Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 168 - 6. september 2005 Liðugt arbeiði Tað ráddi um at gera arbeiðið, og hetta eydnaðist. Tað tókt- ist vera niðurstøðan hjá fronsku stjørn- unum, sum nú fyri- reika seg til dystin í Dublin mikudagin FRAKLAND Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Lens, Frakland: Undan dystinum vóru boðini frá franska landsliðsvenjar- anum, Raymond Domen- ech, greið. Trý stig skuldu vinnast, og so ráddi um at sleppa til Írlands uttan skaðar ella leikbann. Og tá hetta eydnaðist, var tað stórt sæð ein væl nøgdur venjari, sum riði- ling av fjølmiðlafólki fekk orðið á eftir dystin. - Tað vóru stigini, sum høvdu størsta týdningin, og tey fingu vit. Eg haldi eisini, at vit høvdu tamar- hald á dystinum. Men í Írlandi hava vit neyvan ráð at brenna so nógvar møguleikar, helt venjarin. Hann rósti annars spæl- arunum fyri at fylgja takt- iska upplegginum, soleið- is at teir alla tíðina spældu bóltin skjótt runt, fyri at á tann hátt at opna og møða føroyska liðið. Og liðformaðurin, Zi- dane, sum fór av vøllin- um stutt inn í seinna hálv- leik, var sum so púrasta samdur. - Eg haldi, at vit spældu nógv betri fyri steðgin, men 3-0 er eitt fínt úrslit. Men vit skulu øll vera púrasta greið um, at upp- gávan í Dublin verður nakað nógv truplari. Fokus í franska hópinum varð vent móti Dublin, so skjótt sum uppgávan móti Føroyum varð av. Ein uppgáva, sum bæði venjari og liðforamaður hildu varð loyst nøktandi Klassamunur Føroyski landsliðs- venjarin kundi illa staðfesta annað, enn at mótstøðan hjá føroyska liðnum hevði verið so nógv størri, enn hon nakr- an tíð hevur verið VENJARIN Jákup Mørk Lens, Frakland: Tað var ein heldur avkláraður Henr- ik Larsen, sum á tíðinda- fundinum kom móti før- oysku miðlunum, meðan Zidane og hinar stjørnurnar vóru andlitini, sum restin av tíðindafólkunum savn- aðust um. - Har vóru nokk einir tveir ella tríggir klassar á muni í spælinum. Vit gera alt tað, sum vit eru mentir, men tað munar bara ikki stórvegis. Teir hava eitt lið í heimsflokki við skjótleika og tekniskum førleika, sum bara kanst hyggja at. So eitt tap upp á 3-0 kunnu vit ikki klaga um, helt Henrik. - Vit royna so eisini at vera við í dystinum, og vit hava okkurt skotið og onkr- an stútara, suk hótta teirra mál, men munurin var tó alla tíðina sjónligur. Hatta eru jú spælarar, sum koma úr størstu liðunum úr Eur- opa, og tað er nokk ein or- søk til, at teir forvinna has- ara 50-60 milliónirnar um árið. Mest óvæntaði parturin av føroysku uppstillingini mundi vera, at Ingi Højsted hesaferð fekk pláss millum teir fyrstu ellivu. Ein av- gerð, sum Henrik tó ikki sjálvur helt vera so løgin. - Ingi hevur gjørt tað gott í langa tíð. Bæði undir venj- ingum og í teimum dystum, sum eg havi sæð hann spælt. Móti Kypros var tað tó óheppið, at vit fingu tveir skaðar, soleiðis at útskift- ingarmøguleikarnir vórðu avmarkaðir. Men eg haldi heilt avgjørt, at hann í dag vísir, at hann er ein spælari, sum vit kunnu vænta okkum nógv av framyvir. Eingi kort Merkisvert við dystinum var annars, at hvørki av lið- unum fekk eitt einasta gult kort frá dómaranum. Tað kundi bent á, at føroyingar- nir kanska vóru dekan av imponeraðir av mótstøðuni, soleiðis at teir ikki komu í vanliga nógvu nærdystir- nar, men hesum var Henrik Larsen als ikki samdur í. - Snøgt sagt, so megna vit ongantíð at koma fram til nærdystirnar, hóast vit royna. Teir spæla somikið skjótt, at teir alla tíðina eru tvey fet framman fyri okk- um, og so kanst tú ikki so mikið sum gera eitt frí- spark. Munurin var stutt sagt ov stórur, og so kundi tað gera tað sama, hvussu okkara royndu. Eisini hóast eg eri nøgdur um avrikið hjá hvørjum tí einasta spæl- ara. Eg haldi í øllum førum, at tað vildi verið at kravt alt ov nógv av teimum, um vit siga, at teir skulu spæla upp móti hasum liðnum. Ein heilt annar dystur Mikudagin verður tað Ísrael, sum er mótstøðulið- ið, og hóast talan tá eisini er um eitt lið, sum enn hevur møguleikan at koma til HM-endaspælið, so ivast venjarin ikki í, at talan tá verður um øðrvísi dyst. - Vit eru so longu farin í holt við fyrireikingarnar tann vegin. Spælararnir fáa nú mat og drekka, so orkudepotini kunnu fyllast, og so skulu vit eisini fokus- era tankarnar tann vegin. Tað er so ein heilt onnur uppgáva, har vit hava heimavøll. Og hóast teir aftur í kvøld fingu eitt gott úrslit, og tí skulu vinna dystin móti okkum, so er ætlanin í øllum førum at arga teir eitt sindur, stað- festi Henrik Larsen at enda. Lens, Frakland: - Teir vóru ótrúliga góðir. Tað er tað nokk eingin, sum er ósamdur við mær í. Soleiðis var fyrsta við- merkingin, tá vit eftir dystin spurdu føroyska lið- skiparan, Óla Johannesen, um, hvussu hann hevði upplivað dystin. Og hann stafðesti eisini, at teir høvdu kent seg illa sperdar í føroysku miðverjuni, sum mest sum allan dystin var offur fyri einum støðugum fronskum álopsspæli. - Ja, heilt sikkurt. Eg haldi sjálvur, at vit gjørdu alt tað, sum vit vóru mentir, og úrslitið kundi í sjálvum sær verið nógv verri. 3-0 er kanska væl sloppið í so máta. Skal tosast um føroyska verjupartin, so slepst ikki undan at nevna off-side felluna, sum so ofta steðg- aði fronsku álopinum. Men Óli helt ikki, at hetta var nakað, sum teir høvdu lagt serligan dent á undan dyst- inum. - Tað er partur av spælin- um, sum vit vanliga royna at spæla, og tað riggaði eisini fleiri ferðir í kvøld. Hinvegin kiksaði hon við triðja málið hjá teimum, so heilt perfekt var tað ikki. Tað er eisini for… trupult at halda nøkrum so góðum spælarum burtur frá møguleikum allan dystin, men sum sagt, so haldi eg, at vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir. Og eins og venjarin, so helt Óli Johannesen ikki, at kort-leysi dysturin var ein mátistokkur fyri, at før- oysku spælararnir ikki góvu seg nóg nógv í nær- dystunum. - Teir vóru snøgt sagt so ófatuliga skjótir. Sjálvur royndi eg ta einu ferðina at steðga Henry, tá hann breyt ígjøgnum, og sjálvt um eg helt meg hava gjørt fríspark, so helt hann bara fram, sum var einki hent. Vit komu snagt ikki nóg nær spælar- unum, áðrenn teir antin høvdu spælt bóltin víðari, ella bara høvdu snýtt okk- um. Hatta var snøgt sagt eitt lið í heimsflokki, og so var ikki so nógv meira hjá okk- um at gera. Alt í alt helt Óli eisini, at teir bara kundu njóta upp- livingina, sum hetta hevði verið, og at føroyska liðið ikki hevði nakað at skamm- ast um. - Men verður tikið sam- anum, so haldi eg ikki, at vit skulu klaga. Vit gjørdu okkara besta, og nógv meira enn tað kanst tú illa krevja. Onkur kundi kanska spælt betri og sjálvur helt eg, at mítt avrik var ikki meira enn miðal. Men hin- vegin, so kundi tað eisini verið verri, og alt í alt, so haldi eg, at allir góvu tað, sum teir vóru mentir -mørk Ein stór uppliving Henrik Larsen helt, at fronsku stjørnurnar prógv- aðu, hvør munurin er mill- um spælarar, sum forvinna einar 50-60 milliónir um árið og so teimum føroysku Mynd: Álvur Haraldsen Óli Johannesen hevði ikki stórt annað at viðmerkja, enn at føroyska liðið hesa ferð hevði spælt móti nøkrum heimsstjørnum, sum eisini megnaðu at vísa hetta í verki Mynd: Álvur Haraldsen