týsdagur 6. september 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 168 - 6. september 2005
27
var kanska, at Andrew
skuldi vera framrættaði
miðvallarin, sum skuldi
binda miðvøll og álop
saman, og partvíst var hann
eisini tað. Men í nógvar
miseydnaðist ætlanin, og
kanska einamest, tí Andrew
ikki er vanur við hendan
leiklutin. Eitt sindur óreint
kann kanska sigast, at tað
vildi verið betri, um Rógvi
var maðurin á hesum pláss-
inum, men ivaleyst fekk
Andrew eisini eitt stórt
herðaklapp fyri dystin móti
Kypros, har í øllum vón-
brotinum um úrslitið kort-
ini var ein av føroysku
spælarunum, sum tað veru-
liga glógvaði í.
Hepni ella ikki
Hvussu var og ikki, so tókt-
ust vertirnir ikki leggja so
nógv í, hvørjar trupulleikar
føroyska liðið hevði. Frá
fyrsta bríksli fóru teir í holt
við at skræða bæði miðvøll
og verju á føroyska liðnum
sundur, og tað gekk heldur
ikki so leingi, áðrenn hol
kom á.
Fyrstu ferðina vóru tað
Henry og Makelele, sum
kombineraðu seg ígjøgnum
høgra verjuborð hjá føroy-
ingunum, og tá innleggið so
kom, kundi Cisse eitt sind-
ur heppið »stútað« bóltin
inn við økslini.
Seinnu ferðina varð Cisse
stungin avstað í okkara
vinstru síðu. Hann smekk-
aði hart innfyri, og so var
Súni Olsen somikið óhepp-
in, at hann beindi bóltin
meskarnar aftan fyri ein
prísgivnan Jákup Mikkel-
sen.
Tvey mál, sum meira ella
minni kunnu skýrast fyri
heppin. Og tá Føroyar beint
undan 2-0 málinum høvdu
sína bestu roynd í øllum
dystinum, kundi bent á, at
marginalarnir ikki vóru í
okkara parti. Men hetta var
nú ikki dystargongdin kort-
ini.
Tí
fraklendingarnir
kundu og áttu kanska eisini
at skora í fleiri øðrum før-
um. Ikki minst var Henry
stóri syndarin, men eisini
Veira og Cisse vóru fleiri
ferðir í góðari støðu, men
ein stórspælandi Jákup
Mikkelsen forðaði tó fyri,
at málini gjørdust so nógv
fleiri í tali.
Eyðsýndur
klassamunur
Og eftir 2-0 málið, tóku
hinir sær so av løttum. Í
øllum førum trýstu teir ikki
longur eins nógv oman
móti føroyska málinum, og
í nógvar mátar varð ferðin
eisini tikin av spælinum,
soleiðis at okkara so dánt
megnaðu at fylgja við.
Men spennandi gjørdist
tað ongantíð. Franski klass-
in var alt í verðini ov eyð-
sýndur til, at okkara veru-
liga kundu muta ímóti, og
málið til 3-0 var eisini ein
góð undirstrikan av hesum.
Hóast Lilliam Thuram stóð
hálvskaddur
uttan
fyri
vøllin, høvdu 10 fraklend-
ingar ongar trupulleikar
móti yvirmannaðu føroy-
ingunum. Bólturin varð
koyrdur skjótt runt í trygg-
um mynstrum, og brádliga
breyt Wiltord ígjøgnum
okkara vinstra borð, og við
eini flatari sending fann
hann Cisse, sum bankaði
bóltin upp undir tvørttræið.
Tá var franska avspák-
ingin longu farin ígongd.
Zidane, Henry og Thuram
vóru allir farnir av vøllin-
um, soleiðis at ikki tann
smásnuddurin
kundi
órógva luttøkuna til dystin
móti Írlandi. Tí sum onkur
franskur
tíðindamaður
staðfesti eftir dystin, so var
tað ikki uppgávan móti
Føroyum, sum varð av-
gerandi fyri, hvørt Frakland
kemur til HM-endaspælið.
Tað er ein spurningur, sum
dystirnir móti Írlandi og
Sveis fara at gera av.
Læra enn
Sum dysturin spældi av, so
ber illa til at staðfesta ann-
an veruleika enn tann, sum
kann lesast í yvirskriftini.
At vit enn ikki hava tað
allar minsta orðið at siga, tá
stóru tjóðirnar veruliga seta
ferð á.
Hinvegin er tað eisini ein
veruleiki, at vit á heima-
vølli hava argað bæði Frak-
land, Írland, og Týskland
umframt at sama Týskland
var illa spert í Hannover á
sinni. Partvíst man munurin
í hesum dystum tó hava
verið ein ávís undirmetan
frá mótstøðuni.
Tað hendi ikki hesaferð.
Fraklendingar fóru kon-
sentreraðir inn á vøllin. Teir
gjørdu sítt arbeiði 100% til
lítar, og hóast sigurin væl
og virðiliga kundi verið
størri, so mundi tað ikki
níva sjálvsálitið nakað ser-
ligt. Fatanin var kanska
heldur, at var hetta ein av-
gerandi dystur, har Frak-
land hevði havt tørv á átta
málum, so vórðu hesi eisini
fingin til høldar uttan
stórvegis hóvasták.
Og í tí spælinum bar illa
til at gera annað, enn bara
njóta
fronsku
fótbólts-
framsýningina.
Við leiklutum í øllum
trimum fronsku málunum,
var Djibril Cisse maðurin,
sum av álvara søkti føroyska
liðið. Her er tað Súni Olsen,
sum roynir at steðga
Liverpool-framherjanum
Tað var rár hending, at føroyingar vitjaðu í franska brotsteiginum. Her er tað Andrew av Fløtum, sum er nær við í seinna
hálvleiki, men kringsettur av trimum fraklendingum, eydnaðist ikki at fáa veruligt skot á
Hóast tapið, so bilti lagið á føroyska 12. manninum einki. At tapa móti einum liði í altjóða toppflokki er sjáldan nøkur skomm, og tað var tað so heldur ikki
hesaferð