Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-09-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. september 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 169 - 7. september 2005 7 Spara á Landsjúkrahúsinum nú fyri at gera tað betri seinni Tey tiltøk, sum nú verða sett í verk á landssjúkrahúsinum eru ein liður í at gera umstøðurnar hjá sjúklingunum betri í longdini, sigur Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður LANDSSJÚKRAHÚSIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Eg havi fingið fulla vissu fyri, at tey tiltøk, sum nú verða sett í verk á Lands- sjúkrahúsinum, eru fult forsvarlig. Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum. Seinnapartin mánadagin hevði hann fund við leiðsluna á Landssjúkrahúsinum fyri at fáa eina frágreiðing um tey tiltøk, sum leiðslan hevur sett í verk og sum nógv mótmæli hava verið ímóti. Hann sigur, at tað, sum hann hevur stúrt allarmest fyri, eru tey tiltøk, sum koma at raka apopleksi sjúklingar. Hann sigur at hann hevur fingið váttað, at øll leiðsl- an, bæði læknafrøðiliga og røktarfrøðiliga leiðslan og leiðslan á medisinska depl- inum, er samd um tey til- tøk, sum eru sett í verk. – Ì tí sambandi havi eg eisini fingið fulla vissu fyri, at sparingarnar koma ikki at raka teir sjúklingar, sum hava bráðneyðugan tørv á viðgerð og venjing. Teir, apopleksisjúklingar, sum verða raktir, eru teir, sum hava brúk fyri viðlíka- haldsvenjing. Hjá teimum vera venjing- ar avmarkaðar og útsettar, tað, sum er eftir av árinum. Hann sigur, at hetta er sjálvandi eitt afturstig, sum hóvar honum ómetaliga illa og tað er beint ímóti tí, hann áður hevur boðað frá, nevniliga, at rehabilitering- in av sjúklingum við apo- pleksi skuldi styrkjast. Men hann hevur sam- stundis fingið vissu fyri, at í longdini er endamálið við teimum tiltøkum, sum verða sett í verk við at sam- skipa og umbyggja B6, B7 og B8, er at rationaliserað raksturin, so at meiri pen- ingur, betri pláss og meiri fólk kann setast av til venj- ingar og rehabilitering av sjúklingum við apopleksi, so at tann parturin verður styrktur. – Tá ið umbyggingar eru lidnar, er ætlanin at gera eina nýggja og sjálvstøðuga rehabiliteringseind til sjúk- lingar við apopleksi og tað er alstórur tørvur á, sigur Hans Pauli Strøm. Vil ikki røra leiðslurættin Hans Pauli Strøm sigur, at tí fer hann ikki at leggja seg út í arbeiðið hjá leiðsluni hjá Landssjúkahúsinum. – Tað vildi eisini verið nyttuleyst at biðið løgtingið um meiri pening til lands- sjúkrahúsið. að eru bara nakrir mánaðir síðani, at vit fingu seks milliónir eyka til Landssjúkrahúsið og tá vóru boðini greið um, at játtanin skuldi halda. Men tað skilst eisini á landsstýrismanninum, at skuldi hann lagt seg út í arbeiðið hjá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum, skuldi heilt serligar orsøkir gjørt seg galdandi. – Leiðslan er sett at stjórna Landssjúkrahúsin- um og tann rættin kunnu vit ikki taka frá henni, tí so kunnu vit akkurát tað sama avtaka leiðsluna. Hon hevur eisini til upp- gávu at fáa játtanina at halda og tí kunnu vit ikki leggja okkum út í hennara avgerðir, sum hava til enda- máls at gera umstøðurnar betri í longdini. Hans Pauli Strøm heldur tvørturímóti, at ein orsøk til at tað hevur gingið so illa hjá leiðsluni at fáa játtanina at halda, hevur verið, at bæði fakbólkar á Lands- sjúkrahúsinum og politisk myndugleikin hava gjørt tað tvørligt at fremja tey tiltøk, sum leiðslan heldur vera neyðug. Tí heldur hann, at tað er umráðandi at leiðslan fær arbeiðsfrið. – Tað sær út til at tað gongur betri nú at leggja virksemi um á Lands- sjúkrahúsinum og tí eigur leiðslan at fáa arbeiðsfrið, sigur landsstýrismaðurin. Men av tí at hann hevur ovastu ábyrgdina av Lands- sjúkrahúsinum vildi hann kortini hava eina frágreið- ing um tey tiltøk, sum eru sett í verk og tað hevur hann sostatt fingið. – Men tá ið allir partar í leiðsluni meta, at hetta er fult forsvarlitgt, havi eg onki argument fyri at leggja meg út í málið, leggur landsstýrismaðurin afturat. – Eg síggi svart uppá at fáa størri játtan til Strandferðsluna, so at nýggi Smyril kann økja um túratalið, sig- ur Jógvan við Keldu SUÐUROYARSIGLINGIN Áki Bertholdsen Suðuroyingar skulu ikki rokna við at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina enn Smyril ger nú. Tað sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í samferðslumálum. Sostatt fáa suðuroyingar neyvan ynski sítt uppfylt um, at nýggi Smyril skal sigla fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroynna enn hesin Smyril ger. Samferðslubólkurin í Suðuroy hevur annars heitt á Strandferðsluna og lands- stýrið um at lata nýggja Smyril sigla tríggjar ferðir um dagin ímillum Suður- oynna og Havnina. Bólkurin vísir á, at fer nýggi Smyril ikki at sigla oftari enn hesin Smyril ger, er talan ikki um nakað veruligt framstig fyri Suð- uroyingar. Tí heldur bólkurin at skal tað eydnast at lyfta Suður- oy, verður neyðugt, at nýggi Smyril fer at sigla tríggjar ferðir ímillum Um dagin, hvønn dag í vikuni. Meiri sigling kostar meiri pening Men meiri sigling kostar meiri pening. Í Sosialinum í gjár segði stjórin á Strandferðsluni, at við oljuprísunum nú, kem- ur nýggi Smyril at brúka fyri 20 milliónir um árið í olju við teirri ferðaætlan, sum er nú. Skal hann sigla ein túr afturat um dagin, fer tað at kosta átta milliónir afturat um árið, bara í olju. Harafturat koma sáttmál- arnir við manningarfeløg- ini, sum áseta, hvussu nógvar tímar, manningin kann sigla um vikuna. Stjórin segði, at við teirri ferðaætlan, sum er nú, er manningin tætt uppi undir markinum fyri, hvussu nógv hon hevur loyvi at sigla og tí kann siglingin ikki økjast nakað serligt uttan at tað eisini kostar eykamanning. Meiri sigling er sostatt ein fíggjarligur spurningur og tað er nakað, sum polit- ikarar mugu taka støðu til. Ikki meiri pening Men Jógvan við Keldu, sig- ur, at hann sær svart upp á møguleikan fyri at fáa hægri játtan til Strandferðsluna, so at nýggi Smyril kann sigla fleiri túrar. – Soleiðis sum búskapar- ligu útlitini eru, dugi eg ikki at síggja, at vit fáa hægri játtan til Strand- ferðsluna. – Skal túratalið økjast, skal tað tí gerast innanfyri teir fíggjarligu karmar, sum eru, leggur hann afturat. Hann sigur sostatt, at skal túratalið hjá nýggja Smyrli økjast skal tað tí verða eitt úrslit av einum ferðslulop- ið, sum fer at geva skipin- um størri inntøkur. – Hendir tað, at fleiri ferðafólk fara at sigla við nýggja Smyrli og hann fær meiri farm at føra, økjast inntøkurnar og so kann spurningurin um túratalið takast uppaftur. – Fyribils fer hann tí at sigla sama túratal sum nú, men vit fara at fylgja gongdini neyvt fyri at vita, hvat kann gerast á hesum øki, sum tíðin líður, sigur landsstýrismaðurin. Men at nýggi Smyril ikki er nakað framstig, uttan at túratalið verður økt, soleið- is sum Samferðslubólkurin heldur, er landsstýrismað- urin ikki samdur í. – Farleiðin ímillum Suðuroynna og Havnina og opið hav og eg haldi ikki, at týdningurin av einum stór- um og góðum skipi, sum siglur skjótt, skal undirmet- ast to at hann ikki fer at sigla fleiri túrar enn vit hava nú, sigur hann. – Ikki minst er tiltrongt at gera eina veruliga rehabili- teringsdeild til sjúklingar við apopleksi og tað er ætlanin, sigur Hans Pauli Strøm Suðuroyingar fáa neyvan fleiri túrar við nýggja Smyrli – Nýggi Smyril er stórur og stásiligur, men suðuroyingar skulu ikki vænta sær fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður