týsdagur 6. september 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2005
25
Móti totalu yvirvág-
ini, sum Frakland í
veruleikanum var, var
trupult hjá føroysku
spælarunum at seta
sítt merki á dystin.
Eitt undantak var tó
Jákup Mikkelsen, sum
ferð eftir ferð syrgdi
fyri, at franski sigurin
hóast alt ikki gjørdist
munandi størri
SPÆLARAUMMÆLI
Jákup Mørk
1. Jákup Mikkelsen,
B36 (39 dystir/0 mál)
Var í serflokki fremsta or-
søkin til, at franski sigurin
ikki gjørdist størri enn tað
sama. Málini fekk hann
einki gjørt við, men hevði í
nógvum øðrum førum frá-
líkar bjargingar, tá fronsku
stjørnurnar gjørdust leysar.
Ikki minst mundi Thierry
Henry kenna seg heldur
frustreraðan, tá tað ikki
eydnaðist honum at skora.
Og so var eisini gleðiligt at
síggja, at hann í fleiri før-
um varð standandi á bein-
unum, heldur enn at selja
seg, tá hann fór út ímóti.
2. Súni Olsen, AaB
(22/1)
Var kanska ein av føroysku
spælarunum,
sum
ikki
spældi upp til sítt allar
besta hesaferð. Men tað
skyldaðist
kanska
eini
kvika Malouda, sum støð-
ugt legði stórt trýst á í borð-
inum. Kom ikki so nógv
niðan til vandamiklu dia-
gonal-bóltarnar, sum plaga
at eyðkenna gøtumannin,
og var í tveimum førum fyri
steðgin orsøk til óneyðugan
bóltmiss. Var tó eisini mað-
urin, sum legði upp til bestu
føroysku royndina, tá Claus
mundi stúta Føroyar upp á
1-1.
3. Mortan úr Hørg, VB
(2/0)
Fekk afturval eftir góða
avrikið móti Kypros, og
verður hugsað um mótstøð-
una, so var bitin eisini
størri hesaferð. Kom tí á
ongan hátt eins nógv fram-
eftir í spælinum, sum hann
gjørdi á Svangaskarði, og í
nøkrum førum hevði hann
hug at selja seg, heldur enn
at sýna neyðuga tolið yvir
fyri beinleiðis mótstøðu-
manninum. Varð skiftur út
tíðliga í seinna hálvleiki,
men spældi seg á ongan
hátt av liðnum.
5. Jón Rói Jacobsen,
BK Frem (23/0)
Eftir laka avrikið móti Kyp-
ros, var Jón Rói hesa ferð
ein sannur brandur í før-
oysku verjuni. Átti í nógv-
um førum avgerandi fótin,
sum forðaði fyri franskari
skotroynd, og tó at hann í
luftspælinum
var
yvir-
matchaður av Cisse, so var
hann hvørja tí einastu ferð
uppi og órógvaði, so Liver-
pool-stjørnan ikki fekk alt
ov lætt spæl.
6. Rógvi Jacobsen, ÍA
Akranes (34/6)
Kom av beinkinum seinastu
25 minuttirnar, tá nýtt blóð
skuldi setast í álopspartin.
Var við kropsstyrki sínari
við til at halda fast í mót-
støðuliðnum hesa seinastu
løtuna. Men tá var ferðin
sum so farin av dystinum,
og tí kann avrikið ikki av
álvara metast.
7. Fróði Benjaminsen,
B36 (33/2)
Byrjaði hart og kontant við
at jarðleggja Zidane, tá
hesin ætlaði sær ígjøgnum
føroyska miðvøllin, men
eins og restin av liðnum, so
gekst tó illa at seta seg í
respekt. Royndi tó støðugt
at fáa skipað føroyska
spælið, tá møguleikin var
til tess, og var aloftast ein
av millumstøðunum, tá før-
oyskt uppspæl varð fingið í
lag. Tykist tó enn hava trup-
ult við at røkka støðinum
sum hann var á og týdn-
inginum, sum hann hevði
fyri liðið fyri tveimum
árum síðani.
8. Claus Bech Jørgen-
sen, Coventry CFC
(7/1)
Hóast hann var nakað iva-
samur fyrr í vikuni, so var
Claus tøkur, tá dysturin
stóð fyri framman, og tað
munnu føroyingar fegnast
um. Tað var sjónligt, at
hann var vanur við eina
hægri leikferð enn liðfelag-
arnir, og tí megnaði hann í
nógvum førum at hugsa tað
pettið skjótari, sum er so
alneyðugt í altjóða dystum.
Tordi og vildi bjóða av, og
var eisini um reppið at
javna til 1-1, tá hann sera
neyvt stútaði móti franska
málinum. Saman við stóra
arbeiðsavrikinum merktist
sjúkralegan tó, sum dystur-
in leið, og útskiftingin var á
ongan hátt ónáttúrlig.
9. Jákup á Borg, HB
(41/2)
Var ein av føroysku spælar-
unum, sum stóð hampuliga
sterkur í myndini - hóast
hetta ikki tolir sammetingar
við mótstøðuna. Arbeiddi
sum ein hestur í allar 90
minuttirnar, og tók eisini
lut í nógvum av tí, sum før-
oyingar megnaðu at skapa
niðaneftir. Kom eisini í
einstøku førum til innlegg,
og var á hendan hátt við í
uppspælinum til vanda-
mestu føroysku royndina
eftir steðgin.
10. Todi Jónsson, IK
Start (45/9)
Ikki enn einaferð freistast
tú at siga, nú Todi aftur
mátti av vøllinum við ein-
um vøddaskaða. Í hesum
førinum fekk hann tó ikki
sannført um leiklutin, sum
hann kann hav fyri før-
oyska liðið. Var alt ov
einsamallur í so máta, og tá
mótstøðumenninir
eru
somikið sterkir og skjótir
sum Thuram og Boumsong,
megnaði føroyska essið
ongantíð at skræða seg
leysan av markeringunum.
11. Andrew av Fløtum,
Fremad Amager (20/1)
Skuldi hesa ferð vera bindi-
liðið millum miðvøll og
álop, og undir givnu um-
støðunum var tann leiklut-
urin sera tungur at fullføra.
Royndi tó at halda bóltin-
um, tá hann varð spældur
niðan, og leitaði ofta djúpt,
tá miðvøllurin skuldi av-
lastast.
12. Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ (23/2)
Kom á vøllin fyri Mortan
úr Hørg, og var við til at
styrkja um føroyska spælið
í høgra verjuborðið. Hætt-
aði sær eisini niðan eftir
vøllinum nakrar ferðir, tá
trýstið var nógv linkað, og
sýndi enn einaferð, at hann
eisini er ein gardering á
hesum plássinum. Men tað
verður helst sum áleypari,
at vit koma at síggja hann í
næta dystinum.
13. Óli Johannesen,
TB (74/1)
Sum verjuskipari var lið-
formaðurin støðugt í fokus,
og fyri tað allar mesta
megnaði hann eisini at vera
tann, sum gekk á odda í
royndini at standa móti
støðuga trýstinum. Tóktist
tó í einstøkum førum nakað
tungur, tá hann einar tvær
ferðir hevði ilt við at standa
á vøllinum. Taldist tó sum
heild millum stinnastu før-
oysku spælararnar, og so
skulu óteljandi væl eydn-
aðu off-side fellurnar ikki
gloymast, tá týdningur
hansara fyri liðið skal
gerast upp.
14. Ingi Højsted, B36
(2/0)
Var helst mest óvæntaða
elementið í føroysku upp-
stillingini, men í nógvar
mátar takkaði hann venjar-
anum fyri álitið. Hóast
umstøðurnar vóru alt annað
enn lættar við Viera, Zidane
og Makelele sum beinleiðis
mótstøðumonnum, so var
farið við fullari megi í
hvønn nærdyst, og í upp-
spælinum sýndi hann eisini
dygdir. Hevði eisini eina av
fáa føroysku skotroyndun-
um, men tann bólturin var
nærri stadion-urinum enn
franska málinum.
17. Heðin á Lakjuni,
KÍ (15/1)
Kom á vøllin fyri Claus, tá
kreftirnar ikki rukku long-
ur, og skuldi við skjotleika
sínum helst vera avbjóð-
andi í spælinum. Kom tó
ongan tíð av álvara inn í
dystin, og kann tí illa met-
ast fyri avrikið.
Málverjin kroystur í fokus
Sjáldan hevur yvirvágin hjá mótstøðuni verið so stór, sum hon var tað hesaferð, og tað sæst helst eisini aftur í spælaraummælunum
Mynd: Álvur Haraldsen