Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 168 - 6. september 2005 Tá stóru londini veruliga spíla seg út, er ikki stórvegis, sum føroyingar kunnu gera. Tað varð staðfest í Lens, har bert stór- spæl frá Jákupi Mikkelsen forðaði fyri einum veruligum avsmurningi av før- oyska fótbóltslands- liðnum LANDSDYSTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Lens, Frakland: Tá Røoyar fyri 15 árum síðani trinu inn á altjóða pallin, var grundarsetningurin fyrstu árini, at vit vóru við fyri at læra. Ein veruleiki, sum aftur og aftur varð endur- tikin av Páll Guðlaugsson, og sum táverandi lið-for- maðurin eisini tóktist taka til sín. Ferð eftir ferð vóru boðini, at alt undir 4-0 var eitt úrslit, sum Føroyar kundu góðtaka, og í nógvar mátar var veruleikin tann sami, nú Føroyar á útivølli royndu seg móti einum av heimsins sterkastu lands- liðum. Ov spjaddir á vøllinum Tí hóast føroyska fótbólts- landsliðið gjøgnum árini hevur tikið seg nógv fram. Hóast spælskipanin er broytt, og dirvið er vorðið størri, so var tað ein heldur løgin kensla, sum flestu áskoðararnir mundu sita við kring leikvøllin. Í øllum førum var spenningurin ikki tann sami, sum hann plagar at vera, tá landsliðið fer í eldin. Einki hevði verið at hoyrt um møgu- leikan fyri eini sensatión undan dystinum, og sjálvur hevði Henrik Larsen eisini sagt, at talan gott kundi gerast um eina óbehagiliga uppliving. Tann vandin vil sjálvandi altíð vera til stað- ar hjá føroyingunum, men samstundis hevur liðið ofta ignorerað veruleikan, sum sigur, at mótstøðan er nógv sterkari. Og leiklutirnir hjá liðun- um báðum vóru eisini greiðir, frá fyrsta bríksli leygardagin. Frakland hevði kanska í nógvar mát- ar eyguni vend móti stóru uppgávuni mikudagin, tá teir skulu spæla móti Ír- landi, men teir vóru so sanniliga eisini nóg pro- fessionellir, at teir gjørdu arbeiðið móti Føroyum lið- ugt. Og tað varð gjørt eftir púrasta greiðari uppskrift. Teir brúktu fyrstu 20 minuttirnar ella har á leið at koma á 2-0, og tá hetta var veruleiki, kundu teir taka sær meira av løttum. Føroyingar royndu sjálv- andi tað, sum teir vóru mentir, at standa ímóti trýstinum, men tað var mest sum alla tíðina til fánýtis. Ikki minst, tí føroyski miðvøllurin tóktist standa rættiliga »breiður«. Hetta merkti kanska, at Jákup og Claus í størri mun kundu forða fronsku bakkunum í at koma niðaneftir, men tað kostaði so sanniliga eisini mitt á. At Fróði og Ingi skuldu fáa tað trupult, var einki at ivast í, men tá teir so samstundis spældu tveir móti trimum, gjørdist upp- gávan púrasta vónleys. Ikki minst, tá teir tríggir mót- støðumenninir itu Patrick Viera, Claude Makelele og Zinedine Zidane. Ein mið- vøllur, sum væl og virðiliga mann liggja oman fyri miliardina, um tosast skal um marknaðarvirðið. Ætlanin í uppstillingini Frakland-Føroyar 3-0 (2-0): Fronsk framsýning ert stórspæl frá Jákupi Mikkelsen forðaði fyri, at franski sigurin gjørdist enn størri. Ikki minst mátti Thierry Henry ásanna dygdirnar hjá klaksvíkinginum, sum veruliga sýndi altjóða klassa