mikudagur 7. september 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 169 - 7. september 2005
Fyrsta A Cut sendingin
á MTV, har føroysku
punkararnir í The
Dreams kappast við 9
bólkar um møguleikan
at hita upp fyri Ana-
staciu, varð send mána-
dagin. Tveir bólkar
vórðu sendir heim, men
The Dreams kom víð-
ari. Vit hava tosað við
Hans Edward sangara í
The Dreams, um
hvussu tað var at síggj
seg sjálvan í MTV, og
hvussu hann upplivdi
fyrstu dagarnar í MTV
TÓNLEIKAKAPPING
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Hans Edward sigur, at tað
ikki ordiliga gekk upp fyri
honum, hvussu væl tað
hevði gingið hjá teimum,
fyrr enn hann sá sendingina
og sá, hvussu nógvir góðir
bólkar høvdu roynt at
sloppið við. Dómarar í
kappingini
eru
ameri-
kanska songkvinnan Ana-
stacia og Olivier Behzadi,
sum júst er farin frá sum
A&R stjóri hjá Sony. Tey
lótu sera væl at demoband-
inum hjá The Dreams og
hildu, at hetta var ein bólk-
ur, sum kundi koma langt.
"Tað er ordiliga gott, at
hoyra sovorðið frá einum
sovorðnum sum Olivier, tí
hann livir av at finna bólk-
ar" sigur Hans Edward.
"Tey kallaðu okkum eina
kollvelting, tað hoyra vit
ikki hvønn dag, og tá tað so
kemur frá teimum, so er tað
er tað ordiliga kul."
Fyrstu døgnini
Fyrsti partur av sendingini
var um fyrstu døgnini. Man
sá demobondini hjá bólk-
unum, og fyrstu kapping-
ina, har allir bólkarnir
skuldu gera sína heilt egnu
tolking av Anastacia lag-
num "My love is on the
line". Hans Edward sigur,
at tað altíð er nemt hjá
teimum at gera sangir, og
hetta var einki undantak.
Teir brúktu umleið 10
minuttir, so var tolkingin
liðug. Hann sigur, at meðan
hinir bólkarnir skeldaðust
um hvussu tað skuldi ger-
ast, so kundu The Dreams
venja sangin.
Tolkingarnar
gjørdust
eisini sera blandaðar upp-
livingar. Anastacia og Oliv-
ier søgdu so bólkunum hvat
teir áttu at broyta, og hvat
var gott. The Dreams fingu
at vita, at teir bara skuldu
halda áfram við at gera
akkurát tað, sum teir gjørdu
Nógv trýst
Men hóast alt rósið og tey
vøkru orðini, so sigur Hans
Edward, at tað var øgiliga
intenst at standa og bíða
eftir avgerðini. Hann sigur,
at hann var sannførdur um,
at teir ruku heim. MTV
dugdi væl at gera tað
spennandi, so har var nógv
trýst á bólkarnar.
Men tá avtornaði vóru
tað týski bólkurin indie-
rokkbólkurin Leo can dive,
og hálendski funk-garage-
rokkbólkurin Zzyke sum
vórðu sendir heim. Hans
Edward sigur, at hetta vóru
júst teir bólkarnir, sum The
Dreams høvdu fylgst við
fyrstu dagarnar, so tað var
eitt sindur keðiligt, at teir
skuldu fara so tíðliga, tí teir
vóru vorðnir væl við teir.
Lívið er eitt sindur
broytt
The Dreams, er ein bólkur,
sum er sprottin úr punk-
bólkinum Zink. Zink luttók
á Prix Føroyum fyri tveim-
um árum síðan, og hevur
síðan givið eina fløgu út.
Bólkurin gjørdist ongantíð
nakað stórt navn á føroyska
tónleikapallinum. Men tá
bólkurin
varð
til The
Dreams, og knappiliga
vann sær luttøku í eini
MTV kapping, gjørdust teir
tríggir limirnir kend andlit í
Føroyum. Beinleiðis av-
leiðingin var luttøka á
nógvum
konsertum
og
festivalum í summar.
Men
sambært
Hans
Edward fylgir eisini annað
við, tað kennist t.d. ordiliga
løgið at ganga runt í Havn,
smágentir koma yvir og
siga hey, og fullir menn
vilja práta við teir. Tað
byrjaði ordiliga, beint tá
fyrstu lýsingarnar fyri A
cut vóru á MTV. Men hann
heldur tað vera kul.
MTV konsert í Havn
Í sambandi við, at sendi-
røðin er byrja á MTV, fer
The Dreams at spæla kon-
sert í Tinghúsgarðinum
hósdagin klokkan 17.00,
her verður ivaleyst høvi at
hoyra tolkingina av Ana-
stacia lagnum, og øll hini
frálíku løgini hjá punk-
bólkinum.
MTV Europe
MTV hevur serstøðir í
Svørríki, Danmark, Noregi
og Finnlandi, og so vanliga
MTV Europe, sum m.a.
Televarpið sendir. Skráin er
ymisk, á ymsu støðunum,
men á MTV Europe, verður
sendingin endursend kl.
17.00
mikukvøldið
og
hóskvøldið, annar partur
verður
sambært
MTV
sendur fríggjakvøldið kl.
17.00.
The Dreams nærri
dreyminum
Støði á tónleikakapp-
ingum í sjonvarpi er
so lágt, at "A Cut" er
ein neyðug sending
sigur Anastacia í
samrøðu við Reuters
TÓNLEIKAKAPPING
Niels Uni Dam
Anastacia gjørdist kend, tá
hon luttók í sjónvarpskapp-
ingini "The Cut" í 1998.
Síðan tá hevur hon selt 20
milliónir fløgur, og er
vorðin ein sonn stjørna ser-
liga í Evropa.
Ein tónleikaframleiðari
sá songkvinnuna í sjón-
varpinum og setti seg í
samband við hana. Í send-
ingini "A Cut", roynir
Anastacia at geva ungum
bólkum sama møguleika.
Hon sigur við Reuters, at
sjónvarpskappingar í tón-
leiki, sum heild eru á sera
lágum støði. Her er ikki
talan um tónleikarar, ella
fólk úr tónleikaídnaðinum,
sum vilja skapa tónleik.
Men um sjónvarpsfólk,
sum vilja gera sendingar.
Tey sum luttakað eru held-
ur ikki veruligir tónleikar-
ar, men vanlig fólk, sum
síggja hetta, sum ein møgu-
leika at gerast kendur.
A cut er ein roynd at gera
eina annarleiðis tónleika-
kapping. Her er talan um
veruligar bólkar, sum hava
egin løg, og sum ikki eru
skaptir til hetta endamálið.
Hetta er sambært Anastaciu
ein neyðug sending.
Vinnandi bólkurin slepp-
ur
at
hita
upp
fyri
Anastaciu framman fyri
35.000 fólkum. Eisini fáa
allir luttakandi bólkarsama
møguleika, sum Anastacia
fekk, at spæla í sjónvarpi.
Kanska onkur tónleikar-
framleiðari hoyrir bólkin,
og dámar tað hann hoyrir..
Anastacia: Hetta er
ein neyðug sending
Anastacia vil skapa eina
góða tónleikakapping
The Dreams eru ein frálíkur
live-bólkur, hósdagin kl.
17.00 verður høvið at
uppliva teir live í
Tinghúsgarðinum í Havn