Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 168 - 6. september 2005 Tað tykist nærum ikki vera mark fyri, hvussu óheeppin Todi Jónsson kann vera, tá landsliðsfótbóltur stendur á skránni TODI Jákup Mørk Lens, Frakland: Tað sást alt fyri eitt á eygnabráð- num. Knappliga 20 minutt- ir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá Todi Jónsson royndi at renna bóltin upp í vinstru síðu, tá tíverri alt ov vanliga myndin teknaði seg. Todi hvepti seg við, og meira enn pína var tað irratatión og vónbrot, sum lýsti úr andlitinum, tá tekin vórðu givin beinkinum. Útskifting var neyðug, og hendan varð eisini gjørd alt fyri eitt. Gaman í fekk Todi lagt innfyri einaferð afturat, men tá hann løtu seinni misti bóltin útav, tá temjast skuldi við bringuni, gekk hann beina leið av vøllin- um. Tveir tímar í gott ár Tað tóktist ikki vera ivamál um, at talan enn einaferð var um ein av teimum væl kendu vøddaskaðunum hjá Toda, og sjálvur ivaðist spælarin heldur, tá vit á flogvøllinum fingu orðið á hann. - Eg eri ikki í iva um, hvat hendi. Talan er um eina toygging í lærvøddun- um, og tá siga royndirnar mær, at talan verður um ein steðg upp á einar 8-10 dagar, segði vónbrotni spælarin. Stórvegis aðrar viðmerkingar kundi talan ikki gerast um, men tað sást á øllum brøgdum, at hetta ikki var tað, sum var ætlan- in. Fakta er í øllum førum, at Todi bert hevur spælt knappar tveir tímar fyri fótbóltslandsliðið, síðani hann fyri góðum ári síðani segði, at nú var hann aftur tøkur. Tað hevur til tíðir verið mest sum gandakent, at skaðar hava rakt, mest sum hvørja ferð talan hevur verið um landsliðsfótbólt. Men um ikki annað, so kann roknast við, at Todi verður tøkur aftur, tá leiðin um ein mánað gongur til Ísrael, har seinasti dysturin á árinum skal spælast. Framanundan mettu favorittarnir mynd- aðu toppin í norður- landameistaraskapin um, sum endaði sunnudagin. Heini Olsen fekk hampiligt úrslit, meðan illa gekst í hond hjá Hans Kristiani Simonsen TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Tvídysturin í norðurlanda- meistaraskapinum í Vam- mala í Finnlandi millum svensku stórmeistararnar Evgeny Agrest (2592) og Tiger Hillarp-Persson (2511), fekk eina óvæntaða vend í næstseinasta umfari. Eftir at Tiger Hillarp-Pers- son at kalla alla kappingina hevði verið hálvt stig framman fyri Evgeny Agrest, tapti hann sensa- tionelt í tíggjunda og næstaseinasta umfari ímóti lægstrataða telvaranum Stig Tjomsland (2257). Og tá Agrest vann síni seinastu tvey talv, varð tað Agrest sum endaði hálvt stig fremstur og varð tískil norðurlandameistari fyri triðju ferð á rað. Agrest fekk 9,5 stig. Tiger reisti seg í seinasta umfarinum, men kortini varð hann ov stuttur og mátti taka til takkar við 2. plássi. Danin Nicolaj V. Peder- sen hevði eisini eina góða kapping við sínum átta stigum og triðja plássinum. Men hann hevði ikki júst tann sama klassan sum stórmeistararnir. Nakað skuffandi má tað kennast hjá næsthægs- rataða GM Nybaeck (2571) úr Finnlandi at "bert" fáa 7 stig. Finnin tapti heili fýra talv, men vann hinvegin sjey talv. Ilt er at venda ringari gongd Vit kenna tað øll. Hevur tú fyrst tapt fleiri talv á rað, er tað ómetaliga torført at reisa seg aftur. Hóast Hans Kristian Simonsen vann eitt vælleikt talv móti IM Thor- finnsson í 8. umfari, kom hann ongantíð rættiliga úr harða streyminum. 1,5 stig fekk Hans Kristian. Um- framt sigurin á íslending- inum, leikti Hans Kristian javnt ímóti Heina Olsen í 6. umfari. Í roynd og veru telvaði Hans Kristian til tíðir væl, men stórir einstakir feilir kostaði honum fleiri stig. Ivaleyst var eingin hugur og orka eftir ímóti kapping- arendanum, tí í seinastu tveimum talvunum hjá Hans Kristian var snøgt sagt lítið skil í telvingini hjá tí annars talvsterka kollfirðinginum. Fyri laka úrslitið missur Hans Kristian umleið 50 ratingstig á føroyska rating- listanum. Næst á skránni hjá Hans Kristiani verður 4th Klaksvík International, sum byrjar 16. septembur. Heini neyvan nøgdur Heini fekk eina framúr kappingarbyrjan, men steðgaði síðani upp mið- skeiðis í kappingini. Einki bar til. Heini hitti sterkara partin av manningini í seinnu helvt, og er tað ein nátúrlig forkláring uppá mongu tap hansara á rað. Helst er Heini ikki nøgdur við telving sína og tey fýra stigini hann ognaði sær. Úrslitið førir við sær um- leið 10 mist ratingstig. Tey kunnu skjótt vinnast inn aftur. Kanska longu í 4th Klaksvík International. Talvið hesa vikuna er frá seinasta umfari, tá Heini pyntaði uppá endaliga úr- slitið við at vinna á finsk- um altjóða meistara. Talvið hesa vikuna Heini Olsen - IM Heikki Lehtinen NM 2005 (11. umfar) 04.09.05. 1.Rif3 g6 2.d4 Bg7 3.g3 d6 4.Bg2 Rid7 5.0-0 e5 6.Ric3 Rigf6 7.e4 0-0 8.h3 c6 9.Re1 b5 10.a4 b4 11.dxe5 dxe5 12.Rib1 a5 13.Ribd2 Heini byggir av nýggjum. Støðan tykist rættiliga jøvn. 13...Ba6 14.b3 Rib6 15.Bb2 Rifd7 16.Rif1 Fc7 17.Fd2 Rfd8 18.Rad1 Ric5 19.Fe3 Fe7 20.Ri3h2 h5 21.h4 Ribd7 Felags fyri báðar telvararnar er, at teir hava flutt sínar riddarar óvanliga nógv í byrjanar - og miðspælinum. 22.Rif3 Ff8 23.Fc1 Bh6 24.Fa1 f6 25.Bc1 Bxc1 26.Fxc1 Kg7 27.Fe3 Fe7 28.Ri1d2 Rie6 29.Bf1 Bxf1 30.Kxf1 Tað kann tykjast merkiligt at Heini um tíggju leikir vinnur talvið. Í løtuni hevur svartur tamarhald og stendur eins væl sum hvítur. 30...c5 31.Ric4 Rid4 32.Rd2 Fe6 33.Kg2 Rib6 34.Rixb6 Fxb6 35.Red1 Rixc2?? Støðumynd eftir 35...Rixc2 Ein øgiligur feilur, í einari kanska betri støðu. Finnin yvirsáð óivað næsta leik hjá Heina. 36.Rd7+! Rxd7 37.Rxd7+ Kf8 38.Fh6+ Nú er liðugt. 38...Ke8 39.Fh7 Fe6 40.Rg7 1-0 Ikki aftur nú Skuffandi føroysk úrslit í NM Endaliga støðan 1 Evgeny Agrest SWE 9,5/11 2 Tiger Hillarp Persson SWE 9,0 3 Nicolai V. Pedersen DAN 8,0 4 Tomi Nybäck FIN 7,0 5 Tapani Sammalvuo FIN 6,5 6 Espen Lie NOR 5,0 7 Robert Hardarson ISL 4,5 8 Stig Tjomsland NOR 4,5 9 Heini Olsen FAI 4,0 10 Bragi Thorfinnsson ISL 3,5 11 Heikki Lehtinen FIN 3,0 12 Hans Kristian Simonsen FAI 1,5 Vónbrotið lýsti av Toda Jónsson, tá hann stóð á flogvøllinum. Enn einaferð oyðilegði ein skaði spælið, og enn einaferð gjørdist talan um avboð til landsliðið Mynd: Álvur Haraldsen