Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. september 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 168 - 6. september 2005 Katrin Olsen og báts- felagarnir á danska fýraranum vunnu sunnunáttina silvur í HM-kappingini KAPPRÓÐUR Jákup Mørk Tað er neyvan at taka ov rívan til, tá sagt verður, at Katrin Olsen nú hevur skrivað bæði føroyska og danska róðrarsøgu. Sunnunáttina var hon partur av danska fýraran- um, tá HM-finalurnar vóru á skránni. Her varð undan finaluni roknað við, at dysturin fyrst og fremst fór at standa millum donsku og kanadisku manningina, og soleiðis bleiv eisini. Fyrsta teinin gekst tó einki serligt hjá Katrin og teimum, men tær megnaðu tó spakuliga at rógva seg upp. So hvørt sum metratalið øktist, gjørdist fjarstøðan millum fremstu bátarnar styttri og styttri, men tað eydnaðist tó ikki at taka kanadisku manningina. Hóast vónin sjálvandi var at vinna gull, so er eingin ivi um, at nøgdsemið um danska avrikið er sera stórt. Meðan donsku menninir hava fingið sær heitið, gull- fýrarin, so er hetta nevnliga fyrsta ferðin, at donsku kvinnurnar hava vunnið heiðursmerki í hesum bólkinum. Umframt Katrin, var Sigrid Svartá eisini partur av manningini. Hon var við í Japan sum eykarógvari á bátinum, og tó at hon ikki kom í part í finalurógving- ini, so eigur hon sum slíkur eisini sín lut í arbeiðinum, sum liggur handan søgu- ligu heiðursmerkini. Úrslitið í finaluni varð annars hetta: 1 Kanada 6.19,87 2 Danmark 6.20,69 3 Bretland 6.22,49 4 Frakland 6.26,71 5 Holland 6.27,90 6 Japan 6.31,53 At hyggja at fótbólti hálvg- um á náttartíð er ikki tað, sum føroyskir áskoðarar eru von við. Tí kundi tað neyvan undra nakran, at bæði svongdin og møðin var farin at gera um seg, tá dysturin móti Fraklandi var lokin. Tíbetur bar tó til at fáa sær ein bita við mongu pylsuvognarnar, sum sóust kring leikvøllin, og so mátti møðin rindast á bussferðini, har til bar at fáa sær ein blund. -mørk HM-undankappingin 2006 Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Holland 9 8 - 1 - 0 21 3 18 25 2 Rumenia 11 7 - 1 - 3 19 10 9 22 3 Kekkia 9 7 - 0 - 2 28 9 19 21 4 Finnland 9 4 - 1 - 4 16 14 2 13 5 Makedonia 10 2 - 2 - 6 10 19 -9 8 6 Andorra 10 1 - 2 - 7 4 27 -23 5 7 Armenia 10 1 - 1 - 8 5 21 -16 4 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Ukraina 10 7 - 3 - 0 16 4 12 24 2 Turkaland 10 4 - 5 - 1 21 9 12 17 3 Grikkaland 9 4 - 3 - 2 12 7 5 15 4 Danmark 9 3 - 4 - 2 15 10 5 13 5 Albania 10 4 - 0 - 6 9 17 -8 12 6 Georgia 9 2 - 3 - 4 13 18 -5 9 7 Kasakhstan 9 0 - 0 - 9 4 25 -21 0 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Portugal 9 7 - 2 - 0 30 4 26 23 2 Slovakia 9 5 - 3 - 1 22 7 15 18 3 Russland 9 5 - 3 - 1 18 11 7 18 4 Letland 10 4 - 2 - 4 17 17 0 14 5 Estland 10 4 - 2 - 4 14 16 -2 14 6 Liektenstein 10 1 - 2 - 7 9 21 -12 5 7 Luksemburg 9 0 - 0 - 9 4 38 -34 0 Bólkur 4 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Sveis 7 3 - 4 - 0 14 5 9 13 2 Írland 7 3 - 4 - 0 11 4 7 13 3 Frakland 7 3 - 4 - 0 8 1 7 13 4 Ísrael 8 2 - 6 - 0 11 9 2 12 5 Cypros 7 1 - 1 - 5 7 12 -5 4 6 Føroyar 8 0 - 1 - 7 3 23 -20 1 Bólkur 5 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Italia 7 4 - 2 - 1 10 6 4 14 2 Noreg 7 3 - 3 - 1 9 5 4 12 3 Slovenia 7 2 - 3 - 2 8 8 0 9 4 Hvítarussland 7 1 - 4 - 2 10 9 1 7 5 Skotland 7 1 - 4 - 2 4 5 -1 7 6 Moldova 7 1 - 2 - 4 3 11 -8 5 Bólkur 6 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Póland 8 7 - 0 - 1 25 7 18 21 2 Ongland 7 6 - 1 - 0 14 3 11 19 3 Eysturríki 7 3 - 2 - 2 13 11 2 11 4 Norður Írland 7 1 - 3 - 3 7 13 -6 6 5 Wales 7 0 - 2 - 5 5 12 -7 2 6 Aserbadjan 8 0 - 2 - 6 1 19 -18 2 Bólkur 7 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Serbia-Mont. 7 4 - 3 - 0 12 0 12 15 2 Spania 7 3 - 4 - 0 10 2 8 13 3 Bosnia-Her. 7 2 - 4 - 1 8 8 0 10 4 Litava 7 2 - 3 - 2 7 5 2 9 5 Belgia 7 2 - 2 - 3 7 8 -1 8 6 San Marino 7 0 - 0 - 7 2 23 -21 0 Bólkur 8 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 Kroatia 7 6 - 1 - 0 19 4 15 19 2 Svøríki 7 6 - 0 - 1 26 2 24 18 3 Ungarn 7 4 - 1 - 2 13 11 2 13 4 Bulgaria 7 2 - 2 - 3 11 14 -3 8 5 Ísland 8 1 - 1 - 6 11 21 -10 4 6 Malta 8 0 - 1 - 7 2 30 -28 1 Bólkavinnararnir koma beinleiðis til endaspælið. Tveir teir bestu 2'ararnir koma eisini beinleiðis víðari. Seinastu seks 2'ararnir spæla sínamillum play-off dystir um seinastu plássini. Støðan millum 2'ararnar verður uppgjørd eftir, hvussu hesir hava staðið seg móti nummar 1, 3, 4, 5 og 6 í sínum bólki. Náttardystur Mynd: Álvur Haraldsen Føroyskt HM-silvur Katrin Olsen situr her næstfremst á bátinum, sum tryggjaði donsku kvinnunum søguliga silvur- merkið. Hinar á bátinum eru Juliane Elander, Maria Pertl og Kirsten Jepsen Mynd: Reuters