týsdagur 6. september 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 • týsdagur • 6. september 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Pauli fyri Toda
Tað verður Pauli G. Han-
sen av Skála, sum skal
loysa Toda Jónsson av í
føroyska landsliðshópin-
um.
Tað var avgerðin, sum
føroysku landsliðsvenj-
ararnir tóku, tá nýggjur
maður skuldi finnast í
hópin.
Við sportalin segði
Pauli, at hann er sera
fegin um úttøkuna, og at
hann vónar, at tað skal
bera til at fáa frí frá
starvinum hesar dagar-
nar, sum landsliðshóp-
urin er savnaður.
Pauli G. Hansen er
miðvallari, men fyri tað
tykjast áleyparar ikki at
resta í føroyska hópinum.
Undan Fraklands-ferðini
varð Jónhard Frederiks-
berg tikin út fyri leik-
bannaða Johan Byrial
Hansen, so í so máta er
býtið millum keturnar nú
tað sama, sum tað var til
dystin móti Kypros.
Hinvegin tykist hetta
vera ein ábending um, at
Johan Byrial Hansen
spældi seg mest sum úr
hitanum í dystinum móti
Kypros. Hann var sjálv-
andi leikbannaður til
dystin móti Fraklandi,
men at ein maður, sum
seinast var millum teir
fyrstu ellivu, ikki verður
slúsaðust aftur í hópin,
nú fráfall hevur verið,
kundi bent á, at venjar-
arnir ikki síggja hann
sum ein essentiellan part
av hópinum.
-mørk
Tað verður liðformaðurin
hjá Skála, Pauli G.
Hansen, sum skal loysa
Toda Jónsson av í føroyska
hópinum
Mansell: Ferrari
eru bidnir um at
hvørva
Nigel Mansell koyrdi fyri
Ferrari kappingarárini
1989-1990
Gitingarnar í formel 1
plaga um hetta mundið á
formel 1 árinum at vera
um, hvør koyrir á hvørj-
um liði næsta ár. Men í
vikuni gitti fyrrverandi
Ferrari koyrarin og for-
mel 1 meistarin Nigel
Mansell um eina stóra
formel 1 samansvørjing.
Hann segði seg ikki
skilja, at Ferrari kann
vera so langt afturi í ár,
aftan á at hava dominer-
að formel 1 í so nógv ár.
Hann helt at tað tykist,
sum um onkur hevði bið-
ið Ferrari um at hvørva
úr oddastríðnum í ár.
Danski rasarakoyrarin
Marrtin Jensen var í
sendihølinum hjá TV2
sunnudagin, hann segði
seg vera sannførdan um,
at okkurt gongur fyri seg
aftan fyri leiktjøldini í
formel 1. Ferrari hava
smurt alt av í nógv ár,
men eru í ár heilt steðg-
aðir upp, og fingu t.d.
ongan bil í stigini á
Monza hetta vikuskiftið.
Spenningurin í formel 1
fall nakað væl, tá Micha-
el Schumacher kundi
kalla seg heimsmeistara
tíðliga hvørt kappingarár,
og hetta gekk út yvir
hyggjaratølini.
Tað at onnur lið blanda
seg í oddastríðið hevur
fingið meira spenning í
aftur formel 1, og tí
koma slíkar gitingar. Tað
er tó ivasamt hvussu
nógv hald er í hesum.
-nud
Hóast hann ikki hevði
tann stóra tørvin at
staðfesta seg hesaferð,
so gav Zinedine
Zidane í løtum boð
um, hví hann verður
mettur sum besti
spælarin seinastu 10-
15 árini
ZIDANE
Jákup Mørk
Frá teiri løtu, at liðini komu
á vøllin til upphitingina,
var stemningurin millum
áskoðararnar
í
toppi.
Hvørja ferð Zidane bara
spældi sær við bóltinum
ella vandi okkurt skotið,
rungaðu
lógvabrestirnir
hvøllir, og tá farast skuldi
undir dystin, kom enn
meira ljóð á.
»Zidane» rungaði tað frá
samfullum 45.000 áskoðar-
unum, tá stadion-varpartin
las nøvnini upp í eyðkenda
stílinum, har fornavnið
fyrst varð lisið, áðrenn
áskoðararnir svaraðu við
eftirnavninum.
Og á vøllinum snúi tað
mesta seg eisini um stóra
bóltsnillingin, sum hóast
algiersku røtur sínar er
størsta tjóðarhetjan, sum
Frakland hevur átt innan
fótbóltin. Ein ylur fór gjøg-
num fjøldina, hvørja ferð
hann nart bóltin, og tað
gekk heldur ikki leingi,
áðrenn hann gav valuta fyri
peningin.
Hóast
Fróði
Benjaminsen mest sum alt
fyri eitt jarðlegði Zizou,
tóktist hetta á ongan hátt at
nerva spæl hansara. Heldur
havði tað við sær, at hann
bara syrgdi fyri at sleppa
heilt undan fríspørkum við
kvikum fintum og sending-
um, soleiðis at føroysku
mótstøðumenninir sjáldan
komu so nær, at teir yvir
høvur kundu gera fríspark.
Eyðkendu finturnar, har
hann traðkar á bóltin í
vendingini, ella har steppað
verður um bóltin vóru á
skránni, eins og hann í
onkrum førum hevði bæði
hæl og tá við í spælinum.
Tað er bara eitt orð, sum
veruliga er nøktandi, um
metast skal um avrikið.
Heimsflokkur.
Tíverri fingu áskoðar-
arnir ikki høvi at uppliva
hann longur enn í knappan
tíma á hesum sinni. Tá
hevði hann júst fingið eina
heldur harðliga tackling frá
Inga Højsted, og hóast talan
als ikki var um skaða, so
mundi avgerðin vera, at
beinini skuldu sparast. Fyri
framman stendur Írland, og
tá verður helst talan um
øðrvísi og størri uppgávu
hjá Zidane & co. Írland við
Roy Keane, sum eisini
telist millum teir stóru
seinastu 15 árini, stendur tá
fyri framman, og so kann
væl verða, at tørvurin á
Zizou er enn størri, enn
hann var tað leygardagin.
Heimsins besti
Fróði Benjaminsen fekk alt fyri eitt fatur á Zidane, men í longdini var hetta ikki nóg mikið til at steðga franska bóltsnillinginum
Heimsins besti - hvørki
meira ella minni. Hóast
menn sum Hagi, Laudrup,
Stojkovic, Giggs, Nedved og
aðrir hava talst millum
mótstøðumenninar hjá
føroyska landsliðnum, so var
talan um sjáldsama og
framúr fótbóltsframsýning,
sum Zinedina Zidane gav
bæði fronskum og føroysku
áskoðarum teir 58
minuttirnar, sum hann var á
vøllinum leygardagin.