Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 6. september 2005 21 UTTAN ÚR HEIMI Ódnin "Katrina" hev- ur kanska kravt fleiri tíggjutúsund manna- lív USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Eingin veit, hvussu mong mannalív ódnin "Katrina" hevur kravt, men eingin er í iva um, at talan er um fleiri túsund. Í gjár var tað almenna talið í New Orleans fram- vegis 59, men amerikanski heilsumálaráðhar rin, Michael Leavitt, viðgekk fyri CNN, at tað veruliga talið er nógv størri og iva- leyst fleiri túsund. Borgarstjórin í New Or- leans, Ray Nagin, sigur tað sama. – Spyr ikki meg, hvussu mong eru deyð. Men vit kunnu hyggja at tølunum. 500.000 fólk vóru í býnum. 80 prosent vórðu flutt burt- ur. Næstan 50.000 leitaðu sær skjól ymsastaðni. So- statt eru millum 50.000 og 60.000 eftir. Hvussu mong teirra eru deyð? Eg veit ikki. Kanska 5 prosent, kanska 10 prosent ella kanska 20 prosent. Tey eru í hvussu er mong í tali, segði borgarstjórin við CNN gjáranáttina. Bjargingarliðini siga, at tey flestu, sum eru deyð, eru eldri og sjúk fólk, men at minst trý pinkubørn doyðu inni í ítróttarhøllini Superdome, har nógv tús- und fólk leitaðu sær skjól undan ódnini. Fólk, sum vórðu flutt úr Superdome sunnudagin, greiddu frá, at tey høvdu sæð fleiri lík inni í teirri risastóru høllini. Bjargingarliðini siga, at arbeiðið er ótespiligt og óhugnaligt. So hvørt sum vatnið fjarar í gøtum og kjallarum, koma lík undan kavi. Tey verða tikin upp fyri at avmarka vandan fyri umfarssjúkum. Hvassar atfinningar So hvørt sum talið á deyð- um veksur, harðna atfinn- ingarnar at myndugleikun- um. Millum annað fýlast fólk á, at tað gingu fleiri fagar, áðrenn forsetin gav sær stundir til at virja vanlukkuøkið. Onnur fýlast á, at tað tók myndugleik- unum fimm samdøgur at útvega teimum neyðstøddu í einum amerikonskum stórbýi mat, vatn og heili- vág. Amerikonsku fjølmiðl- arnir hava lagt størri dent á ta vantandi tilbúgvingina, og teir hava eisini gjørt nógv burturúr, at stjórnin skarvaði av játtanini, sum var ætlað at bøta um byrg- ingarnar við Meksikanska Flógvan. Herfyri bað kreppueftirlitið FEMA um meiri pengar til at styrkja byrgingarnar kring New Orleans, tí serfrøðingar høvdu sagt, at byrgingarnar við býin fóru ikki at halda, kom ein hørð ódn tann vegin. Men stjórnin segði nei. Men munurin ímill- um teir borgarligu og andstøðuna er minni, enn hann hevur verið NOREG Árni Joensen fartekst@mail.dk Enn benda veljarakanning- arnar á, at Jens Stoltenberg fer at loysa Kjell Magna Bondevik av í starvinum sum norskur forsætisráð- harri aftan á valið tann 12. september. Nýggjasta veljarakann- ingin, sum kom í gjár, vísir tó, at munurin ímillum teir borgarligu og andstøðuna er minkaður í seinastuni. Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg hevur framvegis framgongd, men av tí at Sosialistiski Vinstraflokkurin hevði aft- urgongd, tódnaði munurin. Tað avgerandi tykist verða, um tann minsti stjórnarflokkurin, Vinstri, yvirhøvur kemur í Stórting- ið aftan á valið. Veljara- kanningin í gjár gav flokk- inum 3,6 prosent. Minsta- markið fyri at fáa umboð á ting er 4,0 prosent. Framvegis útlit fyri stjórnarskifti í Noregi Nú er eftir at telja tey deyðu ST rýmir úr Afghanistan ST ber ótta fyri ófriði upp undir tjóðartings- valið í Afghanistan, sum verður tann 18. septemb- er, og tí hava fleiri deildir hjá ST mælt sínum starvsfólkum til at fara haðani, skrivar AP. Í seinastuni hava upp- reistrarmenn gjørt seg inn á fremmand hjálpar- fólk, og sunnudagin ávar- aði afghanska stjórnin um, at Taliban fer uttan iva at herða ágangin, so hvørt sum valið nærkast. Sunnukvøldið kunn- gjørdi japanska stjórnin, at tveir japanskir ferða- menn eru funnir myrdir í Afghanistan. Dagin fyri varð ein bretskur verk- frøðingur funnin myrdur har vesturi í landinum. Hann varð burturfluttur í síðstu viku. Sambært myndugleik- unum í Kabul eru minst 1.000 fólk deyð í álopum teir seinastu seks mánað- arnar, og sunnudagin doyðu átta løgreglumenn og eitt valevni í einum álopi. Adrian Edwards, sum er ST-talsmaður, segði í gjár, at heimsfelagsskap- urin hevur mælt sínum starvsfólkum í Afghan- istan til at fáa sær frí hetta til valið, tí viður- skiftini eru alt ov ótrygg. Saddam-málið skal útsetast Í Irak hava myndugleik- arnir gjørt av, at rættar- málið ímóti fyrrverandi forsetanum Saddam Hus- sein skal byrja tann 19. oktober, men nú vilja tey avvarðandi og verjarnir hava málið útsett. Abdel Haq Alani, sum er ein av verjunum, sigur við AP, at hann og hinir verjarnir fáa alt ov stutta tíð til at fyrireika seg til rættarmálið. Hann vísir á, at ákæruvaldið hevur kannað fleiri túsund skjøl tað seinasta árið, uttan at verjarnir hava fingið atgongd til teirra. Tað ber í sær, at verjarnir fáa bara ein mánað til at seta seg inn í øll skjølini, og tað er fullkomiliga burtur- við, sigur Alani. Í fyrsta umfari er Sad- dam Hussein ákærdur fyri at hava givið boð um at myrða 143 shiamus- limar í býnum Duijali í 1982. Verður hann funn- in sekur, kann hann fáa deyðarevsing. Sjey fyrr- verandi medarbeiðarar hjá Saddam eru ákærdir í sama máli, teirra millum fyrrverandi fregnartæn- astustjórin Barazan Ibra- him. Hann og Saddam eru hálvbrøður. Leivdirnar funnar Í 1970 hvarv tann 24 ára gamli fjallaklintrarin Gúnther Messner undir einari ferð oman av paki- stanska fjallinum Nanga Parbat. Gúnther Messner hevði verið uppi á fjallin- um saman við bróðurin- um Reinhold, sum ofta hevur verið fyri atfinn- ingum, tí fólk vilja vera við, at hann rýmdi frá bróðurinum. Tað hevur Reinhold avsannað. Hann vil tvørturímóti vera við, at eitt skalvalop tók bróðurin. Nú heldur Reinhold Messner, at fólk í Paki- stan hava funnið leivdir- nar av Gúnther. Á einum tíðindafundi um viku- skiftið hevði hann einar skinnskógvar, sum eru funnir á Nanga Parbat, og sum bróðurin var í. Sambært Reionhold Messner hava fólk eisini funnið klædnapetti og hár á staðnum. Reinhold Messner, sum nú er 61 ára gamal, er ein tann best kendi fjallaklintrarin í heimin- um. Hann var tann fyrsti, sum fór niðan á Mount Everest einsamallur, og hann var eisini tann fyrsti, sum megnaði at koma niðan á øll tey 14 fjøllini, sum eru meiri enn 8.000 metrar høg. Setti knívin á málning Ein 35 ára gomul týsk kvinna kann vænta sær fongsulsrevsing, eftir at hon gjørdi seg inn á ein málning á einari fram- sýning í Wien. Kvinnan stóð og eyg- leiddi málningin "Nude in mirror" hjá Roy Licht- enstein, tá hon brádliga tók ein knív úr lumman- um og randi hann í máln- ingin. Løgreglan í Wien sigur, at málningurin fekk fýra skeinur, sum eru einar 30 centimetrar langar. Ein stovnur í New York eigur "Nude in mirror", sum er smáar 40 milli- ónir krónur verdur. Fleiri gravir eru longu at síggja í New Orleans Mynd: Reuters