Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Uppgávan sá eitt sindur møtumikil út – og við ong- ari roytimaskinu, hevði tað verið ógjørligt at fingið fuglin frá hondini innan líkinda tíð. Við einari roytimaskinu, einum gassblussi og góðum kørum og íløtum fóru vit við góðum huga og treysti undir hesa uppgávu. Eitt er, at roytimaskinan er uppfunnin. Tað skal eis- ini ein vandur og kvikur maður halda fuglunum – einum og einum - til hana, meðan roytt verður. Sama er við svíðingini, um alt skal ganga hond úr hond fram til vaskingina. Skal alt ganga skjótt og væl, og fuglurin vera vakur á at líta, tá ið hann liggur klárur á køksborðinum, skulu kvikir og nærlagdir fingrar og hendur til. Vaskingin er eitt áhuga- vert kapittul fyri seg! Fólk kunnu trúgva tí ella ikki, men nógv tann skjót- asti mátin at vaska havhest, er at brúka eina vanliga blandimaskinu! Tú vindur eitt gamalt handklæði um "armarnar" inni í maskinuni, so teir ikki skaða fuglin, tá ið maskinan melur – og so er klárt til vaskingina. At hava eina gassgrýtu til upphiting av vatninum í skúrinum er nummar eitt. Tá ið vatnið er nóg heitt í grýtuni, fyllir tú í blandi- maskinuna, stoytir ein fjórðingspakka av sodu í vatnið – og síðan havhestar- nar. Tú kanst vaska so nógvar í senn, sum blandi- maskinan tekur. Hendan dagin høvdu vit alt úr 25 upp í einar 70 fuglar í maskinuni í senn. Tað tekur onga sum helst tíð at vaska í blandimaskin- uni. Ein minuttur ella tveir, og fuglarnir eru sum ný- keyptir høsnarungar at síggja til. Klokkan gekk til 9 hend- an fríggjamorgunin, tá ið allar fyrireikingar vóru lidnar, og teir fyrstu hav- hestarnir lógu svidnir í kar- inum, við avkubbaðum veingjum, beinum, høvdi og reyv – klárir at tveita inn í blandimaskinuna. Aftrat okkum báðum, sum royttu og sviðu, fingu vit ein mann at taka sær av vaskingini og ein smádrong at salta. Hesir fingu havhest aftur fyri arbeiði. Nú skulu vit gera ein langa søgu stutta og siga, at tá ið kvøldið kom, vóru teir fyrstu 675 fuglarnir komnir í salt – og teir seinastu 225 vóru eitt "spæl" at fáa frá hondini dagin eftir, sum eisini var leygardagur. Av Funningsfirði Hesin stóri havhestadagur- in byrjaði á Funningsfirði. Vit fóru frá húsum um 06-tíðina, og góðan hálvan tíma seinni stevndu vit út ígjøgnum Funningsfjørð í best veðri. Vit settu kós í ein landnyrðing, og málið var at leggja okkum einar 8-10 fjórðingar norður úr Ennibergi og kanska "detta" nakað eysturyvir móti Fugloynni. Vit fingu onkran havhest á leiðini norðureftir, men nøgdin gjørdist ikki nakað at tosa um, fyrr enn vit veruliga vóru komnir norður um. Tá ið vit høvdu siglt í einar tríggjar tímar og høvdu fingið fitt av fugli, fall oljutrýstið á motorin- um, og vit funnu skjótt út av, at olja var likin niður í kjølin á bátinum! Omaná motorinum var ein leki, sum olja kom upp úr, og tað hevði ikki gjørt lekan minni, at vit høvdu siglt við 9-10 míla ferð norðuryvir. Dagurin, sum annars hevði sæð so lovandi út, sá nú út til at fara fyri skeyti. Vit ringdu til maskin- mann, sum nýliga hevur havt motorin til umvæling- ar og spurdu, hvat var at gera. Hann helt, at um vit minkaðu um ferðina, fór motorinin at leka minni olju. Einir átta litrar av motor- olju vóru í bátinum, so vit fyltu á og settu ferðina niður. Jú, tað vísti seg, at hetta hjálpti, men skuldu vit royna ein langan dag, noyddust vit at fáa fatur á meira olju. Fyrr um morgunin høvdu vit tosað við menn, sum ætlaðu sær at taka havhest, men sum ikki høvdu loyst úr landi. Teir vóru so beina- samir at keypa okkum 20 litrar av motorolju, og tá ið teir so seinni um morgunin komu út á "feltið", fingu vit kærkomnu oljuna. Tað, at vit settu ferðina niður og fingu meira olju, gjørdi, at vit kundu royna ein langan dag. Allan dagin høvdu vit neyvt eygað við oljutrýst- mátaranum, og nakrar ferð- ir gjøgnum dagin noyddust vit at leggja stilt og fylla á motorin. Tað tarnaði kanska deg- num eitt sindur, at vit ikki kundu sigla skjótari – ser- liga tá ið longri var ímillum fuglarnar, men tá ið saman um kom, og vit aftur vóru á Funningsfirði stutt eftir, at tað var vorðið myrkt, vóru vit væl nøgdir við dagin kortini. 600 fuglar var ein met- dagur – hjá okkum báðum, og tí kundu vit ikki annað enn fegnast. Hendan hósdagin fingu fleiri bátar nógvan fugl, og vit frættu soleiðis um einar tveir aðrar bátar, sum høvdu fleiri enn 500 hav- hestar hvør. Nr. 168 - 6. september 2005 19 bíða eftir heitum vatni og salti Tað sá lovandi út, og vit avgjørdu fyrst at fylla í kassarnar í lastini, men neyðugt var eisini við "dekslast" Og so stendur reingerðin fyri; 900 fuglar skulu fáast í salt Hugagóður stendur hann í skúrinum og roytir – og tað gongur skjótt fyri seg…