Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 7. september 2005 5 Fiski kongur skal finnast Árliga fiskikapping- in í Norðoyggjum verður leygardagin. Luttakararnir fáa 9 tímar til fiska í, og síðan verður fiskur- in seldur á uppboðs- sølu FISKIKAPPING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo »Hvør fjøl á floti«. Tað er heitið á árligu fiskikappingini, sum skúlaskipið Dragin skipar fyri í Norðoyggjum. Leygardagin verður hampiliga góð streym- loysa, tí er ætlanin at hava fiskikappingin tá. Bátarnir fara frá landi klokkan átta, og teir skulu verða aftur klokkan fimm seinnapartin. Tá verður veiðan løgd upp á Varpa- brúnni í Klaksvík, og síðan verður uppboðs- søla. – Av trygdarávum er ikki loyvt at fara einsa- mallur, tað skulu minst tveir mans við hvørjum báti, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Avmarkingar í reiðskapi Tað er bert loyvt at nýta snøri, snellu ella tráðu sum veiðureiðskap, og tað er ikki loyvt at fiska við aliringarnar. Seiður telur ikki við í vektini. Besti báturin – tað vil siga báturin, sum hevur størst veiðu fyri hvønn mann – vinnur kapping- ina, og hann fær eitt ferðasteyp í varðveitslu. Manningarnar á trimum teimum bestu bátunum fáa eisini steyp til ognar. Enda við dansi Í fjør var tað báturin Reynir við Elmari Simon- sen og Tóri Simonsen úr Hvannasundi, sum vóru bestir. Næstbestur bátur var Syðritangi við Ólavi og Grími Poulsen , og triðbestur var Svartaberg við Sólarin og Marna Isaksen. Dagurin endar við dansi í Skálanum kl. 23.00, har Flemming og vinmenn fara at spæla til út á miðju nátt. Strika skattalættan fyri at fíggja minni oljuavgjald Samgongutingmaðuri n John Johannessen heldur, at ætlaði skattalættin hjá lands- stýrinum skuldi verið strikaður fyri at fíggja eina minking í oljuav- gjaldinum hjá landin- um. Landsstýrismað- urin við fíggjarmálum heldur, at tað verður trupult at ganga burt- ur frá samgonguavtal- uni um skattalætta POLITIKKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Oljuprísurin er blivin so høgur, at landskassin átti at slaka við sínum oljuav- gjaldi. Tað heldur samgongu- tingmaðurin John Johann- essen, sum vil fíggja eina minking í oljuavgjaldinum við at strika ætlaða skatt- alættan hjá landsstýrinum. – Skattalættin skuldi ver- ið avtikin fyri at fingið oljuavgjaldið niður. Ein minking í oljuavgjaldinum hevði komið nógv fleiri fólkum til góða, enn skatta- lættin ger. Serliga tey eldru og familjurna vildu fingið ágóðan av lægri oljuav- gjaldi, sigur John Johann- essen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur, at tað verður trupult at avtaka skattalættan fyri síðani at fíggja eitt lægri oljuavgjald. – Vit hava eina sam- gonguavtalu um at lata ein skattalætta í fýra ár, og tað verður sera trupult at ganga burtur frá eini slíkari avtalu, sigur Bárður á Steig Nielsen. Ítøkilig uppskot í tinginum Oljuprísurin er methøgur, og hóast stríð í Miðeystri og nattúruvanlukkur í USA kunnu kennast langt burt- uri, ávirkar tað eisini í Før- oyum. Hesar hendingar eru viðvirkandi til, at bæði privatfólk og vinna mugu gjalda nógv meira fyri olj- una, enn tey hava gjørt seinnu árini. Oljuprísurin til húsar- haldini er nú farin upp um 5 krónur fyri liturin, og av hesari upphædd eru 80 oyru í avgjaldi til landskassan, sum eisini fær mvg burtur úr søluni av olju. Miðflokkurin hevur lagt eitt uppskot fyri løgtingið um at lækka avgjaldið á olju, tá ið oljuprísurin er so høgur, sum hann er í løtuni. Kjarnin í uppskotinum hjá Miðflokkinum er, at av- gjaldið skal prísregulerast, so at tað er hægri, tá ið olju- prísurin er lágur, og lægri, tá ið oljuprísurin fer upp um 2,45 krónur fyri liturin. Hetta skal so tryggja føroy- ingum bíligari olju. – Hækkaða oljurokningin seinastu mánaðirnar er so ovurhonds fyri vanliga før- oyska húsarhaldið, at mong í dag hava ilt við at fáa endar- nar at røkka saman. Eina- mest rakar hetta barnafam- iljurnar og tey, sum einans hava pensjón at líta, siga Jenis av Rana og Bill Justin- ussen í viðmerkingunum til uppskotið, sum kemur til viðgerðar í løgtinginum hósdagin. Viðgera avgjald í samgonguni John Johannessen er fyri at lækka oljuavgjaldið, men hann vil ikki atkvøða fyri uppskotinum hjá Miðflokk- inum. – Tað ber ikki til at at- kvøða fyri einum uppskoti um at lækka oljuavgjaldi uttan at hava eina loysn fyri, hvussu hetta skal fíggjast. Pengar skulu jú í landskassan, sigur John Johannessen. Hann sigur, at bæði olju- avgjaldið og skattalættin eru partur av viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár. – Tað má verða eitt samlað landsstýri, sum ger av, um oljuavgjaldið skal lækka, og hvussu hetta skal fíggjast. Men eg taki undir við, at skattalættin verður strikaður fyri at fíggja eina lækking av oljuavgjaldinum, sigur John Johannessen. Landsstýrismaðurn við fíggjarmálum er ikki serliga sinnaður at tosa um einstøk evni, nú viðgerðin av fíggjarlógaruppskotin- um fyri 2006 er í hæddini, og nógv er at taka støðu til og hædd fyri. – Skal oljuavgjaldið lækkast, so skal fígging eis- ini finnast til tað, og sam- gongan má finna eina fel- ags støðu til hetta mál, sig- ur Bárður á Steig Nielsen. – Tað má verða eitt samlað landsstýri, sum ger av, um oljuavgjaldið skal lækka, og hvussu hetta skal fíggjast. Men eg taki undir við, at skattalættin verður strikaður fyri at fíggja eina lækking av oljuavgjaldinum, sigur John Johannessen Eivør Pálsdóttir og Danmarks Radio Big Band fara á nýggja konserferð í oktober mánað, og konsert- ferðin endar í nýggja Operahúsinum í Keypmannahavn, har Eivør skal hava kon- sert saman við kendari danskari songkvinnu TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eivør Pálsdóttir fer í okto- ber mánaði aftur at hava fleiri konsertir við Dan- marks Radio Big Band. Konsertirnar byrja og enda í Danmark, men føroyingar sleppa eisini at uppliva Ei- vør saman við tí heims- kenda danska orkestrinum. Hóskvøldið og fríggja- kvøldið 13. og 14. oktober fara Eivør og DR Big Band at spæla í Mentanarhús- inum í Fuglafirði. Fyrsta konsertin verður tann 5. oktober, tá ið tey spæla í Føllenslev, og síð- ani verður spælt í Nykøb- ing Falster, Haderslev og Birkerød, áðrenn leiðin verður løgd til Føroya. Saman við Caroline Henderson Konsertferðin endar í nýggja Operahúsinum í Keypmannahavn tann 17. oktober. Hetta verður ein konsert, har Eivør og DR Big Band spæla ein part, og kenda danska songkvinnan Caroline Henderson spælir ein part av konsertini. Fyrr í ár góvu Eivør og Danmarks Radio Big Band út eina fløgu, og tað verður við grundarlagi í hesari fløgu, at tær sjey konsert- irnar í oktober mánaði verða hildnar. Eivør skal syngja í nýggja Operahúsinum Mánadagin var ráð- stevna í Norðurlanda- húsinum, har kyn og harðskapur vóru evni fyri fleiri fyrilestrum og kjaki RÁÐSTEVNA Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Mánadagin var harðskapur í miðdeplinum í Norður- landahúsinum. Ráðstevna, sum hevði grundarlag í einum norður- lendskum granskingar- átaki, ið gekk undir heitin- um »Køn og Våld«, varð hildin í føroyska mentanar- miðdeplinum, og bæði før- oyingar og útlendingar høvdu fyrilestrar. Millum tey, sum røddu á ráðstevnuni, vóru Malan Marnersdóttir, Eyðun Andreassen, Elin R. Planck og Katrine Sidenius, yvir- lækni á Rigshospitalets Center for Voldtægtsofre. Ráðstevnan endaði við einum orðaskifti, har fólk eisini fingu høvi at seta spurningar ella gera viðmerkingar. Settu sjóneykuna á harðskap Myndatekstur (mynd frá ráðstevnu): Føroyingar og útlendingar røddu á ráðstevnuni um harðskap, sum varð í Norð- urlandahúsinum mánadagin Mynd: Jens Kr. Vang