týsdagur 6. september 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2005
17
Teitur vísti eina eitt
sindur myrkari og
daprari síðu av sær í
nýggja tilfarinum. Tá
hann einsamallur fór
á pallin á Norður
Bryggjuni í Keyp-
mannahavn og spældi
tvey sett á tremur við
nýggjum tilfari
KONSERT
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eini 70-80 fólk høvdu
fríggjakvøldið leitað sær á
konsert hjá Teiti á Norður
Bryggjuni í Keypmanna-
havn. Tey upplivdu ein
mann, ein gittar eitt flygul
og eina rúgvu av nýggjum
løgum kryddað við onkrum
eldri lagi.
Konsertin var framúrskar-
andi góð. Hon var býtt í tvey
sett. Tað fyrsta var á tremur
við nýggjum spennandi
løgum, við bert einum lagið
av Poetry & Aeroplanes. Í
seinna setti var pláss fyri
løgum sum Sleeping with
the Lights on, Josephine,
You’re the ocean, Let’s go
dancing
og
Amandas
Dream. Men har vóru
sanniliga eisini fleiri nýggj
løg. Konsertin var forkunn-
ug, og gav innlit í hvussu
komandi fløgan hjá Teiti
verður. Nýggju løgini vóru
frekari, myrkari, daprari og
meira viðkomandi enn tey
av fyrru fløguni. Tað var
sum um okkurt Nick Cave
kent var yvir nógvum av
nýggju løgunum.
Trygg byrjan
Konsertin byrjaði trygt, við
lagnum
"Shade
of
a
Shadow" av Poetry & Aero-
planes, lagið er ikki besta
lagið hjá Teiti, men heldur
ikki tað ringasta. tað tyktist
sum ein bleyt byrjan á eina
fitta hit-konsert. Uttan bólk-
in og uttan vanliga ljóð-
mannin
Jónas
var
tað
kanska væntandi, at Teitur
ikki gjørdi tað stóra hóva-
stákið, men so varð ikki.
Hetta sá man longu í
næsta lagi, tí nýggja "Baby
you don’t ever have to see
me again". Hetta er eitt
sterkt lag, sum á ein skitnan
og eitt sindur beiskan máta
er so øgiliga vakurt. lagið
klæddi eisini væl henda
bera formin, við einans
kassagittara og rødd.
Skrivar enn á
føroyskum
Hóast Teitur hevur spælt
nógvar hundra konsertir í
USA og Evropa seinastu
árini, skrivar hann enn løg
við føroyskum teksti. Triðja
lagið á skránni "Andvekur"
var eitt dømi um hetta.
Lagið var spildurnýtt, so
nýtt, at Teitur bert hevði
spælt tað eina ferð áður, tað
var, tá hann tók tað upp.
Hetta lagið var eitt av bestu
løgunum á kvøldinum, øgi-
liga orkumikið, á tremur við
sterkum myrkum kenslum.
Eisini føroysku orðini vóru
framúr góð. Teitur hevur
alsamt
ment
seg
sum
tekstskrivara. Hann dugir
væl at skriva júst tey røttu
orðini til júst tað rætta lagið.
Lagið "Hitchiker", sum
Teitur í seinastuni hevur
spælt saman við 200 í eini
sera diabolskar útsetting,
slapp eisini við á skránna,
og við kassagittara og sangi
er lagið ein sonn Murder
Ballad, myrkt men glatt á
ein ræðandi hátt. Eitt dapurt
lag um mannin sum kanska
hevur dripið eina kvinnu.
Um at skjóta í mjørka
Lagið "Guilt by associaton"
er ein annarleiðis og verulig
Murder Ballad um ein
ungan mann, sum saman við
einum vinmanni er úti og
skjýtur í mjørka, og vin-
maðurin drepur í ósketni ein
mann. Hetta er skrivað um
eina veruliga hending í
Føroyum. Orðini "The thing
is we thought we shot a dog,
we sure didn’t see at man in
the fog", virka absurd men
samstundis
sera
sterk.
Kenslurnar hjá hesum unga
manni, verða málaðir í hes-
um vakra popplagi.
Akkordirnar eru akkurát
tær somu, sum í lagnum
"Havið" av Sólin og Regn-
ið, og fyri at tryggja sær, at
vit ikki vóru lumpaði til at
halda, at talan var um tvey
ymisk løg, legði Teitur løg-
ini lið um lið á spæli-
skránni.
"Guilt by association" og
eitt annað av nýggju løgun-
um "I run the Carrousell"
høvdu bæði henda myrka
dám, men ljóðaðu sam-
stundis, sum tey kundu havt
verið á Poetry & Aeroplan-
es. Tey fingu tí á onkran hátt
ein leiklut sum bindilið
millum gamla og nýggja
tilfarið.
Fyrra settið endaði við
Great Balls of Fire, sum
Teitur tolkar á sín heilt egna
hátt.
Tann
fullkomiliga
svaki teksturin kemur til sín
rætt í hesi tolking. Teitur
segði at hetta var hansara
heilsan til Jerry Lee Lewis,
og at hetta var soleiðis, sum
Jerry veruliga kendi seg. Eg
havi hoyrt tríggjar útsetingar
hjá Teiti av hesum lagnum,
eina við strúkarum, eina við
Teitur trio og fríggjakvøldið
við Teitur og flygel, henda
seinasta útseting var enn
svakligari enn hinar, og
riggaði ótrúliga væl.
Næstan keðiliga trygt
"Sleeping with the lights
on", sum var fyrsta lag í
næsta setti, tyktist næstan
keðiliga tryggur í mun til alt
tað nýggja, myrka og spenn-
andi í fyrsta setti. Tí var tað
gott, at hann beinanvegin
fór víðari til nýggj løg, tað
fyrsta var eitt 80’ara kent
rokklag, ljóðaði eitt sindur
av ELO, sum vit ikki fingu
navnið á. Hóast lagið var
gott, so var flygel og rødd
ikki heilt rætti formurin at
spæla tað í, tað sama kann
sigast um tey bæði næstu
løgini "Last kid on the
playground"
og
"Louie
Louie". Teitur royndi at
ljóða sum eitt rokkorkestur,
men hann er bara ein maður.
Hesa løtuna var konsertin
meira stuttlig og forkunnug
enn góð. Lagið Josephine,
ið er eitt av betru løgunum á
Poetry & Aeroplanes, kom
síðan, men á onkran hátt
livdi Teitur ikki við í lagn-
um, har tyktist at vera ein
frástøða, tað tyktist ikki so
persónligt, sum nógv av
hinum.
Men hetta broyttist tá
nýggja lagið "When I did
everything slowly" kom á
skránna. Lagið var sera fitt
og pent, og Teitur virkaði
aftur 100%.
Danska íkasti á spæli-
skránni hjá Teiti var lagið
sum Teitur syngur á H.C.
Andersens drømme. Peter
Laugesen hevur skriva orð-
ini og Nikolaj Nørlund lag-
ið. Tað var eitt púra svakt
men ordiliga gott lag.
You’re the ocean, Let’s go
dancing
og
Amandas
Dream øll av Poetry &
Aeroplanes, endaðu fant-
astisku Teitur konsertina,
her var tað serliga Let’s go
dancing, sum fekk veingir,
og varð spælt í eini betri
útgávu enn eg nakrantíð
havi hoyrt tað áður.
Eingi eykaløg
Teitur hevði eingi eykaløg á
skránni, so tá hann var
róptur út aftur, spurdi hann
fólk hvat tey vildu hoyra, tá
onkur bað um føroysk løg
sang hann "Sólin og Regn-
ið", "Regnið" og endaði við
nýggja
lagnum
"Cloud
Gazing"
Nýtt frá Teiti