Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 168 - 6. september 2005 Rúgvan hendan morgunin, tá ið 600 fuglar vóru komnir aftrat teimum 300, var øgilig á at líta. Kassarnir niðanfyri skúrin og inni í skúrinum vóru sum ein lítil ísfiskalast at síggja til; nú stóðu 22 kassar uttanfyri við 25 og fleiri fuglum í hvørjum – og 15 kassar innanfyri við 20 fuglum í hvørjum! Tilsamans 900 fuglar bíðaðu eftir rein- gerð… HAVHESTATÍÐ Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Vilmund Jacobsen Tað er fríggjamorgun og besta havhestatíð. Klokkan er farin av 8. Uttanfyri skúrin omanfyri fiskavirkið standa 22 hvítir fiskakassar fullir við havhesti, 600 fuglar í tali. Teir eru tiknir norðanfyri hósdagin – av tveimum monnum. Menn- inir hava tikið havhest í mong ár, men hetta er besti dagurin nakrantíð. Hvørgin teirra hevur gjørt ein so góðan dag áður. Fuglurin er illa fyri, siga teir klóku. Lítið kemur undan, og enn minni kemur á sjógv! Ája, tað kann vera. Kanska er havhesturin bara so nógvur, at ógjørligt er at staðfesta – uttan verulig hagtøl – hvussu stovnurin er fyri. Teir siga eisini, at fugl- urin fær ikki nóg mikið at eta, men merkiliga fáir ungar av einum so stórum tali verða tveittir útaftur, tí teir eru rak. Fuglurin hendan dagin, sum veiddur varð norður úr Ennibergi, var góður – og ikki minni góður enn eitt vanligt ár. Dagin fyri hendan góða havhestadag fekk annar maðurin, sum eisini er bátaeigarin, 300 fuglar, og tá var hann einsamallur. Hetta er ein frálíka góður dagur hjá einum manni. Stundir vóru ikki til at royta og svíða dagin eftir hesar fyrstu 300, tí farast mátti avstað aftur. Veðrið var gott, og eingin veit hesa ársins tíð, hvussu veðrið lagar seg. Tí má takast, meðan tak- ast kann. So, tá ið farið var á av- stað aftur seinasta hósdag, lógu longu 300 havhestar niðurfyri og bíðaðu eftir at verða royttir, svidnir og reinsaðir. Ein "ísfiskalast" Rúgvan hendan fríggja- morgunin, tá ið teir 600 vóru komnir aftrat teimum 300 dagin fyri, var øgilig á at líta. Kassarnir niðanfyri skúr- in og inni í skúrinum vóru sum ein lítil ísfiskalast at síggja til; nú stóðu 22 kassar uttanfyri við 25 og fleiri fuglum í hvørjum – og 15 kassar innanfyri við 20 fuglum í hvørjum! Tilsamans 900 fuglar bíðaðu eftir reingerð… Havhestatíð: Tá ið 900 fuglar b Veðrið er av tí besta, og vit stevna út av Funningsfirði og norður ímóti Kallinum Vit vóru hepnir og fingu hesar menninar at keypa okkum motorolju út við