnar ganga bet-
ur enn væntað, teir hava
longu tikið upp umleið
helvtina av tilfarinum,
ið
verður
á
fyrstu
fløguni hjá bólkinum.
Veðrið er gott, og um-
støðurnar í upptøkuhøl-
unum eru frálíkar, tó
siga teir seg verða eitt
sindur irriteraðar av øll-
um teimum insektunum,
sum plága teir orsakað
av góða veðrinum.
nud
Ung í Sørvági, ung-
dómslistastevna 9. og
10. september: Fýra
verksmiðjur, lista-
framsýning og høvi at
vitja
TÍÐINDASKRIV FRÁ
UNGUM Í FØROYUM
Nú freistin er úti at melda
seg til Ung í Føroyum
Vestur í Sørvágs skúla,
gleða fyriskipararnar seg at
taka ímóti luttakarunum
næsta vikuskifti.
Felagskommunan í Vág-
um, sum stendur fyri tiltak-
inum í samstarvi við Norð-
urlandahúsið, hevur gjørt
alt fyri at tryggja, at luttak-
ararnar fáa bestu umstøður-
nar. Tveir verksmiðjuleið-
arar, Jóna Thomsen og Ás-
laug Jónsdóttir, búgva utt-
anlanda, og koma til Før-
oyar serliga til hetta høvi.
Vágoyggin eru umboðað av
Sámali Ravnsfjall og Katr-
ini
Jørgensen.
Mikkjal
Helmsdal undirvísir í sjón-
leiki. Allir verksmiðjuleið-
arar eru yrkislistafólk.
Fríggjakvøldið kl. 16 hitt-
ast luttakararnir, og flestu
teirra sýna tá fyri hinum
stevnuluttakarunum
eitt-
hvørt, sum tey hava fyrireika
sjálvi: m.a. dans, floytuspæl,
klaver og sang, - enntá ein
stuttfilmur er á skránni. Ein
listaframsýning kemur eisini
upp fyrsta kvøldið. Allan
leygardagin arbeiða tey
ungu síðani saman við verk-
smiðjuleiðarunum.
Sama
kvøldið millum kl. 18 og 19
kunnu øll áhugaði vitja
verksmiðjurnar og fregnast
eitt sindur um, hvussu
arbeiðið fer fram.
Vikuna eftir, t.e. 12. - 17.
september, verður framsýn-
ingin at síggja í hølunum
hjá Føroya Banka í Sør-
vági. Myndlistaverk og
bøkurnar, sum verða skapt-
ar í verksmiðjuni "Mynd &
orð, bókin sum listaverk",
verða sýnd.
Ætlanin er, frá nú av, at
halda smærri Ung í Føroy-
um-stevnur ymsastaðni í
landinum støk ár, meðan
stevnan í Norðurlandahús-
inum heldur fram makað ár.
Hetta er bæði fyri at fáa
fleiri samstarvspartar, og at
tryggja sær, at hetta ikki
verður til eitt høvuðsstaðar-
tiltak burturav. Í tilmelding-
unum hesaferð er lutfallið
av ungum av bygd munandi
størri - meðan ein stórur
bólkur eisini eru tey, sum
hava verið til líknandi tiltøk
fyrr, og hava glett seg til at
koma aftur.
Sum vanligt, eru tað tey
ungu millum 13 og 18 ár,
sum eiga stevnuna. Tó eru
nøkur, sum eru fylt 19, við
á stevnuni. Hesi hava valt at
halda fram sum ungir fyri-
skiparar, ella "stórasystk-
in", sum tey verða nevnd.
Tey verða frásøgufólk á
sýningina fríggjakvøldið
og taka sær av ymsum
praktiskum arbeiði á stevn-
uni og hjálpa eisini til sum
tíðindafólk.
Ungdómsstevna í Sørvági