týsdagur 6. september 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 168 - 6. september 2005
Aftur í ár fer sunnu-
dagsskúlin í samkom-
uni Lívdini at savna
inn skógvaeskjur við
gávum til líðandi
børn úti í heimi. Í fjør
vórðu túsundvís av
slíkum skógvaeskjum
sendar úr fleiri sam-
komum í Føroyum
BARNAHJÁLP
Snorri Brend
– Ein skógvaeskja broytir
neyvan heimin. Men hjá
teimum 40 milliónum av
børnum, sum hava fingið
eina skógvaeskju síðani
1990, hevur hetta gjørt
stóran mun í lívi teirra.
- Hjá hvørjum einasta
barni, sum fær eina skógva-
eskju í ár, verður hetta óivað
besta jólagávan og kanska
einasta gávan tey fáa, siga
fyrireikararnir á heimasíðu
teirra.
Tað er felagsskapurin
Operation Christmas Child,
ið stendur fyri tiltakinum at
lata skógvaeskjur fyltar við
gávum til fátøk børn. Hvørt
ár verða umleið 7 mió.
skógvaeskjur latnar børnum
í 95 londum. Eskjur verða
savnaðar av frívilligum fólki
og felagsskapum í USA,
Kanada, Australia, Stóra
Bretlandi, Niðurlondum og
eisini í Føroyum.
Gjøgnum samstarv við
lokalar kirkjur og vælger-
andi felagsskapir á staðnum,
verða skógvaeskjurnar latn-
ar børnum á sjúkrahúsum,
barnaheimum, flóttalegum,
býlum fyri heimleys og í fá-
tækrabýlingum.
Gávurnar verða latnar
treytaleyst til børn uttan
mun til hvørji tjóð tey eru
av, ella hvør politiska ella
trúðarliga sannføring tey
hava.
– Eskjurnar verða latnar,
tí tað er jól. Har møguleiki
er fyri tí, verður bóklingur
við bíbliusøgum latin børn-
unum á teirra máli. Hesin
bóklingur fortelur um veru-
ligu orsøkina til hví vit
halda jól – at Jesus varð
føddur, sigur sunnudags-
skúlin í Lívdini.
Ein kunnandi fundur um
hetta stóra tiltak verður í
Hoyvíkar Skúla týskvøldið
13. september.
Kendir og minni
kendir bólkar hittust
leygarkvøldið til eina
marathon-konsert í
Skálafirði. Fyrireik-
arin, Eyðun Jacobsen
er sera bilsin av støð-
inum hjá øllum hes-
um bólkunum. –
Fleiri teirra tóku meg
fullkomuliga á bóli,
sigur hann
ROKKKONSERT
Snorri Brend
Keldan: - Vilja tit ikki hava
eina ordiliga trummusolo?
Óneyðugt er at seta spurn-
ingin, tí her eru allar um-
støður at fáa eitt játtandi
svar.
Eitt fult hús av tónleika-
hugaðum ungdómi. Ein
hópur av vælspælandi tón-
leikabólkum. Og eitt høli,
sum so avgjørt er tað best
egnaða staðið til at hesir
báðar partarnir møtast.
Og tá ein so vælkendur
og vælspælandi bólkur sum
"Direct Level" er á palli í
Kelduni í Skálafirði, er lítið
at ivast í, at her kann bert
eitt gott úrslit spyrjast burt-
urúr.
Øll tann tekniska út-
gerðin, sum finst í hesum
samkomubygninginum
kemur her til sín rætt: Ljós-
og ljóðviðurskiftini eru
framúr. Aftanfyri trummu-
spælaran er ein roykmask-
ina og aftanfyri bólkin er
ein stórur skýggi, har ym-
iskar myndir verða sýndar,
meðan bólkarnir spæla.
Jú, her eru allar umstøður
fyri eitt gott kvøld í anda-
ligum felagsskapi. Og at
tað so kostaði 100 kr. at
sleppa inn, tað hugsar eing-
in um, tá góður tónleikur er
á skránni eitt heilt kvøld og
til langt út á náttina.
Umframt konsertina var
eisini møguleiki hjá teim-
um ungu at tosa við ein av
andaligu leiðarunum. Og
tað vísti seg eisini, at fleiri
ung nýttu henda møguleik-
ar fyri eini andaligari sam-
talu og forbøn.
Plektari til minni
Teir í Direct Level hava nú
spælt í eina góða løtu, og
nú er komið hartil, at sein-
asta lagið er spælt og eitt
eykalag. Hvat er so eftir? –
Jú, at takka fyri seg og síð-
ani runda av.
Og hví ikki gera tað við
eini ordiligari trummusolo.
Soleiðis fáa teir ungu áhoyr-
arnir eina góða trummusolo,
áðrenn teir fýra í Direct
Level takka fyri seg.
Tann eini guitarleikarin
vil fegin geva áhoyrarunum
eitt lítið minni um hesa
konsertina. Hann fer í
lummar og løtu seinni hev-
ur hann tveitt nakrar av
plektarum sínum út millum
áhoyrararnar. Fólk savna
uppá so ymiskt – so hví
ikki eisini eiga ein plektara
frá Direct Level?!
Hóast fólk fegin vildu
havt teir at spælt eitt sindur
longri, so má farast víðari í
skránni. Eftir eru enn tveir
bólkar – tveir eins navn-
framir: Proclaim og I Am.
At klokkan er farin at
nærkast 01.00 ger ongan
mun. Tey hundraðtals ungu
fólkini í Kelduni hava
ongan skund, og hava enn
ikki nakrar ætlanir um at
fara til hús.
Tey flest hava verið her
síðani seint seinnapartin, og
hóast tiltakið varir til kl.
02.00, so ger tað ongan mun.
Her skal alt fáast við, og her
skal njótast hvør løta á hesi
marathon-konsertini, sum
Adore Music skipar fyri.
Bilsin av teimum
ókendu
Leygarkvøldið
høvdu
kendir og minni kendir
bólkar høvið at vísa fram
nakað av tí tilfarinum, tey
liggja inni við.
Fleiri av teimum nýggj-
aru – og kanska eisini
ókendu – bólkunum vóru at
byrja við. Men tað sum teir
framførdu kom rættiliga
óvart á Eyðun Jacobsen –
og helst mong onnur eisini.
- Eg má bara siga, at eg
var sera bilsin av, hvussu
væl hesir nýggju bólkarnir
spældi. Eg var nærum tikin
á bóli av teimum.
- Eg haldi tí at tað var
stórt spell, at ikki fleiri fólk
vóru her beinanvegin, og
kundu hoyra júst hesar
bólkarnar.
Teir
spældu
framúr væl, sigur Eyðun
Jacobsen, sum somuleiðis
fegnaðist um, at teir kend-
aru bólkarnir eisini taka seg
støðugt fram.
Hóast onkur kundi halda,
at hetta var eitt heldur drúgt
tiltak, so er ikki óvanligt í
øðrum londum við slíkum
tiltøkum.
Fylla skógvaeskjur til líðandi børn
Rokkur og roykur í Kelduni
- Ein skógvaeskja við gávulutum og andaligum innihaldi
broytir ikki heimin, men fyri hetta barnið hevur innihaldið
stóran týdning
Adore
Music
Adore Music hevur til
endamáls at menna og
styrkja gospeltónleikin í
Føroyum, har alt yvir-
skotið fer til eitt vælger-
andi endamál.
Visiónin hjá Adore Mus-
ic er at gera ein aftur-
vendandi summarfestival
hvørt ár, har man kann
koma saman at lovprísa
Gudi, fáa góða undirvís-
ing og andaliga føði
gjøgnum eitt vikuskifti.
Adore Music er eisini eitt
managementfelag ið vil
hjálpa føroyskum gospel-
bólkum at gera seg gald-
andi uttanlanda. Her kann
nevnast at felagið hevur
havt sáttmala við I Am,
sum er ein av førandi gos-
pelbólkum í Føroyum.
Felagið gjørdi tað møgu-
ligt hjá I Am at koma til
Norra á Kørrefestivalin í
2002 og til Skærgårds-
festivalin í 2001.
Adore Music hevur
heimstað í Skálafirði (í
Kelduni), har eisini øll
fólkini er virkin, og hevur
felagið í síni visión at
undirleggja seg visiónina
hjá Kelduni.
Størri tiltak á veg
Hóast henda Marathon-konsertin í Kelduni vardi í góðar
níggju tímar, so er hetta bert at kalla sum ein upphiting
til eitt enn størri tiltak næsta ár.
Eyðun Jacobsen er ein av monnunum handan Adore
Music, og hann hevur størri ætlanir enn hetta:
Seinast í apríl mánað komandi ár verður eitt megnar
gospel-tiltak í Føroyum.
- Hetta verður somuleiðis eitt kostnaðarmikið tiltak. Og
tí vildu vit við hesum tiltakinum leggja teir fíggjarligu
lunnarnar undir hetta stóra tiltakið, sigur hann við
Sosialinum.
Bólkurin I Am kom úr
Klaksvík og spældi fleiri av
vælkendu løgum sínum. Sum
ikki einaferð, vóru teir væl
upplagdur
Proclaim er ein av nýggju
bólkunum, sum nógv av
unga fólkinum dámar væl.
Teir høvdu fyrr um kvøldið
spælt til Stórmøtini í
Runavík, men tað forðaði
teimum ikki at offra seg fult í
Skálafirði seinni um kvøldið