Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 169 - 7. september 2005 Alarm- sentralurin ringir til brand- støðina Nú tað er staðfest, at sløkkiliðið ikki hevur ábyrgd av at kava eftir fólki, sum eru farin á sjógv, er viðkomandi at spyrja, hvørjum alarm- sentralurin boðar frá, tá ið boð til dømis koma um ein bil við fólki í, sum er farin á sjógv. Á politistøðini í Havn verður upplýst, at ringt verður beinan vegin til brandstøðina, tí teir hava útgerð og frosk- menn. Hetta merkir alt- so, at hóast sløkkiliðið ikki hevur skyldu til at kava eftir fólki, so er tað teir, ið verða boðsendir, um til dømis ein bilur fer á sjógv. tn Bjørn Kalsø, landsstýrismaður: - Eingin ætlan um kavaraábyrgd Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, ið hevur ábyrgd av allari til- búgving í Føroyum, sigur, at tað ikki er nøkur beinleiðis ætlan um, hvar ábyrgdin av kaving í sambandi við bjarg- ing skal liggja. Tó sigur Bjørn Kalsø, at arbeitt verður við all- ari tilbúgving í løtuni TILBÚGVING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Í sambandi við at tað í gjár í blaðnum kom alment fram, at eingin kavaratil- búgving er í Føroyum, hava vit vent okkum til Bjørn Kalsø, sum er avvarðandi landsstýrismaður fyri allari tilbúgving her í Føroyum, at vita, um hann sum lands- stýrismaður kann liva við, at eingin hevur skyldu til at bjarga fólki, sum til dømis eru farin á sjógv í einum bili. Ógvuliga kompliserað øki - Hetta er eitt øki, sum er ógvuliga kompliserað, og tað er mær vitandi heldur ikki løgfrøðisliga dagført. Í flestu førum siga vit, at tilbúgvingarskipanin bygg- ir á lokala ábyrgd, men í hesum førinum er tað ikki grett, um ábyrgdin er lokal, sigur Bjørn Kalsø, sum tó vísir á, at í sambandi við havumhvørvislógvina hava kommurnar ábyrgdina, um oljudálking er inni á vágni. - Hetta er eitt veldugt øki, sum verður tikið upp. Tað stendur í samgonguskjalin- um, at alt tað, sum eitur til- búgving, skal takast upp, og tað verður arbeitt við til- búgving í breiðari høpi í løtuni, sigur landsstýris- maðurin. Bjørn Kalsø sigur, at um vit hyggja eftir, hvussu støðan er aðrastaðnis, so er greitt, at økið er komplis- erað, og at tað krevur nógva útgerð, útbúgving og fólk. Landsstýrismaðurin vísir á, at onkrar kommunur hava sjálvbodnar kavarar og útgerð, men tær eru fáar í tali, og at Fiskiveiðieftir- litið hevur útbúnar kavarar og útgerð. Trupulleikin er tó tann, at tað er avmarkað, hvussu skjótt teir kunnu verða á staðnum, tá ið ein ólukka hendir, sigur hann. Kavaravakt er ógvu- liga kostnaðarmikil - Um vit skulu hava lokala kavaravakt, so er greitt, at tað er ógvuliga kostnaðar- mikið, og spurningurin er eisini, um fólki er til tað, sigur Bjørn Kalsø. - Hetta er tó eitt øki, sum man er noyddust at hyggja uppá, og vit noyðast at meta um, hvussu frægast er at loysa tað, sigur lands- stýrismaðurin. Sum áðurnevnt verður arbeitt við allari tilbúgving sum heild í løtuni, men ongar beinleiðis ætlanir eru um, hvar ábyrgdin av kaving í sambandi við bjarging skal liggja, sigur Bjørn Kalsø at enda. Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, heldur tað verða sera álvarsligt, um frosk- menn hjá sløkkiliðn- um ikki kenna seg tryggar við útgerðina, sum sløkkiliðið hev- ur. Hann ætlar sær tí at taka málið upp sum skjótast TILBÚGVING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so hevur onkur frosk- maður hjá sløkkiliðnum í Havn nokta fyri at kava meira, tí at hann kennir seg ikki tryggan við tí útgerð, sum Tórshavnar Sløkkilið hevur. Fleiri søgdu nei Tá ið ein manntómur bilur fór á sjógv í Havn leygar- dagin, skuldu froskmenn á sjógv at vissa sær, at einki fólk var í, men sum skilst søgdu fleiri av froskmonn- unum nei til at kava, tí teir ikki kendu seg tryggar við útgerðina. Tveir fóru tó á sjógv, og annar teirra kom eitt sindur illa fyri, tá ið maskan hjá honum fór av, og hann fekk fitt av sjógvi í seg. Fleiri av froskmonnunum hjá sløkkiliðnum, sum Sosialurin hevur tosað við, vilja verða við, at talan var bert um enn eitt dømi um vánaliga útgerð. Brandmeistarin í Havn, Kartni Jacobsen, sigur, at útgerðin er í lagi, men ein av froskmonnunum, sum stóð á bryggjuni leygardagin, boðaði seinni sama dag leiðsluni á brandstøðini frá, at hann kavar ikki meira, sum vit eisini umrøddu í gjár. Heðin Mortensen, borg- arstjóri, er skelkaður av tíð- indunum um, at froskmenn ikki kenna seg tryggar við útgerðina. Hann er í løtuni staddur uttanlands, men kemur heim aftur seinni í vikuni. - Hetta er eitt mál, sum má takast upp beinan vegin. Um menn eru ótryggir við útgerðina, so skilji eg væl, at teir ikki vilja kava. Her má okkurt gerast, og tí ætli eg mær at taka málið upp saman við brandmeistaranum, so skjótt sum eg komi heim aftur, sigur Heðin Mortensen. Borgarstjórin nevnir í hesum sambandi, at tað kanska hevði verið eitt hug- skot at fingi fakfólk, ið ikki eru knýtt at sløkkiliðnum, at kanna útgerðina og gera av, um hon er nøktandi. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur ábyrgdina av allari tilbúgving í Føroyum. Hann sigur, at ongar beinleiðis ætlanir eru um kavaraábyrgd í løtuni savnsmynd Verður tikið upp beinanvegin Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, sigur, at um froskmenn hjá sløkkiliðnum ikki kenna seg tryggar við útgerðina, so eigur málið at verða tikið upp beinanvegin savnsmynd