týsdagur 6. september 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2005
23
Fyri aðru ferð í ár og
triðju ferð í allari
formel1 søguni komu
allir bilar, sum byrj-
aðu koyringina á mál,
tá heimsins bestu
rasarakoyrarar kapp-
aðust á Monza breyt-
ini í Ferrari landi
FORMEL 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Á Indianapolis breytini fyrr
í ár komu allir bilar, sum
byrjaðu koyringina í má. Tá
luttóku tó einans teir seks
bilarnir, sum brúka Bridge-
stone dekk. Hetta var aðru
ferð í allari formel 1 søg-
uni.
Á
Monzabreytini
sunnudagin byrjaðu 20
bilar, og allir sum ein komu
á mál. Hetta hóast øll
spáddu stórt mannfall á
Monzabreytini, ið slítur
motorarnar á formel 1
bilunum harðliga.
Montoya vann
Kolumbiumaðurin í Mc
Laren-Mercedes
Juan
Pablo Montoya byrjaði av
fyrstu byrjunarstøðu, og
megnaði at halda spanska
Renault koyraran Fernando
Alonso aftan fyri seg alla
koyringina,. Montoya tók
sostatt sín annan sigur hetta
kappingarárið. Alonso kom
um málstrikuna beint í høl-
unum á honum.
Dekktrupulleikar
aftur
Michelin dekkini fingu aft-
ur á Monza ein óhepnan
leiklut, við dekktrupulleik-
um á vinstra bakhjóli á
báðum McLaren Mercedes
bilunum. Dekktrupulleikar
og eitt pittstopp at skifta
vinstra bakdekk kostaðu
Räikkönen í minsta lagið
annað pláss, og møguliga
eisini sigurin. Enn verri var,
at hetta ivaleyst eisini av-
gjørdi slagið um heims-
meistaraheitið. Räikkönen
endaði á fjórða plássi.
Montoya fekk somuleiðis
trupulleikar
við
sínum
vinstra bakdekki, hetta
hendi við 4 umførum eftir,
og
kolumbiumaðurin
stríddi seg á mál, men misti
nógva tíð, so Alonso á
øðrum plássi var beint í
hølunum á honum um mál-
strikuna. Liðfelagin hjá
Alonso, Giancarlo Fisi-
chella tók triðja plássið á
sigurskammlinum.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Michelin dekkini fáa ein
óhepnan leiklut. Williams
bilarnir, ið eisini brúka
Michelin dekk, punkteraðu
í seinastu koyring báðir á
høgra bakdekki tvær ferð
hvør og noyddust tí at gev-
ast. Fyrr í ár valdu allir bil-
ar við Michelin dekkum
ikki at luttaka í ameri-
kansku koyringini á Indi-
anapolis, tí dekkini ikki
vóru trygg. Hetta er sera
óheppið fyri trúvirði hjá
Michelin.
Ein gandaður finni
Kimi Räikkönen koyrdi
sum ein meistari alt viku-
skiftið, men um hann var
gandaður, hevði tað ikki
gingið verri. Trupulleikar-
nir byrjaðu áðrenn tíðar-
koyringina. Enn einaferð
sveik Mercedes motorurin
hjá unga finnanum. Hann
noyddist at skifta motor,
hetta flutti hann tíggju
byrjunarstøður aftur. Hann
koyrdi skjótastu tíðina í
tíðarkoyringini leygardag-
in, og byrjaði sostatt á ell-
inta plássi.
Í byrjanini slapp Jaques
Villeneuve framvið Räik-
könen, sum sjálvur fór
framvið Ralf Schumacher.
Fyri Räikkönen var hetta
sera óheppið, tí í 14 umfør
lá hann á ellinta plássi,
uttan at sleppa framvið
Villeneuve.
Tá Villeneuve fór í pitt at
fáa sær bensin, varð Räik-
könen verandi úti, hann var
byrjaður við fullum tanga,
og bíðaði heilt inntil 24.
umfar við at fara í pitt.
Hetta flutti hann heilt upp á
annað pláss, áðrenn hann
fór í pitt.
Hann fylti tangan aftur,
og hetta var nóg mikið at
koma í mál við. Hann hevði
sostatt ætlanir um bara at
hava eitt pittstopp, meðan
allir hinir skuldu inn aftur.
Tí var ein sigur ikki heilt
ósannlíkur. Men á 28. um-
fari, byrjaði vinstra bakhjól
á McLaren-Mercedes’inum
at skrædna. Räikkönen
varð noyddur aftur í pitt, og
kom út aftur á 11 plássi.
Hetta kostaði ivaleyst sig-
urin og møguliga eisini
heimsmeistaraheitið
fyri
koyrarar.
Ringur Ferrari dagur
Ferrari høvdu ringasta dag
á heimabreytini í nógv ár,
tá hvørgin bilurin megnaði
at koma í stigini. Michael
Schumacher var í skuggan-
um av liðfelaganum Rub-
ens Barrichello allan dagin.
Barrichello tók sætta pláss
frá Schumacher í byrjanini,
og lá framman fyri týskar-
anum, heilt inntil eitt av
hansara Bridgestone dekk-
um punkteraði. Hetta kost-
aði tíð, og Barrichello end-
aði tí á tólvta plássi, tvey
pláss aftan fyri Michael
Schumacher.
Eisini Jenson Button,
sum byrjaði av triðja plássi,
mundi kenna seg heldur
skuffaðan, av bert at fáa eitt
stig á áttanda plássi.
Toyota gjørdist ein av
teimum meira jaligu upp-
livingunum, Liðið fekk
fimta og sætta pláss, og
vísti at Toyota megnar at
kappast við tey stóru liðini.
Pizzonia avloysti
Heidfeld
Triði koyrarin hjá Williams
Antonio Pizzonia, avloysti
Nick Heidfeld hetta viku-
skiftið og fekk tvey stig á
sjeynda plássi. Heidfeld
valdi í samráð við formel 1
læknarnar ikki at luttaka í
koyringini, tí hann var so
ringur av høvupínu.
Pínan var sera svár í
fríggjakvøldið aftan á, at
hann hevði royndarkoyrt,
leygarmorgun var pínan
enn ring. Heidfeld rendi á
við nógvari ferð seinastu
viku, tá hann royndar-
koyrdi, og pínan stavar
sambært f1.com ivaleyst frá
hesum óhappi.
Pizzonia er royndar- og
eykakoyarari hjá liðnum,
og hann hevur fyrr verið
dystin fús sum avloysari.
Hann koyrdi fýra koyringar
fyri Ralf Schumacher í fjør,
tá hesin fekk brot á ryggin á
Indianapolis breytini.
Heimsmeistaraheitið
er mist
Heimsmeistarin í formel 1
2006 fer ikki at eita Micha-
el Schumacher. Hetta kann
staðfestast aftan á koyring-
ina á Monza. Fernando
Alonso hevur 48 stig fleiri
enn Schumacher, og við
einans fýra koyringum eftir
er munurin ov stórur til, at
Schumacher kann vinna.
Eisini
stríðið
millum
Alonso og Räikkönen er
meira ella minnið avgjørt,
við 27 stigum á muni, skal
finnin vinna allar koyring-
arnar, meðan Alonso ikki
má fáa meira enn 14 stig,
tað er t.d. trý fimta pláss og
eitt sjeynda pláss. So
spaniumenn kunnu byrja at
gleða seg. Tí longu um eina
viku kann alt verða avgjørt,
um Alonso fær fýra stig
fleiri enn Räikkönen, er
spaniumaðurin
heims-
meistari.
Úrslitið á Monza breytini í Italia
Nr. Koyrari
Bilslag
stig
1
Juan Pablo Montoya
McLaren-Mercedes
10
2
Fernando Alonso
Renault
8
3
Giancarlo Fisichella
Renault
6
4
Kimi Räikkönen
McLaren-Mercedes
5
5
Jarno Trulli
Toyota
4
6
Ralf Schumacher
Toyota
3
7
Antonio Pizzonia
Williams-BMW
2
8
Jenson Button
BAR- Honda
1
9
Michael Schumacher Ferrari
10 Felipe Massa
Sauber-Petronas
11 Jacques Villeneuve
Sauber-Petronas
12 Rubens Barrichello
Ferrari
13 Christian Klien
Red Bull Racing
14 David Coulthard
Red Bull Racing
15 Mark Webber
Williams-BMW
16 Takuma Sato
British American Racing
Honda
17 Tiago Monteiro
Jordan-Toyota
18 Robert Doornbos
Minardi-Cosworth
19 Narain Karthikeyan
Jordan-Toyota
20 Christijan Albers
Minardi-Cosworth
HM fyri koyararar
1
Fernando Alonso
103
2 Kimi Räikkönen
76
3 Michael Schumacher
55
4 Juan-Pablo Montoya
50
5 Jarno Trulli
43
6 Giancarlo Fisichella
41
7 Ralf Schumacher
35
8 Rubens Barrichello
31
9 Nick Heidfeld
28
10 Jenson Button
24
-
Mark Webber
24
HM fyri lið
1
Renault F1
144
2
McLaren-Mercedes
136
3
Scuderia Ferrari
86
4
Toyota Racing
78
5
BMW WilliamsF1
54
6
Red Bull Cosworth
27
7
BAR Honda
25
8
Sauber Petronas
14
9
Jordan Toyota
11
10 Minardi Cosworth
7
Allir 20 komu í mál
Michelin hava stórar trupulleikar -
Trupulleikar við vinstra bakdekki
kostaðu Räikkönen sigurin, og sami
trupulleiki var um at kosta Juan
Pablo Montoya sigurin