Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 168 - 6. september 2005 29 Men tað er longu nú greitt, at í hvussu so er eitt europeiskt land, sum ongantíð áður hevur rokkið HM, næsta summar fer at luttaka í endaspælinum í Týsklandi HM-UNDAN- KAPPINGIN Jóannes Hansen HM kappingin plagar at líkjast sær sjálvari, tá ið tað ræður um luttakarar. Tað er einki at ivast í, at týsku vertirnir fegnir ynskja stóru europeisku fótbóltstjóðirn- ar at taka lut í endaspælin- um, sum tað verður farið undir 9. juni næsta ár. At stóru tjóðirnar taka lut ber við sær størri áhuga millum áskoðararnar, og tað ber eisini við sær, at áhugin hjá vinnulívinum at vera stuðl- ar og at lýsa verður størri. Stóru fótbóltstjóðirnar eru ofta fólkaríku tjóðirnar. Europeiska HM undan- kappingin fer í morgin undir endaspurtin, og 12. oktober verður greitt, hvørjir teir átta bólkavinn- ararnir vera, sum saman við teimum báðum bestu tvey- arunum hava kvalifiserað seg beinleiðis til endaspæl- ið. Tá verður eisini greitt, hvørji tey seks londini vera, sum lutur skal dragast mill- um, hvør skal dystast móti hvørjum í kvalifikatións- umfari. Uppgerðin at finna bestu tveyararnar verður roknað út frá, hvussu úrslitini hava verið millum fýra teir fremstu luttakararnar í hvørjum bólkinum. Tað er neyðugt, tí tað í summum bólkum eru seks luttakarar og í øðrum sjey luttakarar. Henda skipanin ber við sær, at úrslitini móti t. d. Føroyum hava einki at siga í tí sambandinum. Bólkur 2 Leygardagin tryggjaði fyrsta europeiska landið sær luttøku í HM endaspæl- inum. Tað var Ukreina, sum ongantíð áður hevur verið partur av endaspæli í fót- bólti, síðani landið gjørdist sjálvstøðugt, eftir at gamla Sovjetsamveldið var dottið sundur. Fólkatalið er oman- fyri hálvt hundrað millión- ir, men búskapurin leggur ikki upp til, at fíggjarliga íkastið til endapælið fer at verða serliga stórt úr Ukreina. At Ukreina longu leygar- dagin tryggjaði sær pláss í endaspælinum komst av, at dysturin í bólki tvey mill- um Turkaland og Danmark endaði við javnleiki. Ukreina hevur 24 stig, og Turkaland kann røkka hesum stigatalinum, men Ukreina er betri í innanhýs- is uppgerðunum við Turka- land, og tað hevur týdning, um tað stendur á jøvnum. Stóri spurningurin er so, um tað verður Turkaland, Grikkaland ella Danmark, sum í kvalifikatiónsdystum skal spæla um eitt pláss í Týsklandi. Turkaland er best fyri á støðutalvuni. Um teir í morgin vinna í Ukreina, so skulu teir bara vinna á heimavølli móti Albania fyri at tryggja sær sessin. Danski venjarin, Morten Olsen, hevur í vikuskiftinum róð fram undir, at hann vónar, at Ukreina, sum hevur mark suður móti Svartahavinum, fer at spíla seg út og ikki at geva Turkalandi, sum hevur mark norður móti Svarta- havinum, sigurin. Ukreina megnaði leygardagin ikki meiri enn 1-1 á útivølli móti Georgia. Útsøgnin hjá danska venjaranum hevur rættuliga gjørt turkararnar í øðini. Nógvir føroyingar taka á við danska landsliðnum. Danir hava knívin á barkan- um. Tað er neyðugt hjá teimum at vinna í morgin á heimavølli móti Georgia og síðani á Grikkalandi og á Kasakstan á ávíkavíst heimavølli og útivølli. Um tað eydnast, og um Turka- land ikki vinnur bæði móti Ukreina og Albania, so fer tað at eydnast Danmark at sleppa gjøgnum fyrsta nálareygað á leiðini móti endaspælinum sunnanfyri markið. Bólkur 1 Tvær av stóru europeisku fótbóltstjóðunum – Kekkia og Holland – telvast um fremsta plássið. Holland styrkti um sína støðu, tá ið teir vunnu í Armenia, með- an Kekkia spilti seg burtur, tá ið teir taptu 2-0 í Rumenia, sum bara hevur ein dyst eftir at spæla, og sum neyvan ikki fer at blanda seg uppí. Holland og Kekkia tókust í undankappingini undan EM í Portugal í fjør. Tá endaði Kekkia fremst, og Holland kvalifiseraði seg í uppgerðum móti Skotlandi, sum teir vunnu so ruddu- liga. Hvørki Holland ella Kekkia vóru við í HM endaspælinum í Japan og Suðurkorea, og tá ið bæði londini eru grannar hjá Týsklandi, sigur tað seg sjálvt, at bæði týsku vert- irnir og Kekkia og Holland ógvuliga fegin vilja hava, at hesar tjóðir skulu vera millum tær 32, sum næsta summar fara at stríðast um HM heitið. Bólkur 3 Í fjør var tað stórt vónbrot hjá Portugal, tá ið teir á heimavølli ikki megnaðu at vinna EM heitið, sum tað frammanundan varð roknað við, at teir skuldu vinna. Nú er Portugal væl fyri. Leyg- arkvøldið smurdu teir Luksemborg av 6-0, og um tað í morgin fer at eydnast teimum at sleppa úr Moskva uttan at hava tapt, so verða teir mest sum full- vísir í at hava vunnið bólk- in. Slovakia og Russland, sum stóð seg so illa í EM endaspælinum í fjør, eru eisini framvið, meðan tað hesa ferð ikki riggar hjá Letlandi, sum í undankapp- ingini til EM endaspælið í fjør fek bestu úrslit, sum teir nakrantíð hava rokkið. Leygardagin tapti Letland 2-1 móti grannunum í Est- landi. Tað var stórt vónbrot. Russland var einki sannfør- andi. Teir vunnu 2-0 á heimavølli móti Liktin- stein. Bólkur 4 Eftir at hava sæð uppgerð- ina móti Føroyum er einki at ivast í, at Frakland hevur funnið seg sjálvt, eftir at vánaliga gongdin í EM endaspælinum leingi hevur staðið við. Tað er eisini í tøkum tíma, at størstu grannarnir hjá Týsklandi hava rættað kósina. Fyri Frakland kom tað serliga væl við, at tað endaði 1-1, tá ið Sveis vitjaði í Ísrael leygardagin. Ísrael hevur tveir dystir eftir móti Før- oyum, meðan hinar tjóðirn- ar, sum stríðast um ovastu plássini, hava tríggjar dystir eftir. Fyri tveimum árum síð- ani var um reppið, at Ísrael kvalifiseraði seg til EM endaspælið. Tað megnaðu teir akkurát ikki, og tað er væl hugsandi, at talan verð- ur um somu støðu, tá ið henda endakappingin verð- ur liðug. Í annaðkvøld skal Frak- land spæla í Dublin, og fronsku spælararnir, sum eru fyrrverandi EM og HM vinnarar, staðfesta, at teir í Dublin og eisini í dystun- um, sum teir eiga á móti Sveis og Kypros hava knív- in á barkanum. Bólkur 5 Skotar hava altíð verið hugaligt íslett, tá ið teir hava verið við í endaspøl- um. Á vøllinum plaga teir ikki at standa seg nakað serligt, men teir hava altíð spælt við stórum íblástri, og áskoðararnir hava sett sín serliga dám á. Skotska landsliðið hevur verið í stórum aldudali. At teir kanska eru á veg móti ljósari tíðum sást leygar- dagin, tá ið teir á heima- vølli megnaðu 1-1 móti italsku favorittunum. Skot- ar vóru hepnir. Teir skoraðu í fyrsta álopinum, sum teir høvdu, og tað var avgjørt ikki dagurin hjá Italia, sum hevði fleiri risastórar møguleikar, men bara fekk eitt mál. Noreg vann 3-2 í Slo-ve- nia. Sigursmálið fingu teir í yvirtíðini. Nú er rættuliga sannlíkt, at Noreg fer at megna í hvussu so er næst- fremsta plássið. Tað kunnu teir taka stórt fet ímóti, um tað í morgin eydnast teim- um at vinna á heimavølli móti Skotlandi. Bólkur 6 Svenski Svenn Göran Erikssson er eingilskur landsliðsvenjari, og hann verður av eingilsku press- uni støðugt lagdur undir stórt trýst. Ikki minst eftir 4-1 tapið í vinardystinum í Parkini móti Danmark hava teir verið eftir honum. Svenskarin stendur stinnur. Hann hevur sagt, at hann heldur ikki, at honum nýtist at kenna meiri enn vanligt trýst á sær, og so hevur hann víst á, at Ongland jú einki hevur vunnið, síðani teir í 1966 vunnu HM á heimavølli! Leygardagin vann Ong- land 1-0 á útivølli móti Wales í Cardiff. Harvið er greitt, at Ongland í hvussu so er fer at vinna næstfremsta plássið. Teir eru tvey stig aftanfyri Pólland, sum teir so ofta hava kappast við um pláss í endaspæli. Ongland hevur spælt ein dyst færri enn Pólland, og tað kann væl vera, at bólkavinnarin verð- ur funnin, tá ið Ongland fer at fáa vitjan av Póllandi. Ongland vann 2-1 á útivølli móti Póllandi. Bólkur 7 Serbia/Montenegro er tað, sum er eftir av gamla Jugo- slavia, sum so ofta hevur verið við til at seta dám á endaspøl. Undan enda- spurtinum í bólki 7 bendir nógv á, at Serbia aftur hesa ferð skal gerast partur av endaspælinum. Einasti kappingarneytin til odda- sessin er Spania, sum hevði frí leygardagin, tá ið Serbia vann 2-0 á Litava. Spania fer í annaðkvøld at spæla á heimavølli móti Serbia. Um tað eydnast Spania at vinna, so fara teir at verða favorittar til fremsta plássið. Annars bendir alt á, at tað veðrur Serbia, sum fer at vinna bólkin. Bólkur 8 Svenskarar kappast við Kroatia um fremsta plássið. Svøríki vann leygardagin 3-0 á heimavølli móti Bul- garia, sum heilt er smokkað burtur ímillum. Heldur ikki gamla stórtjóð-in í fótbólti, Ungarn, hevur fótað sær, eftir at teir leingi hava ligið tungt í sjónum. Ísland hevur í nógv ár átt nógvar fótbóltsspælarar, sum hava gjørt um seg í bestu landskappingunum í Europa. Tað gongur tó striltið at finna fótafestið í landsliðshøpi. Tað varð enn einaf erð undirstrikað leygardagin, tá ið Kroatia vitjaði á Laugardalsvøllin- um. Mest kendi íslendski spælarin, Eidur Gudjohns- son, legði í 1. hálvleiki Ísland á odda, men í 2. hálvleiki skoraði Kroatia trý mál og varðveitti harvið oddasessin eitt stig framm- anfyri Svøríki. Bólkavinnarin fer iva- leyst at verða funnin, tá ið Kroatia á heimavølli fer at spæla móti Svøríki í okto- ber. Kroatia vann 1-0, tá ið teir fyri einum ári síðani spældu í Svøríki. Kappingin líkist sær sjálvari Í yvirtíðini eydnaðist dønum at javna til 2-2 í Turkalandi. Tað merkir, at teir enn hava møguleikan at røkka endaspælinum, men hesin møguleikin er nú um at verða heilt tunnur Mynd: Reuters